Eins og mong onnur lond í Evropa, hevur stór smittuspjaðing eisini verið í Italia seinastu tíðina, og í dag vórðu skrásettir 189.000 nýggir tilburðir í landinum - og 170.000 í gjár. Tilsamans hevur Italia [...] vsfólk, løgreglufólk, fólk í herinum og starvsfólk í skúlum skulu vera koppsett. Í einari roynd at minka um smittuspjaðingina, hevur Italia eisini sett krøv upp koppseting í samband við ymiskar frítíð [...] Í Italia ætla politisku myndugleikarnir nú, at øll, sum eru 50 ár og eldri, skulu lata seg koppseta móti koronuvirus frá 15. februar í ár at rokna. Kravið verður galdandi fram til hin 15. juni í ár. Tað
og flogternur 36,9 mió. kr., og í sama tíðarskeiði í fjør vóru starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur 24,0 milliónir. Men í september í 2020 flugu tey ikki meiri enn helvtina av tí tey gjørdu [...] Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sigur við FM1, at næsta ár vænta tey at verða komin upp aftur á sama stig, sum tey vóru í áðrenn korona fór at ganga, ella í hvussu so er har á leið. Atlantsflog [...] fer at koma í lag næsta ár. Men hann vísir eisini á, at nú eru viðskiftafólkini farin at bera seg øðrvísi at enn tey gjørdu fyrr. Fyrr bíløgdu fólk ferðaseðil í góðari tíð, men tað tora tey ikki longur tí
men enn er onki hent. Landsstýrismaðurin segði í tíðindunum í gjár, at vit máttu bíða til fíggjarlógin kemur, fyri at síggja um batar koma. Men vit kunnu ikki bert standa og hyggja at, tí her má handlast [...] Starvsfólkini í okkara sjúkrahúsum, vøggustovum, barnagørðum og í eldrarøktini renna skjótari og skjótari fyri at fáa gjørt sítt arbeiði. Hendan gongdin fer bert at versna, um vit onki munagott gera nú [...] starvsfelagar Í fyrstu atløgu fer Tjóðveldi enn einaferð at leggja fram uppskot, um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk og námsfrøðingar. Starvsfólkini hava leingi rópt varskó, og vit hava í tvey ár heili
hjálparfólk. Nevndin í Pedagogfelagnum góðtók ikki treytirnar, og tí varð verkfall, sigur Sámal Hansen. – Pedagogfelagið fór í verkfall við herrópinum »menniskjaligt haldføri«. Formaðurin í Pedagogfelagnum [...] Tað harmar okkum, at hjálparfólk vórðu tvingað til at fara í verkfall - uttan at fáa ein part av lønarhækkanini. Tað sigur Sámal Hansen formaður í Hjálparfólkafelagnum, nú verkfallið hjá pedagogunum er av [...] hesar samráðingarnar var tað ikki so nógv lønin, sum farið varð eftir, men onnur viðurskifti, sum skuldu bøta um vánaligu arbeiðskorini hjá starvsfólkunum, sigur formaðurin í Hjálparfólkafelagnum. Men hann
Sjúkrahúsverkinum í Føroyum, eru røkt av serlæknum, sum ikki hava bústað í Føroyum. Tað er niðurstøðan, nú Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur svarað einum spurningi í Løgtinginum [...] tilsamans er játtanin til hesi bæði økini hækkað 10,3 milliónir í fjør og í ár. Annars hevur tað eydnast at seta fleiri nýggjar serlæknar í starv í fleiri sergreinum, og tað arbeiðið heldur fram hesi næstu [...] at útskiftingin av útlendskum serlæknaum er so lítil sum gjørligt. Í fíggjarlógunum fyri í fjør og í ár, er játtanin til at seta fleiri serlæknar í starv, hækkað tilsamans 6,4 milliónir. Harumframt
4-2 í Vágum hevur úrtøkan verið 1-1 í Runavík og so tveir trivaligir sigrar í oyggjauppgerðum – 6-0 á Toftum og í dag 5-1 á heimavølli ímóti grannunum úr Fuglafirði. Andreas Lava Olsen var aftur í dag [...] fremsti maður hjá Víkingi, og aftur í dag var hann av álvara á toppinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði hann tvey mál mest sum burtur úr ongum, og nú hevur hann í níggju dystum skorað níggju mál. ÍF [...] sum verður í Fløtugerði ímóti B36, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin við Óla G. Samuelsen í FM1. Málverjin hjá Víkingi Bárður á Reynatrøð er væl nøgdur við gongdina og trivaliga sigurin í dag ímóti ÍF:
Fyri fyrstu ferð í 22 ár spældi Swansea í kvøld ein dyst í europeisku kappingunum fyri feløg, sum hesa ferð var í Europa League, og ikki kann sigast annað, enn at væl gekst, tí manningin hjá Michael Laudrup [...] gina í 2004, fekk Adil Rami útvístan longu í tíggjunda minutti, og longu fyri hálvleik var tað blivið 3-0 til Swansea, og tað takkaði stórur partur av heimaáskoðarunum fyri við at rýma til hús í steðginum [...] merkisvert, at danska Esberg á útivølli í Belgia megnaði at vinna 2-1 á Standard Liège. Ikki minst gjørdist tað dramatiskt og spennandi, tí sigursmálið fall ikki fyrr enn ímóti endanum á teimum fimm minuttunum
Um trý ár verður havnarlagið í Havn tríggar ferðir so stórt, sum tað er í dag. Tórshavnar Býráð hevur samtykt at byggja havnarlagið á Eystaru Bryggju í Havn úr fyri heilar 350 milliónir krónur. Hetta næsta [...] tríggjar milliónir krónur av til fyrireikingina. Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, staðfestir, at í løtuni er havnarlagið á Eystaru Bryggju 70.000 fermetrar, men nú skulu 131 [...] Glyvursnesi. Í sambandi við útbyggingini skal eisini hugsast um at útvega Smyrli fast atløgupláss við teimum hentleikum, sum hoyra til, kanska undir Skipafelagnum. Myndirnar vísa, hvussu havnarlagið er í dag og
eitt so stórt skip sleppur ikki inn í havnina í Leirvík. Soleiðis varð skipað fyri hesi stórfingnu móttøku í høvuðsstaðnum í staðin. Á bryggjuni høvdu eisini varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Bogi [...] bryggju í Havn í dag, tá nýbygningurin og supply-skipið hjá Supply Service í Leirvík legði til bryggju og varð navngivið Tað er ikki á hvørjum sinni, at nýbygningur kemur á Havnina og verður navngivin í hø [...] høvuðsstaðnum. Men hetta hendi í fagrasta veðri í dag, tá nýbygningurin hjá Supply Service í Leirvík varð navngivin á fjølmentari hátíðarløtu. Skipið hevði verið inni á Skálafjørðinum í morgun, og tá tímin nærkaðist
eingin av teimum er í dag áhugaður, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Upprunaliga útstykkingin í Nólsoy, sum liggur oman- og eystanvert nýggja barnagarðin í bygdini, umfataði umframt [...] heldur lægri enn kostnaðurin vanliga er í sjálvum høvuðsstaðnum, sigur Heðin Mortensen. Í lýsingum í bløðunum kannar Tórshavnar kommuna nú tørvin á grundstykkjum í Nólsoy, og tá tann tørvurin er greiður [...] grundstykki byggibúgvin úti í Nólsoy, men nú er so endiliga komið hartil, at klárt er at fara undir hetta arbeiði. - Í dag er so at siga eingin bíðilisti eftir grundstykkjum í Nólsoy. Vit hava kannað listan