Fiskivinnan, sum hevur livað úti á altjóða marknaðinum seinastu øldina, er í eini støðu, sum er rímiliga løtt at samskifta um. Tá ið hetta er sagt, so hoyrir tað eisini við, at vit hava mist stór virði á gólvið [...] strategiskari kreppu. Men sparingin er í flestu førum einasti møguleiki at fíggja ta menning, sum er neyðug. Harafturat vísir tað seg mangan, at skynsom tilfeingisumsiting er ein fortreyt fyri tí samskifti [...] Hóast tað er lítið gagnligt at mála framtíðina óneyðugt døkka, er heldur ikki stórt gagn í at lúgva fyri sær sjálvum og sínum fólki. Soleiðis sum eg hómi framtíðina, eru vit í Føroyum á eini knívsegg.
kapinum. Harra formaður Ferðavinnan er í vøkstri. Nógv fleiri fólk ferðast til Føroyar, og gistingarnar økjast í tali. Nýggj ferða-vinnustrategi er gjørd. Málið er, at ferðavinnan skal kasta 1 mia. krónur [...] Eisini er farið undir eina tilgongd, har málið er at tryggja øllum ungum í landinum møguleikan at fáa eitt miðnámsskúlatilboð sama hvørjar førleikar, tey hava. Serflokkur innan autismuøkið er byrjaður [...] samráð við mentanar- og vinnulívið. Partur av kreativu vinnunum er filmur, og ein serstøk játtan er sett av til film á fíggjarlógini. Tað er gleðiligt at síggja, at filmsumhvørvið í Føroyum mennist í hvørjum
londum var at kalla uttan mark. Hvat mundi Mossadegh hugsa fyri sær? Bretland valdi í fyrstu syftu at royna tvær atgerðir, eina løgfrøðiliga og eina av búskaparligum slag. Hvat ið viðvíkir løgfrøði, royndi [...] bleiv kvettskútunnar loyniligi skipari. BRØÐURNIR RASHIDIAN SKAL EIN kvettroynd eydnast, er neyðugt, at neyvt samstarv er millum tað útlendska valdið og innlendskar klæðseksdreingir, sum eru til fals fyri pening [...] rundan um Mossadegh, sum var ættaður frá Muhammed profeti. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í Teheran uppkallað eftir honum. Um Mossadegh sjálvan er at siga, at hann fekk trý ára fongsul og síðani húsavarðhald
setast í veð. Sambært. § 7 b. er greitt, at nú er orðingin “í senn” farin úr gildi, og rullandi skipanin er harvið avtikin. Ístaðin er eitt fast áramál ásett fyri gildistíð og er hendan galdandi fyri øll [...] upp á 10 ár, er harvið, av tveimum illum, munandi frægari fyri eigaran, um endamálið veruliga er at røkja almenn áhugamál. Kanska er endamálið kortini eitthvørt annað. Nú samgongan stendur úti á [...] óbroytt, hvat ilt ið hon annars er, um so er at meiriluti ikki fæst fyri at broyta orðingina í verandi uppskoti til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sum broytingin nú fyriliggur, er hon eitt
Fyrimunurin við hesum er, at Tjóðveldi er munandi greiðari á samband-loysing ásanum enn hinir flokkarnir. Vansin er, at tjóðskaparmálið er ikki í sama mun á politisku dagskránni, og tað er tí ivasamt, um flokkurin [...] størstur í veljarakanningum. Men hvat er hent? Spurningurin hevur einki einfalt svar. Øðrvísi formaður Tað var skjótt, at Aksel V. Johannesen vann sær viðurkenning. Hann er av góðum javnaðarbergi brotin, [...] samgonguni er so borgarligur, sum hann er. Tað elvir í sjálvum sær til, at veljarar flyta frá samgonguflokkunum til Javnaðarflokkin, sum verður eitt sjálvsagt alternativ á vinstravonginum. – Tað er politikkurin
borgarar. Uppskotið hjá Kára Petersen til nýggja pensjónsskipan er tilevnað sambært meginreglum hjá Heimsbankanum, ið er stýrdur av/úr Amerika og er stovnur, sum virkar eftir amerikonskum nýliberalistiskum leisti [...] verður í londum uttanum okkum (í Danmark er grundupphæddin fyri 2009: 5.254 kr. um mánaðin fyri ávikavist gift og støk). Grundupphæddin, ið er eitt mát fyri, hvat hvør einstakur vaksin persónur má hava til [...] fólkapensjónshøpi Sum er verða gift fólk diskriminerað í fólkapensjónshøpi. Hetta er óskiljandi og órímiligt, tí ser-stakliga í føroyska samfelagnum verður hildið, at hjúnabandið er góð institutión og s
vit standa til, er vandi fyri, at umheimurin spakuliga tekur okkara fólk, leik fyri leik. Og høvuðsorsøkin til, at útheimurin tekur okkara fólk, er útbúgving. Bæði tí úrvalið er størri, og eisini [...] og ein lon er liðug. Ein annar leikur fyri at gerast kappingarfør snýr seg um lestrarstuðulin. Lestrarstuðulin í Føroyum er lægri enn í Danmark, men komandi summar hækka vit hann. Og so er tað hugburðurin [...] vaksa til. Júst hetta er endamálið við barnalógini, sum nú er komin væl áleiðis. Øll børn og ung í Føroyum eru tikin við í tilgongdina. Eitt úrslit av barnaverkætlanini er royndin við samskipara
málbar seg: Javnrættur er longu í landinum, og javnstøða er bara ein spurningur um, at kvinnur brúka henda rætt! Og tá ið uppskotið bæði var felt og hevði viðført, at samgongan fyrst slitnaði og síðani [...] hugaligt hjá teimum, sum næstu ferð skóru ígjøgnum. Men hvussu er skilið nú? Er tann solidariska kvinnurørslan við at kikna aftur, ella er alt burturblivið í okkara nýliberalistisku tíð, har tað at sæta [...] individuella og smarta telur, meðan restin má sigla sín egna sjógv? Eitt syndarligt skil um so er, tí her er ríkiligt eftir at kjakast um og gera. Sumt skal haldast við líka, annað má takast uppaftur av
onnur eisini gjørt tað. Men síðstu dagarnir hava lært meg nakað annað, tí hóast hálvttriðja ár er farið, so er øllum opinlýst, at Sambandsflokkurin enn eina ferð ynskir at senda mær »eina seinastu heilsan« [...] at vaska sínar hendur, meðan teir lógu oman á hvørjum øðrum fyri at sleppa at fortelja, at »eitt orð er eitt orð« og hvussu heiðurligur og reiðiligur flokkurin var. Hóast persónliga trýstið á meg var øgiligt [...] m og sum valevni fyri flokkin til bæði býráðs-, løgtings- og fólkatingsval. Tað stutta av tí langa er, at flokkurin altíð fegin hevur viljað fingið mínar atkvøður, men at eg bara ikki skuldi loyva mær
9% í ár. Skattatrýstið er minkað uppaftur meira í ár. Harafturat er grundlønin hjá pensjónistum nú skattafrí. Skattahámarkið er lækkað niður aftur á 50%, og marginalskattatrýstið er lækkað. Fíggjarognaravgjaldið [...] váttan um, at tað er torført hjá vinnuni, fiskifrøðingum og øðrum at semjast um felags loysnir. Tað er sjálvsagt politiski myndugleikin, sum skal skera ígjøgnum. Tað er tað, hann er valdur til. Hetta hevur [...] og at hetta er galdandi fyri ein stóran meiriluta í løgtinginum. Veruleikin er, at ein avmarking undir 30% í miðal er ongin minking at tala um. Hví ikki leggja kortini á borðið og siga sum er, at Føroya