Munch í Filmsfelagnum mikudagin

Leikstjórin velur fýra visuellar mátar at siga frá um tey fýra avmáldu lívsskeiðini, frá tí Munch er 20 til hann fyllir 80.

Norski ummælarin hjá Subjekt sigur um spildurnýggja filmin ”Munch”, at hann ’trolig er tidenes beste norske film’. Eins gott skoðsmál geva allir ummælarar, eftir at filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár.

 

Mikudagin vísir Filmsfelagið nýggja norska filmin um Munch.

 

Síggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins, sum í 1974 gjørdi norskan sjónvarpsfilm um Edvard Munch, so er eingin filmur gjørdur um henda kanska størsta listamann í søguni, hóast fleiri myndlistafólk hava verið gjørd til spælifilm, sum við hepni hava verið vístir í biografi, so sum ”Turner”, ”At Eternity's Gate”, ”Paula” og ”Pollock”, ið allir hava verið vístir í Filmsfelagnum.

 

Tað er sjálvlærdi norski filmsoperatørurin, Henrik Martin Dahlsbakken (f.1989), sum nú hevur tørnað fyri og gjørt biograffilm um fýra skeið í lívinum hjá Munch, har fýra leikarar, tríggir menn og ein kvinna, spæla ein greitt tilskilaðan Munch-leiklut. Tey eru Alfred Ekker Strande, Mattis Herman Nyquist, Ola G. Furuseth og Anne Krigsvoll.

 

Leikstjórin velur fýra visuellar mátar at siga frá um tey fýra avmáldu lívsskeiðini, frá tí Munch er 20 til hann fyllir 80.

 

”Munch” sigur okkum søguna um hin unga Edvard, sum forelskar seg í eini giftari kvinnu, og hvussu hann síðani verður listaliga niðurbrotin, tá fyrsta framsýningin í Berlin miseydnast. Filmurin lýsir eisini dramatisku hendingina, tá Munch verður lagdur inn á nervaklinikk í Keypmannahavn, og verður noyddur at taka støðu til lívsins mest týðandi spurningar, innan hann at enda stríðist av almakt móti nastistunum, at bjarga listaliga arvinum.

 

Altjóða filmsíðan IMDB sigur um filmin: “Rejected by the art establishment, wracked with grief over the loss of his older sister and tortured by addiction, the film captures Edvard Munch's life, one of the world's greatest artists of all time.”

 

Filmsummælarin hjá NRK, Birger Vestmo, sigur í sendingini Filmpolitiet, at nýggi listafólkafilmurin er ”Et fortellerteknisk vågestykke som gir full uttelling”.

 

Danski ummælarin, Bo Tao Michaëlis, er samdur og sigur í filmstíðarritinum Ekko: ”Det er det autonome genis historie, vi får. Sågar med hans malerier som signifikante sætstykker i filmens fortolkende fortælling. Om modgang, mod og melankoli. Og med forskellige kvinder, hvor venner undervejs bliver til fjender.”

 

Norska filmseftirlitið sigur: ”Denne filmen inneholder tematikk knyttet til selvmord og psykiske lidelser. Dog ingen nærgående skildringer av vold. Partier med mørk stemning og sterke følelsesutbrudd. Filmen får derfor aldersgrense 12 år.”

 

FILMSFELAGIÐ 22/3 kl 20:00 Munch (Henrik Martin Dahlsbakken Noreg 2023 103 min)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##