Umleið 50 skeið eru at velja ímillum

- Vælkomin til eina gevandi og innihaldsríka frítíð, siga tey í Fuglafjarðar Kvøldskúla, har tey byrja at taka ímóti tilmeldingum til kvøldskúlan í dag.

Nú kvøldskúlaárið skjótt byrjar, kunnar Fuglafjarðar Kvøldskúli um, at tey byrja at taka ímóti tilmeldingum í dag.

 

Tilmeldingin letur upp á www.ffk.fo í dag klokkan 13, og her eisini fleiri nýggj og spennandi skeið á skránni. 

 

- Okkurt skeið er fyri tey morgunfrísku, skeið eru fyri tvey ættarlið, og her eru kreativ skeið, umframt skeið, sum stimbra bæði likam og sál.

 

Flestu skeiðini hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla byrja eftir heystfrítíðina, tó eru onkur skeið skotin í gongd nú.

 

- Nøkur skeið byrja eftir jól, og hesi verða rópt várskeið.

 

Úr Fuglafirði verðu sagt, at skeiðini eru til allar aldursbólkar, og her eru umleið 50 ymisk skeið at velja ímillum. 

 

- Vælkomin til eina gevandi og innihaldsríka frítíð, siga tey í Fuglafjarðar Kvøldskúla.