Fyrsti fundur um yvirtøkur

Føroysk og donsk embætisfólk hava hildið fyrsta fundin um nýggja yvirtøkuleistin

YVIRTØKUR

Føroysk embætisfólk vóru fyrr í vikuni í Danmark og fundaðust við donsk embætisfólk um nýggja yvirtøkuleistin hjá landsstýrinum.
Føroyski leiðari fyri sendinevndina var løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir.
?Vit eru ígongd við eina prosess. Hetta var fyrsti fundurin í sambandi við yvirtøkulógini á embætismannastigi, sigur Marjun Hanusardóttir.
Løgmansstjórin letur væl at fundinum. Fólkini hinumegin borðið vóru til at snakka við, og vónirnar eru góðar fyri framtíðina.
?Vit diskuteraðu allan problematikkin, og vit kunnu bara vera nøgd, sigur Marjun Hanusardóttir.
Fyribils er eingin nýggjur fundur er ásettur, men tað verður væntandi ikki leingi.
?Vit hava sett ígongd eina prosess, og nú ætla vit okkum at halda á til alt er liðugt, sigur Marjun Hanusardóttir.

Marjun Hanusardóttir var í vikuni á fundi við donsk embætisfólk um nýggja yvirtøkuleistin hjá landsstýrinum.