Í friðartíð verður ikki roknað við, at fleirtjóða NATO-herdeildir hava høvuðssæti í Finnlandi.
Svøríki er biðið um at standa á odda fyri einum Nato-høvuðssæti, sum ætlanin er at vera í Norðurfinnlandi.
Tað boðaði svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, frá í dag á felags tíðindafundi við verjumálaráðharran í Finlandi, Antti Häkkänen.
Hetta skrivar svenska tíðindastovan TT.
Endamálið við høvuðssætinum er, at tað skjótt skal kunna stuðla verjuni hjá Finnlandi, um kríggj skuldi verið.
Hetta er gjørt sum ein liður í at avleiða møguligar fíggindar frá einum álop.
Finnland hevur eitt 1.300 kilometrar langt mark við Russland.
Sambært SVT leggur Pål Jonson dent á, at planleggingin er í góðari tíð. Uppskotið um, at Svøríki fær fremstu ábyrgdina av høvuðsstøðini, skal góðkennast av hinum NATO-limunum, vísir hann á.
##med2##
Nato hevur longu átta stríðsbólkar sum ein part av nærveruni eystanfyri.
Men høvuðssætið í Finnlandi fer væntandi ikki at hava eina varandi fleirtjóða hermegi í friðartíð, skrivar tíðindastovan TT.
Nato-londini fara væntandi at senda eindir til venjingar í finska høvuðssætinum, soleiðis at ein herur kann setast skjótt út, um kríggj brestur á í Lapplandi, skrivar tíðindastovan.
Svøríki, sum ábyrgdarhavandi land, kann noyðast at útvega millum 15 og 30 starvsfólkaoffisarar, verður mett. Tey skulu hava ábyrgdina av planlegging, venjingum og leiðslu av rakstrinum á staðnum. Men verður kríggj, so er tað Nato, sum stendur á odda fyri herdeildunum.
Avgerð er ikki tikin enn, men høvuðssætið skal kunna koma í gongd í 2026, skrivar TT.
Svøríki søkti um upptøku í vesturlendska hernaðarsamgonguna Nato á vári 2022 saman við grannalandinum Finnlandi. Tað hendi eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina.
Finnland gjørdist 31. limur í samgonguni í apríl í fjør, meðan Svøríki gjørdist 32. í mars í ár.
Danmark stendur á odda fyri einum Nato-deildarhøvuðssæti í Lettlandi, sum hjálpir til at samskipa landherdeildirnar. Tað arbeiðir tætt saman við stríðsbólkum í Lettlandi og Estlandi.
/Ritzau/