Taiwansk fyritøka noktar at standa aftanfyri sprongdar persónsøkjarar

Fleiri miðlar skriva, at Gold Apollo hevur latið sprongdu persónssøkjararnar í Libanon. Felagið noktar.

- Tað var ikki okkara vøra. Tað einasta var, at tað hevði okkara navn á, sigur stovnarin av Gold Apollo, Hsu Ching-Kuang, um pagararnar, sum brustu í Libanon týsdagin. - Mynd: Ann Wang/Reuters

Taiwanska fyritøkan Gold Apollo avsannar, at hon hevur nakað við mongu persónsøkjararnar at gera, sum brustu í Libanon týsdagin.

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Fráboðanin kemur eftir, at fleiri miðlar - teirra millum The New York Times og Reuters - hava skrivað, at persónsøkjararnir komu frá Gold Apollo.

Áðrenn persónsøkjararnir vórðu sendir, skal Ísrael hava tryggjað sær, at spreingievni vórðu sett í teir, siga ónevndar keldur við teir báðar miðlarnar.

Men Gold Apollo sigur, at tað var eitt felag, sum eitur BAC, sum framleiddi persónsøkjararnir. BAC hevði loyvi at brúka merkið hjá Gold Apollo, men taiwanska fyritøkan var annars ikki við, stendur í fráboðanini.

- Tað var ikki okkara vøra. Tað einasta var, at tað hevði okkara navn á, sigur stovnarin av Gold Apollo, Hsu Ching-Kuang, sambært Reuters.

Eftir útsøgnirnar til Reuters hevur Gold Apollo útgreinað fyri tíðindastovuni AP, at BAC Consulting KFT hevur heimstað í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest.

Myndir úr Libanon vísa brotnar persónsøkjararnir við sniðum og klistrimerkjum, sum eru í samsvari við vørurnar hjá Gold Apollo.

- Vit geva bara loyvi til, at tey kunnu brúka okkara merki. Vit eru ikki við í sniðgeving ella framleiðslu av vøruni, skrivar Gold Apollo í fráboðan.

Stovnarin av Gold Apollo segði í fyrsta umfari, at persónsøkjararnir komu frá einum evropeiskum felag.

Fleiri persónsøkjararnir, sum limir í Hizbollah-rørsluni høvdu uppi á sær, brustu upp á ein tíma seinnapartin týsdagin í Libanon.

Níggju fólk eru deyð, meðan næstan 3.000 eru særd.

Stovnarin av Gold Apollo heldur, at felagið er vorðið eitt offur í málinum.

- Vit eru kanska ikki ein stór fyritøka, men vit eru ein ábyrgdarfull fyritøka. Hetta er sera eyðmýkjandi, sigur hann sambært Reuters.

Enn er ikki alment staðfest, hvat elvdi til spreingingarnar. Ísrael, sum sambært summum fjølmiðlum stóð aftanfyri, hevur ikki gjørt viðmerkingar til málið enn.

 

/Ritzau/

 

 

- Tað var ikki okkara vøra. Tað einasta var, at tað hevði okkara navn á, sigur stovnarin av Gold Apollo, Hsu Ching-Kuang, um pagararnar, sum brustu í Libanon týsdagin. - Mynd: Ann Wang/Reuters