tingar vísir, at alsamt færri børn fáa barnakoppsetingarnar. Henda gongdin byrjaði undir koronutíðini. Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, heldur tað vera nærliggjandi at hugsa, at hetta er ein avleiðing [...] orsøk kann vera, at foreldur ikki vilja koppseta børnini, men tað kann eisini vera, at tey gloyma tað. Tí arbeiðir Heilsustýrið við einari skipan, sum minnir foreldur á, tá tíð er at koppseta børnini. [...] Um talið á koppsettum børnum heldur fram at lækka, er vandi fyri, at vandamiklar umfarsjúkur, sum koppsetingar hava beint burtur, fara at ganga aftur. Tá talið av koppsettum var hægst, var eitt nú eingin
sigur hann. – Hesi átøk sýnast at vera besta – ella kanska at síggja til einasta – amboð hjá serfrøðini til tess at minka um veiðitrýstið og fáa fiskastovnarnar aftur at vaksa. Tá friðað/stongt og avmarkað [...] landingartølini seinnu árini hugsast at hava nakað samband við veiðitrýst og friðaðar/stongdar fiskileiðir á landgrunninum? Í viðmerking til spurningin vísir Bárður á Lakjuni á, at landingartølini – serliga fyri [...] avmarkað hevur verið í eftirhondini mong ár, og tað framvegis ikki sær út til, at landingartølini gerast hægri, so er tíð til at seta spurningar við átøkini, heldur hann. – Hví kemur so lítið av fiski upp
friðartíð verður ikki roknað við, at fleirtjóða NATO-herdeildir hava høvuðssæti í Finnlandi. Svøríki er biðið um at standa á odda fyri einum Nato-høvuðssæti, sum ætlanin er at vera í Norðurfinnlandi. Tað boðaði [...] væntandi ikki at hava eina varandi fleirtjóða hermegi í friðartíð, skrivar tíðindastovan TT. Nato-londini fara væntandi at senda eindir til venjingar í finska høvuðssætinum, soleiðis at ein herur kann [...] tíðindastovan TT. Endamálið við høvuðssætinum er, at tað skjótt skal kunna stuðla verjuni hjá Finnlandi, um kríggj skuldi verið. Hetta er gjørt sum ein liður í at avleiða møguligar fíggindar frá einum álop.
ferðini, sum vitlíki mennist í, er tað alneyðugt, at Føroyar og hini londini í útnorðri fylgja við. Neyðugt er við vitan og handling, sum tryggjar, at føroyska málið og føroyska mentanin verður varðveitt [...] r fyri at umrøða og kjakast um verandi og komandi møguleikar við vitlíki í Føroyum, og um hvussu tøknin kann ávirka framtíðina. Um útnorðurdagin Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein [...] hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll
búskaparvøkstur. Men Aksel V. Johannesen er ikki samdur við Bárði á Steig Nielsen, at støðan er so ring, at æltanin um at niðurlaga ríkisveitingina úr Danmark skal takast til nýggja viðgerð. – Í samgongusemjuni [...] løgmanssessinum, Bárði Nielsen. Formaður Sambandsfloksins spurdi soleiðis: 1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt? Bárður á Steig Nielsen vísti [...] rin tað fyrivarni við, at: »Um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað«, sigur løgmaður. – Tað er rætt, sum spyrjarin nevnir, at Búskaparráðið í síni seinastu
sum samgongan er í ferð við at gera nakað við. Landskassin hevur eina stóra avbjóðing sum frá líður, og tað ger hendan samgongan eisini nakað við. Tí er bæði rætt og rímiligt, at vit halda fast við gjørdu [...] Tjóðveldisflokkinum halda vit tað hevði verið mest haldført at sett ferðina á minkingini upp. Blokkurin er alt for lítil í mun til virðið at eiga Føroyar, men alt for stórur í hugaheiminum hjá nógvum fólkum
fyritøkan Gold Apollo avsannar, at hon hevur nakað við mongu persónsøkjararnar at gera, sum brustu í Libanon týsdagin. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters. Fráboðanin kemur eftir, at fleiri miðlar - teirra millum [...] New York Times og Reuters - hava skrivað, at persónsøkjararnir komu frá Gold Apollo. Áðrenn persónsøkjararnir vórðu sendir, skal Ísrael hava tryggjað sær, at spreingievni vórðu sett í teir, siga ónevndar [...] keldur við teir báðar miðlarnar. Men Gold Apollo sigur, at tað var eitt felag, sum eitur BAC, sum framleiddi persónsøkjararnir. BAC hevði loyvi at brúka merkið hjá Gold Apollo, men taiwanska fyritøkan var
Nú kvøldskúlaárið skjótt byrjar, kunnar Fuglafjarðar Kvøldskúli um, at tey byrja at taka ímóti tilmeldingum í dag. Tilmeldingin letur upp á www.ffk.fo í dag klokkan 13, og her eisini fleiri nýggj og spennandi [...] eftir jól, og hesi verða rópt várskeið. Úr Fuglafirði verðu sagt, at skeiðini eru til allar aldursbólkar, og her eru umleið 50 ymisk skeið at velja ímillum. - Vælkomin til eina gevandi og innihaldsríka frítíð
Japanskir myndugleikar halda, at hann leyp á japanskar hvalaveiðumenn, sum fangaðu og drupu hval og forðaði teimum í at gera tað. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava verið við til at elva til skaða á ein persón [...] áheitan um at sleppa Paul Watson leysum. ES-kommisserurin fyri heilsu og matvørutrygd, Stella Kyriakides, helt seg frá beinleiðis at kritisera Danmark í røðu síni. Men hon legði dent á, at ES yvirhøvur [...] Umhvørvisaktivisturin Paul Watson eigur at verða leyslatin heldur enn útflýggjaður til Japan. Tað vóru boðskapurin frá fleiri limum í ES-tinginum í dag. Undir einum kjaki um, at Danmark og Grønland hava fongslað
milliard. Tað ber illa til at siga, at hetta ikki eru stórar íløgur. Andstøðan hevur, hóast nógv av hesum eru góðar íløgur, mælt frá at samtykkja tær í verandi løtu. Bæði tí at stórar óvissur eru um kostnaðin [...] Man er farin undir at umvæla skúlabygningar á Frælsinum, ið verða mettir at kosta hundraðtals milliónir, tá samanum kemur – og haraftrat er gongd sett á Kampus verkætlanina, ið væntast at kosta eina milliard [...] Løgmaður, vit kunnu halda áfram at peika eftir hvørjum øðrum. Vit kunnu eisini velja at gera okkurt við avbjóðingarnar. Fá í lag eina langtíðarløguætlan, har allir flokkar fáa sítt at siga! Beinir Johannesen,