íslendingar, tá teir valdu loysing frá Danmørk, at har vóru so gott sum 100% fyri at loysa. Eg var har tá, og har hoyrdist ikki um nakran, sum royndi at ræða fólk frá at velja loysing. Tað vóru menn. Sjál [...] vorðin. Men veit maðurin ikki, at tað er undir hesum sambandslandsstýrinum, at hann er vaksin so óhugnaliga. Eisini skrivar hann um, at tá vit skulu ráða okkum sjálv, fer fólk at rýma av landinum. Hvat munnu [...] hasin maðurin ikki, at tað var undir hesum vælsignaða ríkissambandinum við Danmark, at fólk rýmdu av landinum. Ikki hevur tað verið betri enn so; umframt at danir snýttu okkum fyri fleiri milliardir krónur
stóra niðurskurðinum í kvotuni eystan fyri hjá flakatrolarunum. Sørvágstrolarin »Vesturvón«, sum byrjar nýggjan túr aftur í morgin, hevði 5000 tons í rundum eystan fyri í fjør, men í ár er henda kvota bert [...] »Vesturvón« fer á svartkalvaveiðu í ár, sigur reiðarin Ólavur Petersen, at tað velst alt um, hvussu fiskiskapurin verður eystan fyri í ar. Seinast frættist frá flakatrolarunum, lógu teir um 30-40 tons um [...] frystaríið tekur 900 tons. Ætlanin er at flakavirkið West Fish, sum nú húsast í øðrum bygninginum hjá Pf. Vesturvón, skal leiga henda størra bygningin, tá ið hann er klárur at taka í brúk, helst einaferð í summar
nøktandi, hevur felagið valt at lækka tryggingargjaldið. Hinvegin hækkaði gjaldið fyri stormtrygging tann 1. apríl 1993, og ein sjálvábyrgd varð áløgd fyri stormskaðar fyri at avmarka hækkingina. Henda hækking [...] Til hetta kann upplýsast, at um tygum í 1980 høvdu tryggjað ogn tygara móti fylgjandi skaðaorsøkum: eldi, vatni, stormi, omanlopi, glopraregni og frostspreinging, var gjaldið fyri hesa trygging 4,5 o/oo av [...] av tí tryggjaða virðinum. Sama trygging kostar í dag 2,25 o/oo av tí tryggjaða virðinum, tvs. at gjaldið er lækkað frá 4,5 o/oo til 2,25 o/oo, svarandi til eina lækking uppá 50%. Føroya Brunatrygging hevur
í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu eru teinarnir so stuttir at koyra, soleiðis at so lítið av tíð er at vinna inn, hóast tú setir ferðina upp. Siga vit, at vit t.d. koyra av Eiði [...] løgtingsmann úttala seg um, at hámarksferðin átti at verið hækkað. Hetta tykir mær sera løgið at hoyra frá einum manni, sum við hinari tunguni samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur [...] fram, soleiðis at tað knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í
fekk at vita, at farloyvið er bert 24 vikur, og at tað er prísurin fyri at hava arbeiði. Eg havi eitt »gott« arbeiði og útbúgving. Tað er so galið, at eg eri líka við at siga arbeiðið frá mær, fyri at kunna [...] mðr. gamalt. Tí verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta vanliga føði longu tá hon er 4 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg vildi helst givið henni [...] Møguleikin at verða smittaður er jú størri. Dóttur mín er bróstabarn. Hon tekur hvørki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvirhøvur at fáa nakran at ansa
sostatt hava lutfalsilga stutta tíð at spara upp til eftirlønarárini. So mikið er greitt, at við teirri gongd, sum tryggingarstjórin vísir á, at so ber til at siga, at tess sterkari tú stendur á arbeiðs [...] landsstýrismanninum var, at tað almenna ikki framyvir fer at hava ráð til at fíggja eina nøktandi eftirløn til øll, og játtanin tískil má brúkast til tey, sum eru ringast fyri, tá ið tey kom í eftirlønaraldur [...] Eliasen grundleggjandi samdur við landsstýrismannin í hesum, at tað almenna ikki framyvir verður ført fyri at figgja eina nøktandi eftirløn fyri allar samfelagsborgarar. - Hóast almenna fólkaeftirlønin í
eginpening ella egnogn, ja, so stendur tað púra greitt fyri mær, at onkur annar/onnur má gjalda hesa upphædd fyri meg og hús mítt, soleiðis at eg sleppi frá at pína ína egnu budgettkonto! Harvið kann eg eftir [...] undir uppá, at finna eina loysn í málinum viðvíkjandi framtaksgrunninum, sum hevur fyri neyðini at økja um eginognina, og so løgið sum tað ljóðar, so skal hetta gerast á ein slíkan hátt, at lánspeningur [...] Løgmaður heldur fram: »Frá danskari síðu hevur einki verið í vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital«. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast púra í ørviti av slíkum villleiðandi
nevndini um at fáa undirtøku frá aðalfundinum um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Og tað fekk nevndin dygga undirtøku fyri. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at næstan allur [...] Orsøkin til at Havnar Handverkara tekur so álvarsligt stig mótvegis meginfelagnum, er, at tey í Havnini føla seg so illa traðkað av Føroya Handverkarafelag, at tey síggja ongar møguleikar fyri framhaldandi [...] jóltíðir, tá ið vit góðtóku, at fyrrvernadi skrivarin í Havnar Handverkarafelag, (Høgni Højgaard, blm.) bleiv fastur skrivari í Meginfelagnum. Tað gjørdu vit fyri at útihýsa, at persónligar forðingar skuldu
vinnulívið, at tað er so trupult at fáa nakað at bera seg. Tað er ikki uppgávan hjá vinnulívinum at hugsa um at skapa arbeiðspláss. Fólk skulu eggjast til at seta pengar í vinnulívið tí tey rokna við at teir [...] Hans Andrias Joensen sigur, at hann tekur fult undir við, at íløgustuðulin eigur at verða tikin av nú. Hann sigur, at tað kann aldrin bera til, at tað kemur óvart á reiðarar, at íløgustuðulin verður tikin [...] ar, so tað fæst at bera seg. Men gongur tað framvegis ikki, er at gevast og at royna seg í onkrari aðrari vinnu Soleiðis eiga vinnulivsfólk at hugsa, heldur enn bara at hugsa um at fáa slanguna í
vitnisburð saman við gomlum og nýggjum vinum. - Náttarrenning. - Bálmat. Nærri fæst at vita um Familjuleguna 1998 við at seta seg í samband við Vitan, har ein eisini skal tekna seg. Vitin, Haurumsvej 35 [...] undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. [...] kórvenjing í húsinum. Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura