Byggja út í Havn fyri 350 milliónir

Um trý ár verður havnarlagið í Havn tríggar ferðir so stórt, sum tað er í dag.

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at byggja havnarlagið á Eystaru Bryggju í Havn úr fyri heilar 350 milliónir krónur.

Hetta næsta árið skal brúkast til fyrireiking og at útvega neyðugu loyvini, og síðani tekur sjálvt arbeiðið tvey ár.

Býráðið hevur samtykt at seta tríggjar milliónir krónur av til fyrireikingina.

Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, staðfestir, at í løtuni er havnarlagið á Eystaru Bryggju 70.000 fermetrar, men nú skulu 131.000 fermetrar byggjast afturat.

Ein partur av útbyggingini er at gera 600 metrar av bryggjukandi afturat.

Har havnin er djúpast, er hon 10 metrar, men í nýggju havnini verður dýpið 14-15 metrar.

Endamálið við útbyggingini er at gera umstøðurnar á havnarlagnum betri, bæði hjá vinnuni og hjá ferðafólkið.

Bingjuskipini stinga djúpari og djúpari og skjótt ber ikki til hjá Tórshavnar Havn at taka ímóti stórum skipum, sigur Sjúrður Olsen.

Víst verður eisini á, at eini 60 ferðamannaskip eru á Havnini um árið, men Tórshavnar Havn noyðist at vísa øðrum 60 skipum frá sær, tí tað er ikki pláss fyri teimum.

Tá ið útbyggingin er liðug, verður alt vinnuligt virksemið flutt út á nýggja havnarlagið og ferðafólkaflutningurin ferð so innanfyri nýggja molan, sum er.

Samstundis verður brúgv gjørda v nýggja havnarlagnum, tvørtur um Eystfalssker og inn á ringvegin yviri við Strond, so at øll tann tunga ferðslan fer beinleiðis av ringvegnum, inn á havnarlagið.

Innanfyri brúnna er ætlanin at skipa eitt trivnaðarøki við bátaplássum og tí, sum hartil hoyrir, eisini fyri at fáa luft rundan um Skansan.

Grótið til ífyllingina skal fáast av Glyvursnesi.

Í sambandi við útbyggingini skal eisini hugsast um at útvega Smyrli fast atløgupláss við teimum hentleikum, sum hoyra til, kanska undir Skipafelagnum.

Myndirnar vísa, hvussu havnarlagið er í dag og, hvussu tað fer at síggja út. Samstundis er ein tekning av nýggja bátahylinum undir Skansanum.

Eini 30% av fíggingini er eginfígging. Restin verður lántøka hjá Tórshavnar Havn. Tórshavnar Havn hevur 30 milliónir í avlopi um árið, so tað verður ikki metta at vera nakar trupulleiki at fíggja eitt lán av hesari støddini.