Vórðu tvingað í verkfall – men fingu einki burtur úr

Tað er ein stórur bólkur, sum er stak illa nøgdur við úrslitið av verkfallinum hjá pedagogunum

Tað harmar okkum, at hjálparfólk vórðu tvingað til at fara í verkfall - uttan at fáa ein part av lønarhækkanini. Tað sigur Sámal Hansen formaður í Hjálparfólkafelagnum, nú verkfallið hjá pedagogunum er av. Hann sigur á heimasíðuni hjá felagnum, at hjálparfólk, sum eru tveir triðingar av limunum í Pedagogfelagnum, fingu einki burturúr verkfallinum.

 

Hann sigur, at arbeiðsgevararnir bjóðaðu Pedagogfelagnum somu lønarhækkan sum hini fagfeløgini høvdu fingið. Hann sigur, at Hjálparfólkafelagið hevur áhaldandi víst á ótryggu setanarviðurskiftini hjá hjálparfólki og at hetta fer at gera viðurskiftini á økinum ótrygg.

 

– Arbeiðsgevararnir hava tikið hetta til sín, og kravdu tryggari setanarviðurskifti til hjálparfólk. Nevndin í Pedagogfelagnum góðtók ikki treytirnar, og tí varð verkfall, sigur Sámal Hansen.

 

– Pedagogfelagið fór í verkfall við herrópinum »menniskjaligt haldføri«. Formaðurin í Pedagogfelagnum vísti á, at til hesar samráðingarnar var tað ikki so nógv lønin, sum farið varð eftir, men onnur viðurskifti, sum skuldu bøta um vánaligu arbeiðskorini hjá starvsfólkunum, sigur formaðurin í Hjálparfólkafelagnum.

 

Men hann sigur, at sum stríðið harðnaði kom alt meira fram, at tað, sum skilti partarnar, ikki var “menniskaligt haldføri”, men ein munandi lønarhækkan til pedagogarnar. Og hann sigur, at nú úrslitið fyriliggur, er sjón fyri søgn. Pedagogarnir fingu í posa og sekk og teir fingu eina lønarhækking sum breiðkar nógv um gjónna millum pedagogar og hjálparfólk, sigur Sámal Hansen.

 

Tað er ein veruleiki, at lønarhækkingin, sum hjálparfólk fáa, er tann sum arbeiðsgevararnir bjóðaðu upprunaliga, altso tann sama, sum øll onnur fagfeløg hava fingið, sigur formaðurin í Hjálparfólkafelagnum. Hetta kundi verðið góðkent og undirskrivað uttan nakað verkfall, sigur hann.

 

Hann sigur, at eitt fulltíðarsett hjálparfólki á hægsta stigi fær eina lønarhækking upp á 852 krónur um mánaðin, men ein pedagogur á hægsta stigi fær eina lønarhækking upp á 2.063 krónur um mánaðin, ella 1.211 krónur meir.

 

– Vit í Hjálparfólkafelagnum fegnast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hildu fast um kravið um betri setanarviðurskifti til hjálparfólk. Hinvegin harmar tað okkum, at hjálparfólk vórðu tvingað í verkfall, uttan at fáa part av lønarhækkanini, sigur Sámal Hansen.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat hann heldur um úrslitið av verkfallinum