Nú eru so nógvir ólógligir og fátækir innflytarar í Danmark, at við eitt tilvildarligt eftirlit kann løgreglan í Keypmannahavn fylla ein av sínum flutningsbilum eftir fáum tímum.
-Teir eru so nógvir, at bara vit seta spakan í, finna vit eitt ella annað, sigur Kjeld Farcinen, sum stendur á odda fyri útlendingaeftirlitinum hjá løgregluni í Keypmannahavn, við kringvarpið DR. Eisini skattavaldið kennir teupulleikan.
-Hetta er ein veksandi trupulleiki, og vit síggja serliga støðugt fleiri fólk úr londum í triðja heiminum. Tá vit koma á vitjan, leypa tey á dyr ella út ígjøgnum vindeygað, so tað er týðiligt, at tey vilja ikki tosa við okkum, sigur Christina Steinmetz hjá løgregluni.
Tað er ikki greitt, hvussu nógvir ólógligir innflytarar eru í Danmark, men løgreglan heldur, at teir kunnu vera 40.000 í tali.