Klárt at byggja í Nólsoy

Í hesum døgum bjóðar Tórshavnar kommuna út grundstykkir í Nólsoy. Ætlanin er at gera níggju stykkir byggibúgvin, men tað er tengt at áhuganum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Tað hevur tikið ógvuliga drúgva tíð at fáa nøkur grundstykki byggibúgvin úti í Nólsoy, men nú er so endiliga komið hartil, at klárt er at fara undir hetta arbeiði.

- Í dag er so at siga eingin bíðilisti eftir grundstykkjum í Nólsoy. Vit hava kannað listan og spurt okkum fyri hjá teimum, sum hava staðið á listanum, men eingin av teimum er í dag áhugaður, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Upprunaliga útstykkingin í Nólsoy, sum liggur oman- og eystanvert nýggja barnagarðin í bygdini, umfataði umframt hesi níggju støku grundstykkini eisini útstykking til fleiri randarhús, men tann byggibúgvingin verður ikki framd í fyrstu syftu.

- Tá ein slík útstykking fer fram, verður samlaði kostnaðurin útroknaður, og síðani deildur út á talið av grundstykkjum. Í hesum førinum verður kostnaðurin mettur til 560 krónur fyri fermeturin, sum er heldur lægri enn kostnaðurin vanliga er í sjálvum høvuðsstaðnum, sigur Heðin Mortensen.

Í lýsingum í bløðunum kannar Tórshavnar kommuna nú tørvin á grundstykkjum í Nólsoy, og tá tann tørvurin er greiður, verður støða tikin um, hvussu farið verður fram.

- Tað er klárt, at um eingin áhugi er fyri at byggja í Nólsoy, so er heldur ikki nakar tørvur á, at gera nøkur grundstykki byggibúgvin. Tað kostar jú altíð nakrar milliónir at gera økið byggibúgvi, og tað gevur onga meining at binda hesar pengar í nøkur grundstykki, sum eingin áhugi er fyri í løtuni, sigur Heðin Mortensen.

Arbeiðið at gera hesi níggju grundstykkini er boðin út, og tilboðini komin inn, so klárt er at skriva undir sáttmálan, men tað verður altso ikki gjørt, fyrr enn tørvurin er kannaður.

Freistin fyri at boða Tórshavnar kommunu frá áhuganum fyri einum grundstykki er 16. mars. Eisini skal ein bankaváttan fylgja við umsóknini, at keyparin hevur fíggjarliga orku at rinda fyri grundstykki.

Eisini verður upplýst, at lutakast verður nýtt at luta grundstykkini millum áhugaðar keyparar.

- Hetta er púra vanligt. Verður talan um 20 áhugaðar keyparar til níggju grundstykkir, so er lutakast vanligt at nýta, sigur Heðin Mortensen.

Hann skoytir tó upp í, at fyri fólk, sum framman undan standa á einum bíðilista, sjálvandi fáa fyrstarætt.