seta nevndina, og hetta tóku allir 31 hjástaddir tingmenn undir við eftir drúgvan orðadrátt. So nú er ætlanin, at nevndin skal koma við broytingaruppskotum, sum flest kunnu taka undir við. Eisini skal [...] gjørdar í lønar- og eftirlønarviðurskiftum tingmanna. Spurningar sum vóru umrøddir vóru m.a. hvørt tað er ráðiligt at tingmenn sum einasti bólkur í samfelagnum, skulu ásteta sína egnu løn. Og tað at tingm [...] Vantandi fyrireikingar Jenis av Rana úr Miðflokkinum setti eina yvirskrift til málið, og var hon, at her manglar eitt grundleggjandi kanningararbeiði. Hann vísti á, at vit áttu at gera sum í Íslandi, har
henda fyrispurning, er tann mótsigandi, ógreiði og ørkymlandi boðskapurin, ið landsstýrið seinasta hálva árið er komið við, tá talan er um sjúklingaviðgerð uttanlands. Í hesum máli er trupult at síggja ta [...] fyri viðgerðarstaðið, tá talan er um ambulanta sjúklingaviðgerð? Næsti spurningur er um landsstýrið metir føroyska sjómansheimið í Reykjavík at vera nøktandi karm, tá talan er um sjúklingahotel við neyðugum [...] skipast. - Sagt hevur verið, at aftaná at øll viðurskifti eru kannað væl og virðiliga, at alt er útgreinað her heima hjá okkum sjálvum, og greiðar ætlanir eru gjørdar, tá fyrstani verður farið út um landoddarnar
og tað er, at Í morgin er aftur ein dagur. Og so leingi føroyingar eiga fólk sum rithøvundan, Oddvør Johansen, so er eingin orsøk at stúra fyri morgindegnum. - Og sigast kann, at í hvussu er eitt gott [...] lítla samfelagi, men tað er ikki altíð, at vit hoyra so nógv um tað. Tað kemur ann upp á so nógv: lagið á pressuni og kynið á stjóranum t.d. Men tað er eingin, sum sigur, at tað er rætt fyri tí. Satt at siga [...] sum ein vælkoyrandi bilasølu. Tað er tað vit hava brúk fyri. Olja, speed, punk og rock. Nú er well við sløvum paddum. Nú eru tað krónur og oyru tað snýr seg um. Og tað er nú. Men hvar byrja vit so? Skuldu
sum Rakel Helmsdal og Edward Fuglø í felag hava avrikað, er vøkur. Teknarin hevur av álvara spælt sær við svørtum og hvítum, og í fleiri førum er uppsetingin av tekstinum lagað eftir tekningunum. Afturfyri [...] riðilin av ævintýrbrotum gera bara í hendinga føri eina eind. Heildin er í flestu førum postulerað gyklandi, uttan at hon eftir mínum tykki er tað í sjálvum sær. Søgurnar streingja á at vera hugmyndaríkar, men [...] til, nú vit eru í ævintýrheimi, og nettupp tí er tað avgerandi, at logikkurin heldur innan frásagnarkarmar. Tað ger hann minni enn so altíð, og oftast er tað í smálutum, viðhvørt ímillum einstakar setningar
brúkt skip ella byggir eitt nýtt, tá hetta er rætt. Tað er sjálvandi umráðandi hjá felagnum at konsolidera seg, áðrenn tað fer undir risastórar íløgur. Tað er tó greitt, at kemur ikki annað felag inn á [...] grannalond okkara, Ísland, Noreg, Danmark og Skotland hevur ikki bert týdning fyri ferðafólk her og nú. Hetta sambandið er í veruleikanum ein av fortreytunum fyri og eisini ein katalysatorur fyri øktum og mennandi [...] tað tekur tíð til at byggja upp eina nýggja rutu og ikki minst nakað so óvist sum vetrarsigling. Tað er greitt, at tað kemur mongum væl við, at tað ber til at ferðast við skipi helvtina av árinum til Danmarkar
nærkast eini semju í marknamálinum. Uppá fyrispurning hvussu langt vekk ein semja er sigur Brenton, at hon er nær, kanska er hon ikki longur burtur enn einastaðni tíðliga í hesum árinum. Altjóða oljublaðið [...] og tað er henda vitan, sum teir nú vilja bjóða føroyingum lut í. -Í tann mun okkara vitan kann vera til nyttu fyri tykkara myndugleikar eru vit sera fúsir til at lata tykkum fáa lut í henni. Her er m.a. [...] víðgongd krøv í byrjanini sigur Brenton, at hann var ikki samráðingarleiðari tá men heldur hetta er farin tíð og tí er rættari at hyggja frameftir. Vit spurdu bretska samráðingarleiðaran, um ikki bretar hava havt
Neistin er eisini framvegis við í kappingini, og teirra næstu dystir eru móti botnliðunum GÍ/Tjaldrinum og VB, so her skuldi verið møguleiki fyri fýra skjótum stigum til Neistakvinnur. Men tað er sjáldan [...] Hondbólturin er farin í holt við seinna part av kappingini, og tað sær framvegis sera spennandi út. Føroyameistararnir úr VÍF hava tað ikki so lætt í løtuni, og tað er eitt sindur óvæntað, at teir í løtuni [...] hvussu StÍF fer at klára seg uttan toppskjúttan John Petersen, sum er í Schweiz í fótbóltsørindum (lesið annars aðrastaðni á síðuni). Kyndil er framvegis millum FM-favorittarnar, hóast avrikið móti Tjaldrinum
sum altíð er góður fyri nøkur mál, Páll Nólsoy, Andreas F. Hansen, sum hevur víst seg at rigga sera væl sum spælandi venjari hjá Neistamonnum, og Boga Henriksen, sum, tá hann er í stødinum, er ein av bestu [...] eru lyklaspælarar, tað har er talan um ? og tað kann gerast bjargingin hjá KÍF í síðsta enda. Tey flestu eru kortini samd um, at liðið hjá Tjaldrinum, sum tað er nú, ikki er so vánaligt, sum stigatalvan [...] byrjar aftur, fara bæði hann og Rói Árting av liðnum aftur, og so er spurningurin, hvat verður eftir av KÍF-liðnum tá. Einasta liðið, ið er niðanfyri teir á stigatalvuni ? Tjaldrið ? hevur kortini somu t
Tað er ongantíð lætt at skula skriva nakað áhugavert um ein dyst, sum endar 35-14. Í dag er tíbetur longri ímillum tílík úrslit enn tað var fyri nøkrum árum síðani, men tey koma altso framvegis fyri av [...] GÍ/Tjaldrið fór burtur frá mansverjuni. Í hálvleikinum førdi Kyndil 17-8, og longu tá var greitt, at her var einki meira at spæla um. Tá munurin var so stórur, fekk venjarin hjá Kyndli eisini høvi til at [...] sín. Hjá GÍ/Tjaldrinum glógvaði Sunrid Gleðisheygg av og á við nøkrum góðum langskotum, men annars er lítið at minnast aftur á hjá teimum. Tað einasta positiva, GÍ/Tjaldrið fekk burtur úr vikuskiftinum
fyrstu ferð, at Stjørnan tapti á heimavølli. Leygardagin hittust hesi somu liðini so aftur í Havn, og her vann Stjørnan, hóast tær søplaðu eina trygga leiðslu burtur í seinna hálvleiki. Neistin kom annars [...] úr Klaksvík. Johanna Mikkelsen hevði ein av sínum heilt góðu døgum leygardagin, og tá hon hevur tað, er lætt hjá mótstøðuliðnum at falla í fátt. Tú sást heldur ikki nógvar langskotsroyndir frá Neistanum [...] teirra besti spælari leygardagin. Við sigrinum kom Stjørnan upp á sama stigatal sum Neistin, men Neistin er enn frammanfyri við betri málmuni. Bæði liðini hava framvegis stutt upp til oddaliðini Kyndil og VÍF