langt frá Havnini fáa umframt einar 90.000 kr. um árið skattafrítt. Vit eru nógvar, sum ikki tjena so mikið um árið, álvaratos hugsi tykkum og farið fram við varsemi. Tá ein arbeiðir sum heimahjálp og [...] útvarpinum hoyrdist nú um dagarnar, at løgtingsmenn skuldu hava meira løn, ja ikki minni enn einar 30.000 kr. um mánaðin. Ein heimahjálp fær sjálvdan meira enn einar 8.000-10.000 um mánaðin. Teir sum búgva [...] Eysturoynni, sum mist hava sína heimahjálp hana aftur, so tey eru líka fyri sum fólk aðrastaðni í landinum. Vit vita, at tað er bara ber, tað er skert so nógv. Vegna heimahjálpirnar Signa Skoradal
aftureftir og so fram til dagin í dag, so ivist eg onga løtu í, at føroyski prosentsatsurin er støðugt vaksandi. Ove Olsen vísir á, at fyri tíggju árum síðani hevði tað verið ein trupulleiki, um ÚF setti eina [...] spældur í ÚF. Og tað kann so útvarpið so ikki lastast fyri. Betri í dag Ove Olsen sigur, at hann veit væl, at tað finnast útvarpsstøðir, ið hava ávísa kvotu, tá tað snýr seg um heimligan tónleik. ÚF hevur [...] Hagtølini tala. Men tala tey satt...? Tónleikastjórin í ÚF Ove Olsen er ikki so sannførdur um, at alt ruggar rætt við tølunum fyri 1997, ið vísa, at umleið 83% av tónleikinum, ÚF spælir, er útlendskur
Hoydal fegnast um framsøgurøðuna hjá Jóannes Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, sum m. a. boðaði frá, at Javnaðarflokkurin aftur fór at leggja fram uppskotið um setan av stjórnmálanevnd - um enn í nakað [...] vísti í tinginum í gjár á, at hann fegin vil hava eina so breiða útmelding frá tinginum, sum yvir høvur gjørligt. Hetta er sjálvandi at fegnast um, og bendir á, at landsstýrið ikki ætlar sær í óðum verkum [...] sær. Við allari virðing fyri fólkaatkvøðum, so tykist henda støða Sambandsfloksins ikki at vera annað, enn kávalótir. Nógv áhugaverd sjónarmið koma uttan iva fram, áðrenn 1. viðgerðin einaferð í dag verður
P. Dam Tað havi eg skilt soleiðis, at tað minni er um politikk Petur Mohr Dams, men meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav [...] viðurskifti vistu vit børn væl um, tí foreldrini talaðu rættuliga opið við okkum um slíkt, og tað var helst ikki vanligt tá. Tí kann eg eisini fortelja, at tað mangan bleiv gingið nokk so nær fyri at fáa til kostnaðin [...] øðrum londum um. Tey 21 árini, eg var burturi, fekk eg hvønn Tjaldursfart bræv um øll viðurskiftini hjá familjuni, men ofta við onkrum ókommenteraðum politiskum máli ella virkisætlan. So helst hevur hann
frágreiðingina, sum er politiskt óheft, at meta um samfelagsgongdina í Føroyum, sigur Arne Larsen. Hann heldur kortini, at um føroyingar velja sjálvstýrið, so er helst givið, at brúk verður ikki fyri frá [...] frágreiðingini longur. Kunnu føroyingar lívbjarga sær uttan blokstuðulin um trý ár? Tað dugi eg ikki at siga, men tað velst um so nógv. Í løtuni gevur blokstuðulin yvirskot á føroysku gjaldsjavnaðinum [...] verður neyðugt at hækka skattainntøkurnar. Í hesum tíðarskeiði kann kortini so nógv henda, eitt nú at vøksturin verður so stórur í samfelagnum, at tað ber til at verða blokkin fyri uttan. Persónliga
bandið hjá Útvarpinum, men so fingu vit rættað tað, sigur Gunnvør brosandi. Hon fær nógvar viðmerkingar frá lurtararum um sendingina, og oftani eisini hugskot um, hvat skal takast fram í sendingini, eins og [...] ríkiligt mát. Fyri at taka nakað fram um annað, so vil eg nevna Karl Clausen, kórleiðara, sum hevur serlig evnir at fáa okkum at syngja. Einaferð græt hann av gleði, so væl sangkórið ljóðaði, sigur Gunnvør [...] messurnar. Er tað ikki krevjandi at gera slíka sending hvørja viku ár um ár? Tað er ið hvussu so er tíðarkrevjandi. Tú hugsar um tað hvønn dag, lurtar eftir øðrum sendingum, og hevur alla tíðina í tonkunum
Tvøroyri eru tey sera hørm um, at nú missa tey nógv avhildna ungdómsvenjaran, ið hevur verið avbera væl dámdur. Aleksander Radosavljevic skuldi í gjár geva boð um, um hann heldur fram sum spælari. Tað hevði [...] fleiri leikbann Fuglfirðingar ásanna, at teir so langt í frá eru ikki leysir av niðurflytingarvandanum, men teir halda, at um teir ikki tapa í morgin, so er sannlíkið fyri beinleiðis niðurflyting mest [...] Tað eru framvegis fimtan stig eftir at spæla um, og tað ber framvegis til at bjarga okkum undan niðurflyting, og tí hava vit heitt á Egil Steintórsson um at hjálpa okkum. Finn Thomsen sigur, at uppleggið
heitið teoretiskt verður vunnið, og um tað skuldi hent, at B68 og GÍ í morgin vinna móti ávikavíst B36 og KÍ, ella um hesir dystirnir enda við javnleiki, so er HB í hvussu so er níggju stig undan teimum næstbestu [...] næstbestu, og tá vera fýra umfør eftir at spæla, og so er ikki torført at rokna seg fram til, at tað fer at bera til at fegnast um FM, tá B68 13. september kemur í Gundadali. Teir, sum spæla við HB og annars [...] hava við liðið at gera, eru meiri sinniligir, og tað er væl skiljandi, tí vágbingar hava ofta gjørt um seg í Gundadali. Síðst teir gjørdu tað var í fjør og í fyrraárið, tá teir báðu ferðirnar vunnu 2-1
móti hesum Steingrími Jóannesson, og hann hevur sína hugsan um íslendska toppskjúttan: - Eg dugi illa at skilja, hvussu hann hevur fingið so nógv mál. Tá vit spældu móti teimum her á heimavølli, sást hann [...] verður allarhelst ein javnur dystur millum tvey jøvn lið. Vit fara ivaleyst at royna at lokka teir fram, og so royna vit at fáa okkurt burtur úr okkara kontraálopum, sigur føroyski landsliðsmálverjin, ið sum [...] spælir í Reykjavík, fara teir avstað sama dag til Akureyrar og so víðari við flogfari til høvuðsstaðin, men hesaferð fara teir dagin fyri, so teir kunnu vera heilt úthvíldir til tann stóra dystin. Men tað
londum, bæði í Europa, Afrika og aðrastaðni frá. Hetta er ikki heilt so vanligt í Íslandi - enn - men eitt felag hevur eftirhondini so nógvar útlendingar á liðnum hjá sær, at tað hevur fingið eyknevnið "lið [...] sindur betur, og síðani byrjanina av juli mánaði hevur framgongdin verið støðug, og nú eru vit so komnir fram til finaluna í steypakappingini og liggja hampuliga væl fyri í landskappingini eisini, sigur [...] eisini so gott sum komið upp á pláss nú, sigur Páll. Stórur áhugi Føroyingarnir eru sera væl umtóktir á Ólafsfirði, og serliga nú steypafinalan stendur fyri framman, snýr tosið í bygdini seg so at siga