nøkur uppskot. Tey mest ítøkiligu eru at skipa so fyri, at Mitens hús og Tórs Cafeteria verða gjørd til dagstovnar umframt at frítíðarplássini í B36 húsinum og KFUM verða umskipað til dagstovnapláss, nú allir [...] kommunumálum og greitt frá støðuni hjá barnafamiljum í Havn. Hóast hann skilur støðuna, sigur hann, at tað er upp til kommununa at loysa spurningin. ? Tað hava vit tikið til eftirtektar og fara framyvir at tosa [...] kann gera tær stóru íløgurnar, tað vil siga byggja dagstovnar. Men tað ber til at finna høli og hús og umbyggja tey til endamálið. Loysnir nýtast ikki at kosta tær stóru upphæddirnar, sigur Heri Joensen
um brekku og til óbótaligan skaða. Men vísindamaðurin heldur tað vera skilagott at gera broytingar, og tað er júst tað, sum føroyski Javnaðarflokkurin hevur gjørt seg til talsmann fyri. Men at krevja loysing [...] nú! Hví? Tí teir tora ikki at geva svarið sum er, at okkara vælferðarsamfelag fer fyri bakka. Vit fáa fólkaflyting og armóð fyri loysing, og tað er ein alt ov høgur prísur at gjalda. Tí tiga loysingarflokkarnir [...] lokkarnir við svarinum. Og at lata danir gjalda fyri at vit loysa frá teimum, tað er óverdugt og mannminkandi. Javnaðarflokkurin sigur, at tað skulu stoltar loysnir til stoltar avgerðir. Vit hava beint
sosialu skipanina« og at tað er tí, at sosialráðgevararnir bert sita og venda kvittanum og pappírum. Tað verður ikki kravt meira av teimum. (Man tað passa)? Sjálvt sosialráðgevararnir verða gjørdir til ein [...] javnaðarmenn einki við tað at gera. Hatta var bæði ósakligt og býtt. Niðurstøðan í greinini, er á so lágum støði - at finna uppá at siga, at hugburðurin hjá javnaðarmonnum er at »niðurbinda fólk í sosialu [...] arbeiði«. Í mínari verð er tað øvugt. Tað er heldur leiðslan, sum man vera trupulleikin, uttan at eg kenni nakað til tað. Eg fari ongantíð at vera ósamd við nøkrum í tí, at lógir og reglur skulu hóska til
Evropa, og tað, eg fái at vita, er, at nú fara teir at gardera seg við fiski úr Íslandi, heldur enn at líta á, at fiskur kemur úr Føroyum. Óprofessionelt Jóannes Martin Hansen dylir ikki fyri at eftir hanasa [...] ganga og billa sær inn, at teir eru so óluksáliga professionellir. Tað eru teir eisini á summum økjum. Veiðiliðið og framleiðsluliðið gera eitt avbera gott arbeiðið. Og tað sæst aftur í, at fiskurin [...] Føroyum, og selur hann víðari suðuri í Evropa. Hann sigur, at tað, sum hann hevur fingið at vita frá sínum kundum longri suðuri í Evropa er, at teir hereftir fara heldur at leggja seg eftir at keypa fisk
ella kanska seinni, um tað kemur at laga seg so - leggja doyin á, at tað verða teir veruligu trupulleikarnir, ið verða loystir í hesi samvinnu við danir. Minst til, at danir hava alt at missa - ikki vit. [...] niður til Danmarkar fyri at gera slætt borð, so vit kunnu fáa eina nýggja byrjan í Føroyum. Her er ongin ivi í mínari sál, at soleiðis skal tað vera. Vilt tú eisini tað, so eigur tú at stuðla Sambandsflokkinum [...] Tað var ikki fyrr enn síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum, at føroyskur politikkur fekk hesa skuld at dragast við, men síðani hon kom, hevur hon bert vaksið um seg sjálva, so hon í dag oyðileggur allar
av og í fullum álvara fyrigykla veljarunum, at settar verða so og so nógvar milliónir av á fíggjarlógunum fyri 1990 og ár 2000, tá skal ikki meira enn vanligt vit og skil til at finna útav, at tað er [...] Vestmannasund. Tað er eisini ein óreingiligur veruleiki, at orsøkin til tann politiska glantrileikin, ið fór fram tá serstakur grunnur varð settur á stovn, hevði eittans endamál, og tað var at bjarga samgonguni [...] Men óansæð, hvussu nógv hann nístur, so er tað ein óreingiligur veruleiki, at áðrenn Sámal P. í Grund fór undir at kanna undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði í Íslandi, var ikki eitt klovið oyra sett á
degi, og gitingarnar eru óførar um, hvørjir flokkar verða sigursharrar, og hvørjir samgongumøguleikar verða eftir valið. Gitt hevur verið, at loysingarflokkar s.s. Fólkaflokkurin, Tjóðveldið og Sjálvs [...] bardagin er liðugur, og at Sambandsflokkurin aftur er vorðin friðarflokkur og álitisflokkur. Men fyri Føroya fólk er nú ongin ivi um, at bert ein flokkur er mentur at ganga á odda í at verja ein virðiligan rí [...] ríkisfelagsskap, og tað er Javnaðarflokkurin. Og noyðast vit at verja hann einsamallir, ja, so gera vit eisini tað. Gleðiligar páskir. Heri H. Niclasen, valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi
bert verður framd, fyri at fáa fyrningarfreistina burtur og vóna, at tað eydnast Landsstýrinum og donsku stjórnini at fáa samráðingarnar í lag. Knud Heinesen hevur nú biðið sínar løgfrøðingar seta seg í [...] verður gjørt, fyri at tryggja okkum, at um Landsstýrið og stjórnin ikki koma til eina loysn, so eigur grunnurin ikki verða forðaður í at leggja seg út í málið. Tí fara vit møguliga at stevna í øðrum sambandi [...] óbroytt. Tá tað ikki eru útlit fyri at samráðingarnar kunnu verða lidnar áðrenn 30. apríl, tá freistin er úti, er stevningin ein loysn, sigur Knud Heinesen. Vit taka tað sum givið, at stevningin bert
flestu munnu vita, at tað var hagar, at bretar sendu sínar lógbrótarar og brotsmenn fyrr, og hesi eru nú 200 ár seinni vorðin til australiarar. Tað er sjálvandi eitt sindur óreint at siga, men hetta leggur [...] var so 'porøst', at regnið fór niður ígjøgnum, og við árunum - túsundtals árum - sum vatnið varð hitað og kølt niður av nátt og dag, brast steinurin so at siga. Hvussu tað bar til at teir brotna so neyvt [...] enn at taka ein "busspakka". Aftaná at hava tømt tveir tangar av bensini - tað er tað sama sum at koyra úr Sumba til Fuglafjarðar 3 1/2 ferð - náddu vit júst at síggja sólina seta. Vit steðgaðu og fóru
heldur, at dómaraparturin í føroyskum fótbólti hevur ment seg seinnu árini, og hann roknar við, at omanfyri nevnda eisini fer at koma upp á pláss: ? Tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at flestu [...] taka okkum av frálæruni, so fer tað ikki at bera til hjá okkum eisini at vera próvdómarar. Sum í øllum øðrum útbúgvingum, so er tað eisini galdandi í hesari útbúgvingini, at próvdómarin skal koma úti frá [...] aktivir spælarar. Nú eru tað fleiri, sum taka dómarauppgávuna á seg, tá teir eru givnir at spæla, og vit hava eisini fleiri dømi um, at ungir menn seta dømingina fremst, og tað boðar frá góðum. Skal nakað