Øll úrslitini í Europa League

Fyri fyrstu ferð í 22 ár spældi Swansea í kvøld ein dyst í europeisku kappingunum fyri feløg, sum hesa ferð var í Europa League, og ikki kann sigast annað, enn at væl gekst, tí manningin hjá Michael Laudrup vann 3-0.

Valencia, sum vann UEFA Cup-kappingina í 2004, fekk Adil Rami útvístan longu í tíggjunda minutti, og longu fyri hálvleik var tað blivið 3-0 til Swansea, og tað takkaði stórur partur av heimaáskoðarunum fyri við at rýma til hús í steðginum.

Eisini var merkisvert, at danska Esberg á útivølli í Belgia megnaði at vinna 2-1 á Standard Liège. Ikki minst gjørdist tað dramatiskt og spennandi, tí sigursmálið fall ikki fyrr enn ímóti endanum á teimum fimm minuttunum, dómarin hevði lagt aftrat.

Nýggi Tottenham-spælarin, Christian Eriksen, fekk sítt fyrsta mál í London-felagnum, tá hann staðfesti sannførandi 3-0 sigurin ímóti norska Tromsø fýra minuttir fyri tíð. Hini bæði málini hjá Tottenham skoraði Defoe miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Íslendingurin, Jóhann Berg Guðmundsson, gjørdist hetjan hjá hollendska felag sínum, AZ Alkmaar, tá hann skoraði einasta málið í útidystinum ímóti ísraelska Maccabi Haifa.

Europa League-úrslitini í kvøld:

Bólkur A
FC St.Gallen-Kuban Krasnodar 2-0
Valencia-Swansea 0-3

Bólkur B
Dinamo Zagreb-FK Chornomorets Odesa 1-2
PSV Einhoven-Ludogorets 0-2

Bólkur C
Red Bull Salzburg-Elfsborg 4-0
Standard Liège-Esbjerg 1-2

Bólkur D
NK Maribor-Rubin Kazan 2-5
Zulte Waregem-Wigan 0-0

Bólkur E
Fiorentina-Pacos de Ferreira 3-0
Pandurii Targu Jik-Dnipro Dnipropetrovsk 0-1

Bólkur F
Eintracht Frankfurt-Bordeaux 3-0
Maccabi Tel Aviv-Apoel Nicosia 0-0

Bólkur G
Dynamo Kiev-Racing Genk 0-1
FC Thun-Rapid Wien 1-0

Bólkur H
GD Estoril Praia-Sevilla 1-2
Freiburg-Slovan Liberec 2-2

Bólkur I
Real Betis-Lyon 0-0
Vitória Guimaraes-NK Rijeka 4-0

Bólkur J
Apollon Limassol-Trabzonspor 1-2
Lazio-Legia Warszawa 1-0

Bólkur K
Sheriff Tiraspol-Anzhi Makhachkala 0-0
Tottenham-Tromsø IL 3-0

Bólkur L
Maccabi Haifa-AZ Alkmaar 0-1
PAOK-FC Shakhtyor IK 2-1