60 milliónir at flyta hitamiðstøð

– Tað er sera dýrt at flyta hitamiðstøðina úr Klingruni í Hoyvík á annað stað, sigur nevndarformaðurin í Fjarhitafelagnum, sum hartar býráðspolitikarar fyri at tosa uttan at hava fakta við

– Tað er sera dýrt at flyta hitamiðstøðina úr Klingruni í Hoyvík á annað stað, sigur nevndarformaðurin í Fjarhitafelagnum, sum hartar býráðspolitikarar fyri at tosa uttan at hava fakta við. 

 

Sambært Karl A. Olsen fer tað at kosta 50 til 60 milliónir krónur, bara at flyta ætlaðu hitamiðstøðina burtur úr økinum í Klingruni í Hoyvík, har hon eftir ætlan skal byggjast.

 

Karl A. Olsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, hevur tølini frá ráðgevunum hjá felagnum. Sambært metingunum, ið vórðu lagdar fram á fundi millum Tórshavnar Kommunu og Fjarhitafelagið hósdagin, kann eyka útreiðslan gerast uppaftur størri enn tær nevndu 50 til 60 milliónirnar.

 

Í seinastuni hevur fólksliga mótstøðan móti hitamiðstøðini verið vaksandi, og síðstu dagarnar hava fýra býráðslimir – Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Helena Dam á Neystabø – øll sagt seg vera ímóti at leggja hitamiðstøðina á økið í Klingruni, sum liggur tætt upp at bygdum øki.

 

Nevndarformaðurin í Fjarhitafelagnum sigur seg undrast á útsøgnirnar.

 

– Eg haldi tað vera eitt sindur løgið at politikarar úttala seg um málið, áðrenn tey eru kunnað um fakta, sigur Karl A. Olsen.

 

Hann vísir á, at eftir ætlan verður ein kunnandi fundur um málið fyrsta dagin. Við á tí fundinum verður Tórshavnar Kommuna, eigarafeløgini í økinum og Fjarhitafelagið.

 

Umhvørvisstovan fekk týsdagin felags kæru frá tilsamans fimm eigarafeløgunum í Hoyvík og Inni á Gøtu. Íbúgvarnir í økjunum kæra ta umhvørvisgóðkenning, sum hitamiðstøðin longu hevur fingið.


Les eisini: Eigarafeløg: Ein spurningur um sunna fornuft

 

Sambært nevndarformanninum í Fjarhitafelagnum arbeiðir felagið framhaldandi eftir tí ætlan, sum varð sett út í kortið í 1988.

 

– Vit søkja um byggiloyvi til hitamiðstøðina, so skjótt sum umhvørvisgóðkenningin er komin endaliga uppá pláss. Tað vil siga, tá kæran er avgreidd, sigur Karl A. Olsen.

 

Nevndarformaðurin leggur afturat, at verður eingin hitamiðstøð bygd, so avmarkar tað munandi møguleikarnar at byggja út fjarhitan í høvuðsstaðnum.

 

Orðadrátturin um orkumiðstøðina fær býráðspolitikaran Helenu Dam á Neystabø at reisa spurningin, um tað yvirhøvur er rætt at blíva við at útbyggja fjarhitan í býnum – ella um rættast er at hugsa í øðrum, grønum orkuloysnum.

 

– Støðan við hitamiðstøðini í Hoyvík noyðir okkum býráðspolitikarar at hyggja av nýggjum eftir øllum orkupolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu, sigur Helena Dam á Neystabø.