Eftir at sjógvarnir høvdu lagt seg í 2004, tá kommunuval hevði verið, og eg var strikaður sum limur í valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, gjørdi eg upp við meg sjálvan, at farið var farið, og at nú kundi alt tað gamla sleppa at liggja.
Mær hevði annars eydnast hesa nógv umrøddu valnáttina at vunnið Sambandsflokkinum mest møguliga ávirkan í Tórshavnar býráð, tá flokkinum stóð í boði at fáa bæði borgarstjóran og fleiri góðar nevndar- og nevndarformanssessir, ið høvdu givið flokkinum møguleikan at sett síni greiðu fingramerki á rikna politikkin í høvuðsstaðarkommununi komandi fýra árini.
Men hetta skoytti flokkurin ikki um! Í staðin varð spunnið eitt víðfevnt net av lygnum og hálvum sannleikum, har sambandstoppar kappaðust um at vaska sínar hendur, meðan teir lógu oman á hvørjum øðrum fyri at sleppa at fortelja, at »eitt orð er eitt orð« og hvussu heiðurligur og reiðiligur flokkurin var.
Hóast persónliga trýstið á meg var øgiligt frá nógvum síðum, vóru tað tíbetur eisini fólk í hópatali og ikki minst góð sambandsfólk, sum bæði ringdu til mín og umvegis teldupost góvu mær ta váttan, at tey stuðlaðu meg av heilum hjarta og bóðu meg halda fast. Tað vóru nevniliga mong, ið kendu og sóu ta fjaldu dagsskránna, ið Sambandsflokkurin í Suðurstreymoy hevði arbeitt eftir viðvíkjandi Heðini Mortensen øll hesi árini!
Byrja umaftur
Tað endaði við, at valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, Føroya Væl, sendi út eitt alment tíðindaskriv, har heitt var á meg um »um annahvørt sjálvur at taka meg úr Føroya Væl, og um tað ikki hendi beinanvegin, so varð limaskapur mín uppsagdur«.
Eg hevði, eisini hesa ferð, meiri enn nakar vart áhugamálini hjá Sambandsflokkinum í sambandi við skipan av nýggjum býráðsmeiriluta, so sjálvandi dugdi eg ikki at síggja nakra orsøk til at melda meg úr felagnum og flokkinum. Tvørturímóti helt eg, at har sótu onnur, ið høvdu munandi størri trupulleikar og í nógv størri mun høvdu eitt hjarta, ið bankaði fyri Fólkaflokkinum enn sínum egna flokki.
Nú var støðan sjálvandi ein onnur, tí útblakaður úr Sambandsflokkinum stóð eg á berum. Tá eg so fekk møguleika at melda meg inn í Javnaðarflokkin, ið tók ímóti mær við opnum ørmum, var avgerðin løtt at taka oman á allan ruðuleikan. Eg var jú tveittur út, og tí stóð mær frítt at fara.
Sum sagt, hevði eg lagt alt hetta aftur um bak, og eg væntaði satt at siga ikki, at sterkar kreftir í Sambandsflokkinum enn eina ferð høvdu hug at koma við einum asnasparki, nú so long tíð var fráliðin. Eg var kanska góðtrúgvin, men eg helt altso, at eins og eg sjálvur hevði sligið meg til tols við, at tingini vóru sum tey vóru, so høvdu onnur eisini gjørt tað.
Men síðstu dagarnir hava lært meg nakað annað, tí hóast hálvttriðja ár er farið, so er øllum opinlýst, at Sambandsflokkurin enn eina ferð ynskir at senda mær »eina seinastu heilsan«. Eg síggi tí ikki annan møguleika enn at heilsa aftur…
Sjálvskaptur trupulleiki
Tá Bárður Nielsen í vikuni boðaði frá, at hann legði frá sær sum fíggjarmálaráðharri, tí hann hevði valt at tikið við einum spennandi starvi, hann ikki tordi at lata fara frá sær, mátti Sambandsflokkurin finna ein avloysara. Og eftir øllum at døma hevði tað skund, tí bert tímar eftir fráboðanina frá Bárði, steig Kaj Leo Johannesen sjálvur fram við teimum stóru tíðindum, at tingmanningin hevði heitt á hann um at fara í landsstýrið.
Løgið, at hvørki Kaj Leo ella nakar annar av leiðandi sambandspolitikarunum hugsaðu so langt, at teir sóu hetta vera enn ein sjálvskaptan trupulleika fyri flokkin. Sjálvt tjóðveldisformaðurin dugdi at síggja, at Sambandsflokkurin møguliga kundi velja landsstýrismann úr Suðurstreymoy, tí so merkti tað, at eitt javnaðarumboð fekk sæti á tingi aftrat, samstundis sum Sambandsflokkurin misti eitt umboð.
Á síðsta løgtingsvali, tá eg var uppstillaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy, var eg triðvaldur á listanum við 398 persónligum atkvøðum. Ikki kenni eg allar hesar atkvøðurnar, men eg veit, at nógvar av teimum als ikki høvdu komið Sambandsflokkinum til góðar, stóð eg ikki á listanum. Og tað vita sambandstopparnir í Suðurstreymoy eisini!
Hetta leiðir til sjálvan kjarnan í mínum 20 árum sum limur í Sambandsflokkinum og sum valevni fyri flokkin til bæði býráðs-, løgtings- og fólkatingsval. Tað stutta av tí langa er, at flokkurin altíð fegin hevur viljað fingið mínar atkvøður, men at eg bara ikki skuldi loyva mær tann frekleika at biðja um ella vænta mær nakra sum helst politiska ávirkan afturfyri.
Fyri at skera út í papp, hvussu hetta hongur saman, kann eg í stuttum nevna nøkur ítøkilig dømi um, hvussu Sambandsflokkurin hevur arbeitt øll hesi árini, og hvussu flokkurin og valfelagið í Suðurstreymoy alla tíðina hevur havt eina fjalda dagsskrá, tá talan hevur verið um mín persón.
Lagdur undir hatur
Eftir at hava verið valdur inn í Tórshavnar býráð øll árini síðani 1972 hevði eg hug at royna aðrar og víðari leiðir í politikki, og var tað fyri meg eitt heilt náttúrligt val at melda meg sum lim í valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Eg hevði enntá fingið fleiri áheitanir um tað, so í góðari trúgv helt eg, at hetta mundi vera eitt fínt heimstað at fáa í politiskum høpi.
Eg skuldi tó fáa annað at síggja, tí næstan frá fyrsta degi havi eg verið lagdur undir hatur av ávísum leiðandi fólkum í Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Sjálvur havi eg ongantíð skilt orsøkina til hetta, og tí væntaði eg eisini, at tað kundi fara at ganga í seg sjálvt við tíðini, tí mín partur skuldi nokk ikki liggja eftir, tá tað snúði seg um at vinna Sambandsflokkinum bæði atkvøður og ávirkan!
Frá fyrstu løtu fataðu sambandstopparnir í Suðurstreymoy meg sum eina hóttan, og tí royndu teir eisini – bæði opinlýst og í tí dulda – at leggja fótonglar fyri meg, so eg skuldi »haldast niðri«. Veit ikki, hví hesi fólk hava valt henda framferðarhátt øll hesi árini, og enn minni skilji eg, hví onnur hava verið so íðin at borið henda ivasama heiður víðari fram á leið. Tí einki sær út til at vera broytt!
Sambandsfólk í øðrum valdømum høvdu hug at stilla meg upp, men alt til fánýtis, tí mótstøðan var so stór í høvuðsstaðnum. Kortini gjørdist eg valevni á fólkatingsvalinum í 1988, tá tað við neyð og deyð eydnaðist at fáa Paula Ellefsen afturvaldan til fólkatingið. Sjálvur hevði eg eitt gott val, og tað vóru ikki so fá, ið góvu gætur, at eg megnaði at vinna flokkinum atkvøður á støðum, har tey annars ikki frammanundan høvdu havt serligan hug til at atkvøða fyri flokkinum.
Tvey ár seinni var aftur fólkatingsval, men tá stillaði Pauli Ellefsen ikki uppaftur. Nú ráddi so um at fáa avloysara hansara øll árini, Jóhs. Martin Olsen, valdan inn á fólkating, og øllum stóð greitt, at her fór at vera brúk fyri øllum góðum fólki, skuldi tað eydnast, tí kappingin var hørð.
Upplagt hevði verið at hugt at atkvøðuúrtøkuni tvey ár frammanundan, tí so hevði verið lætt at sæð, hvør fekk atkvøður og ikki. Men í staðin komu heykarnir í Suðurstreymoy út úr skýmaskotinum og settu hart ímóti hørðum, at Heðin Mortensen mátti í øllum førum bara ikki koma á listan. Og tað eydnaðist teimum eisini at stilla øll onnur upp – og úrslitið talaði fyri seg!
Tá avtornaði, restaðu bara einar 30 atkvøður í hjá Jóhs. Martin Olsen, ið sostatt ikki var valdur inn á fólkating. Nú vóru sambandsfólk kring landið alt sjálvandi í øðini, tí tey dugdu væl at síggja skitna spælið hjá Føroya Væl og heykunum har, men tað broytti einki. Fólkatingsvalið hevði verið til fánýtis, bara tí sambandstopparnir í Suðurstreymoy vildu dyrka sín egna ófatiliga illvilja, heldur enn at gera tað, ið tænti til floksins besta.
Bara ikki Heðin!
Og soleiðis hevur tað verið allan vegin ígjøgnum. Ikki veit eg hví, tí eg veit meg ikki hava gjørt hesum fólkum nakað ilt, men tey hava verið míni argastu mótstøðufólk í politikki øll árini. Tað hava ikki verið fólk úr øðrum flokkum, eg havi stríðst við, men míni egnu. Og framvegis veit eg ikki hví!
Í 1994 var aftur løgtingsval, og ta ferðina kom onkur dragsandi við bæði Finnboga Arge og Bjørn á Heygum, sum brádliga vóru »loysnin« hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Sjálvt eftir triðja uppstillingarfund var eg ikki komin á listan, men hóast hesir báðir vóru komnir uttanífrá, uttan at hava nakað sum helst við Sambandsflokkin at gera, vóru báðir stillaðir upp. Annar enntá, eftir at hann hevði skula valt ímillum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, áðrenn hann tók avgerð um, hvar hann skuldi velja at lata seg stilla upp.
Tá triði og seinastu uppstillingarfundurin var lokin og øll vóru farin til hús, fekk brádliga onkur eyguni upp fyri, at her ruggaði ikki rætt. Endin var, at eitt annað valevni tók seg av listanum, og at eg so kom uppá kortini. Eg takkaði fyri álitið, men mátti saman við mongum øðrum harmast um, at næstan tíðin í flokkinum var merkt av roki og balladu, tá teir báðir nýggju, sum blivu valdir, kravdu bæði eitt og annað – og at enda rýmdu úr flokkinum. Annar tók seg úr politikki, og hin fór »heimaftur« í Fólkaflokkin.
Men áðrenn tað kom so langt, kravdu teir, at Edmund Joensen ikki skuldi vera løgmansevni, og tá byrjaði ein ótrúligur leikur um sambandsmakt, ið ikki hevur sæð sín líka. Lisbeth L. Petersen, sum tá var borgarstjóri í Havn, fekk tilboð um at gerast løgmaður eftir valið, men hon gjørdi púra greitt, at hon ikki fór frá sum borgarstjóri, uttan at systkinabarnið Eilif Samuelsen gjørdist borgarstjóri í hennara stað, hóast hann nóg illa átti tvísifrað tal av atkvøðum og heldur ikki hevði komið inn í býráðið, fyrr enn Lisbeth var farin út.
Sjálvandi fekk hon onga undirtøku fyri hesum høpisleysa uppskoti, tí eingin kundi liva við, at høvuðsstaðurin fekk ein marginalpolitikara, ið ikki var valdur inn í fyrstu syftu, sum borgarstjóra. Í aðru atløgu royndi hon so at skjóta annað borgarstjóraevni upp, men øllum stóð greitt, at dagsskráin hjá Lisbeth L. Petersen var, at tað »bara ikki mátti gerast Heðin Mortensen«!
Og so tosa hesi fólkini um persónlig áhugamál! Ótrúligt! Her hevði Lisbeth møguleikan at taka við landsins hægsta leiðarasessi, men valdi at siga hann frá sær, tí hon heilt opinlýst ikki toldi gronina í mær! Hetta var hvørki fyrstu ella síðstu ferð, at hon vísti sítt sanna politiska andlit, og fáur man ivast í, at Føroya land kann fegnast um, at ein slíkur persónur heldur ikki endaði sum ovasti leiðari í Tinganesi!
Loyniliga valagnið
Annað dømi um hennara ótrúliga og ófatiliga illvilja ímóti mær, var eina ferð eftir ein landsfund í flokkinum, tá eg dagin eftir skuldi av landinum í arbeiðsørindum, men saktans kundi avlýst ferðina, um brúk var fyri mær í tinginum, har eg var eykamaður. Eg fekk at vita, at eg púra róliga kundi fara avstað, tí tað bleiv ikki brúk fyri, at eg traðkaði til á tingi.
Men komin vestur á flogvøllin fekk eg í eini telefonuppringing at vita, at nú stóð Eilif Samuelsen og trippaði í gongini í løgtinginum, tí Lisbeth vildi hava hann at taka sæti á tingi fyri seg. Sjálvandi varð tað av ongum, tí tingskipanin loyvir ikki slíkari manipulatión, og sjálvandi miseydnaðist eisini henda kvettroyndin. Hetta fortelur bara eitt sindur um, hvussu høgt eg havi verið í metum í mínum egna flokki, ta tíðina eg var limur í Sambandsflokkinum.
Øll minnast tað fullkomuliga kiksaða løgtingsvalið, tá Lisbeth L. Petersen tosaði um ein ótrúliga góðan skattalætta, sum Sambandsflokkurin hevði uppskot um. Trupulleikin var bara, at hon ikki vildi út við, hvussu hetta uppskot sá út, men at tað var loyniligt. Hetta gjørdist mikil stuttleiki fyri fólk úr hinum flokkunum, og veljararnir høvdu eisini skilt, hvussu lítið skil var á, tí á valinum fekk Sambandsflokkurin stóra afturgongd í mun til tey metúrslit, veljararakanningarnar annars høvdu spátt.
Sjálvur hevði eg tó eitt gott val og trivaliga framgongd, kanska tí eg arbeiddi opið og ikki í loyndum! Men fyri tað skuldi eg ikki loyva mær at vera so frekur, at eg skuldi vænta mær at fáa nakra politiska ávirkan. Nei, soleiðis spælir klaverið ikki í Sambandsflokkinum, har tað altíð eru tey persónligu áhugamálini, ið standa fremst – ikki minst, tá tað ræður um at halda onkran av sínum egnu uttanfyri.
Tá samgongan eftir hetta ússaliga valið fyri flokkin skuldi skipast, kom enn eina ferð til sjóndar, at tað ikki fór at koma upp á tal, at Sambandsflokkurin fekk landsstýrismann í Suðurstreymoy, tí so hevði prísurin verið, at Heðin Mortensen kom inn á ting. Tað mátti opinbart bara ikki henda, hóast tey flestu mundu vera á einum máli um, at Kaj Leo Johannesen tá var eitt upplagt evni til at seta seg í ein av landsstýrissessunum.
Farvæl og takk!
Tá talan er um Tórshavnar býráð, hevur persónliga mótstøðan ímóti mær frá floksfeløgum ikki verið minni, so leingi eg havi verið í Sambandsflokkinum. Tey, ið skuldu verið dyggastu stuðlarnir, hava arbeitt ímóti við hond og fót, og tað hevur ikki kostað flokkinum so lítið hesi árini.
Sambandsflokkurin hevði eitt gott kommunalval og skuldi í fyri seks árum síðani skipa samgongu saman við Fólkaflokkinum. Men her vóru heilt greitt onkrir innanhýsis lekar, ið spældu hund, tí hóast vit avtalaðu taktikk í sambandi við samráðingarnar, so visti Fólkaflokkurin alla tíðina, hvat okkara næsta stig fór at verða, og tí var hopileyst at stríðast fyri at vinna Sambandsflokkinum ta ávirkan, valúrslitið hevði lagt upp til.
Ein kann bara gita sær til, hvør hevur likið og ikki, men í øllum førum var enn eina ferð greitt, at her varð alt ofrað, so tað barasta ikki skuldi eydnast Heðini Mortensen at fáa nakað burturúr. So kundi tað annars gera tað sama, hvussu gekst við flokkinum!
Og søguna um síðsta kommunuvalið kenna øll eisini, har tað somuleiðis var vónleyst at vinna Sambandsflokkinum ávirkan, tí ein avtala longu var gjørd millum Jan Christiansen og Høgna Mikkelsen um, at Høgni í einum og øllum skuldi stuðla Jan, so hann kundi aftur sleppa at sita í borgarstjórasessinum í fýra ár. Er hetta trúskapur ímóti Sambandsflokkinum? Eg spyrji bara!
Hetta endaði sum sagt við, at flokkurin vendi mær bakið og tveitti meg út, og harvið kundi tað so verið liðugt og friður. Men nú Sambandsflokkurin enn eina ferð hevur sett seg sjálvan í eina pínliga støðu, tí Bárður Nielsen hevur lagt frá sær og Kaj Leo Johannesen vil sleppa í landsstýrið, samstundis sum tað merkir, at javnaðarmaðurin Heðin Mortensen kemur inn á ting, sum veljararnir hava valt, kenni eg meg noyddan at leggja kortini á borðið.
Sambandsflokkurin kundi lættliga sloppið undan øllum hesum ruðuleikanum við at peika á onkran annan enn ein úr Suðurstreymoy at fara í landsstýrið, so var einki meira at tosa um. So var friður, og alt hevði fingið frið í gloymskunnar havi. Men Sambandsflokkurin vildi eftir øllum at døma sleppa at geva mær enn eitt asnaspark.
Gjøgnum øll míni 20 ár sum virkin limur í Sambandsflokkinum havi eg gjørt mítt besta fyri at vunnið flokkinum atkvøður og ávirkan. Sum sæst omanfyri, hevur flokkurin bara ongantíð havt hug at lønt hart stríð aftur við øðrum enn myrkaspæli og ljótum taktikki, ið bert hevði til endamáls at halda meg burtur.
Nú tað enn eina ferð snýr seg um tingsessin í Suðurstreymoy, sum er komin í klemmu, orsakað av at Sambandsflokkurin hevur tveitt meg út og eg síðani havi tikið av tilboði um at gerast limur í øðrum flokki, Javnaðarflokkinum, skal eg bara heilsa og siga, at eg skyldi ikki Sambandsflokkinum nakað sum helst!
Flokkurin hevur øll árini bert viljað havt atkvøðurnar og ikki mannin. Nú kann flokkurin eiga atkvøðurnar, men mannin fær hann ikki! Farvæl og takk!