vinnulív, og vit hava brúk fyri fleiri beinum at standa á. Tað tykist, sum vit bara góðtaka, at tá ið fiskaprísirnir eru góðir, so hava vit tað gott, og tá ið fiskaprísirnir eru lágir, so hava vit tað minni [...] hugskotið er trý ára gamalt, og nú er tað veruleiki. Vit hava hildið, at føroyskt vinnulív hevur manglað eitt forum. Eg veit, at aðrir miðlar gera eitt sindur við vinnutilfar, men nú fær vinnan eitt blað burturav [...] Millum teir eru fleiri royndir journalistar, og eisini journalistar, sum áður skrivaðu fyri Fregnir. Sveinur Tróndarsson, Høgni Mohr, Hilmar Jan Hansen, Malan Johansen og Niels Juel Arge eru millum fólkini
løgmann, sigur hann tó einki um hesa lítlu løtu, vit steðga á Stongunum. Nú bæði Jóannes og John, sum undan valinum vitjaðu á Stongunum, eru afturvaldir, kunnu vit bara vóna, at teir ikki hava gloymt útróðr [...] næstu seturnar. - Hetta er skúrurin hjá Líðhamri, sum er ein 80-tonsari. Vit eru tveir, sum stíla fyri egningini, og umborð á bátinum eru fýra mans. Teir vóru úti næstsíðstu nátt, settu 60 línur og fingu góð [...] enn eru teir ikki komir aftur. Hesaferð royna teir á bleytum botni, og teir eru neyvan væntandi fyrr enn seint seinnapartin. Egnararnir siga, at fleiri bátar loystu í gjárkvøldið ella í nátt, men nú sigur
Íslandi, - Kenslan er ótrúliga góð beint nú. Vit vistu ikki reiðiliga, hvat vit fóru inn til, tí at okkara lið er ikki serliga væl samanspælt. Men tað er frálíkt, at vit kortini vunnu dystin. Undan dystinum [...] nar. - Vit høvdu sæð sjónbandaupptøkur av mótstøðuliðnum, men annars kendu vit ikki heilt til styrkina hjá teimum. Vit trúðu tó upp á okkara kjans, men kortini haldi eg, at tær flestu helst eru eitt sindur [...] sera væl fyri, og eisini eru tær størri enn vit. So vit mugu spæla enn betri enn í dag, um vit skulu fáa nakað burturúr í teimum næstu dystunum. Føroyar spæla ímóti Kekkia í morgin klokkan 19. Dysturin er
Selheyggi jólapakka í fjør, tóku vit hesa myndina. Ikki visti eg tá, at hetta skuldi blíva seinasta myndin, eg tók av míni kæru ommu, og at hetta fór at vera seinasta ferð, vit komu at geva henni jólagávu. [...] men gleðin var stór, tá ið hann aftur kom í skránna, tí hjá eldri fólki eru góðar rutinur í gerandisdegnum av størri týdningi, enn vit ofta geva okkum far um. Tað lá ommu á hjarta, at hennara barnaheim, [...] Stutt eftir viknaði hon, og hennara tíð her á fold var komin at enda. Omma andaðist 15. januar 2013, 92 ára gomul. Omma varð fødd við Gjógv 7. oktober 1920 og var hugnaliga barnaheimið hjá henni Blásastova
fundinum. Fólkini hinumegin borðið vóru til at snakka við, og vónirnar eru góðar fyri framtíðina. ?Vit diskuteraðu allan problematikkin, og vit kunnu bara vera nøgd, sigur Marjun Hanusardóttir. Fyribils er eingin [...] eingin nýggjur fundur er ásettur, men tað verður væntandi ikki leingi. ?Vit hava sett ígongd eina prosess, og nú ætla vit okkum at halda á til alt er liðugt, sigur Marjun Hanusardóttir. Marjun Hanusardóttir [...] hjá landsstýrinum. Føroyski leiðari fyri sendinevndina var løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir. ?Vit eru ígongd við eina prosess. Hetta var fyrsti fundurin í sambandi við yvirtøkulógini á embætismannastigi
ovuni til kaffi. Eisini havi eg havt onkra vitjan á deplinum. Umstøðurnar eru góðar, fólk eru serstakliga fitt og blíð, og vit fáa gott at eta. Eyðun Hansen fór blaðungur til skips í 1974 við línuskipinum [...] tíðin kanska komin til at royna okkurt annað. Eg hevði tá tikið koyrikoyrt til bæði buss og lastbil, og í 2006 legðist eg uppi og byrjaði mína egnu fyritøku við kranabili, har eg eitt nú landaði skip í [...] tveimum umførum. Hetta er eitt tilboð, sum stovnurin veitir fólki við skerdum førleikum. Talan kann eitt nú vera um skaðar, ið hava ført til avlamni, heilabløðingar ella aðrar tilburðir, sum hava gingið út yvir
Liberia hava vit havt barnaheim og stuðlað børnum við skúlagongd. Fleiri av hesum børnum eru nú vaksin og standa á egnum beinum, onnur fáa enn stuðul til framhaldandi skúlagongd. Í fjør byrjaðu vit eisini at [...] felagskapur burturav undir navninum Føroyska barnahjálpin. – Vit eru øllum stuðlum okkara sera takksom fyri stuðulin gjøgnum øll hesi árini. Vit hava altíð verið glað og errin av at kunna siga, at hvørt oyra [...] møguleika høvdu havt til skúlagongd, og tí eru vit sera takksom fyri, at vit kunnu vera við til at geva teimum vón um eina betri framtíð. Í fjør byrjaði Barnahjálpin at stuðla einum skúlaflokki í India, sum
Nú eru so nógvir ólógligir og fátækir innflytarar í Danmark, at við eitt tilvildarligt eftirlit kann løgreglan í Keypmannahavn fylla ein av sínum flutningsbilum eftir fáum tímum. -Teir eru so nógvir, at [...] at bara vit seta spakan í, finna vit eitt ella annað, sigur Kjeld Farcinen, sum stendur á odda fyri útlendingaeftirlitinum hjá løgregluni í Keypmannahavn, við kringvarpið DR. Eisini skattavaldið kennir [...] kennir teupulleikan. -Hetta er ein veksandi trupulleiki, og vit síggja serliga støðugt fleiri fólk úr londum í triðja heiminum. Tá vit koma á vitjan, leypa tey á dyr ella út ígjøgnum vindeygað, so tað er týðiligt
Tað er genialt, og øll eru eisini so fitt og blíð. Hvat hava tit gjørt higartil? Vit byrjaðu á goymsluni, arbeiddu í køkinum, á vaskarínum, og nú eru vit so við portørunum har vit koma við teimum runt [...] arbeitt við hesum í framtíðini? Ja, alt kann henda. Gleða tit tykkum til at sleppa í skúla aftur? Vit gleða okkum at sleppa suður aftur, men ikki í skúla. Hvussu er at vera í Havn? Tað var fínt teir fyrstu [...] Vági, tí har er best. Myndatekstur: Una Egilsdóttir (v.m) og Theresa Joensen úr 9. a í Vágs skúla, eru í starvsvenjing á landsjúkrahúsinum
framhaldandi eftir tí ætlan, sum varð sett út í kortið í 1988. – Vit søkja um byggiloyvi til hitamiðstøðina, so skjótt sum umhvørvisgóðkenningin er komin endaliga uppá pláss. Tað vil siga, tá kæran er avgreidd [...] útsøgnirnar. – Eg haldi tað vera eitt sindur løgið at politikarar úttala seg um málið, áðrenn tey eru kunnað um fakta, sigur Karl A. Olsen. Hann vísir á, at eftir ætlan verður ein kunnandi fundur um málið