tvær 9 ára gamlar smágentur í Føroyum. Onnur genta spyr hina ”Kemur tú at spæla í dag?” og hin svarar ”Tað hevði eg tímað ordiliga væl, men eg kann ikki. Eg skal giftast í dag”. Hetta ljóðar óhugnaligt [...] óhugnaligt. Men hóast tað, so er tað loyvt sambært galdandi hjúnabandslógum í Føroyum. Hetta er ikki í lagi! Í Føroyum er einki niðara aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast. Hetta merkir, at t.d. kann ein
fólki, sum vóru í og uttan fyri Finsen í Havn í gjárkvøldið, tá ein vinarfelagið 'Føroyar Ísrael' skipaði fyri einum tiltaki í Finsen í Havn, har tey høvdu vitjan av ísraelska sendiharranum í Keypmannahavn [...] eitt mót-mótmælistiltak, sum ikki varð fráboðað løgregluni, sum siður er. – Hetta gjørdist eitt sindur ov rokaligt, har fólk fóru at rópa, og onkur av mótmælisfólkunum fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt [...] útviklar seg á henda hátt, at fólk fara at rópast og skumpast og at stjala. Hann sigur, at tað er ikki lógarbundið, at boðast skal frá einum slíkum mótmæli, men tað er vanligur siður at boða frá slíkum
endaspælið er annars í Noreg, Svøríki og í Danmark. Í pakkanum, sum keypast kann frá 62Norður er millum annað ferðin aftur og fram, uppihald í Noreg, atgongumerki til dystir og flutningur í Noreg. – Vit vistu [...] Áhugin at fara til endaspælið í EM í hondbólti í januarmánaði komandi er ovurhonds stórur. Serliga eftir góða úrslitið ímóti Hollandi í gjár. Leivur Samuelsen, stjóri á ferðaskrivstovuni 62Norður sigur [...] sigur, at tey hava fingið oman fyri 3.000 tilmeldingar higartil. – Og tað er ikki liðugt enn, tað tikka framvegis tilmeldingar inn, sigur hann. – Vit fara nú at fyrireika okkum til, hvussu vit gera, sigur
til Oslo til EM endaspælið í hondbólti í januar. – Eg kann siga so mikið, at um vit vinna okkum í endaspælið, so fara vit at umhugsa møguleikan, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Akkurát januarmánaði er ein [...] – Vit eru ikki komin so langt enn, latið okkum fyrst vinna pláss í endaspælinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, tá vit spyrja, um hann kann vátta tíðindini um, at ætlanin er, at Norrøna fer at sigla til [...] ein hin lakasti hjá Norrønu í millumlandasiglingini. Tann tíðin plagar eisini at verða brúkt til at senda skipið í dokk til eftirlit og umvælingar. Tað verður helst eisini gjørt næsta ár. Jens Meinhard
Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir í Sävehof eru úti av meistaraskapsstríðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini. Í fjórðu hálvfinaluni móti Ystad á heimavølli í Partille tapti Sävehof aftaná longda leiktíð [...] Ystad hevur vart hann sera væl í hesum báðum seinastu dystunum. Ísak hevði eina málroynd, men hon fór ikki í málið. Sambært stóra lokala miðlinum, Göteborgsposten hevði Óli tár í eygunum aftaná seinasta ka [...] vunnið bronsu hetta kappingarárið, gull og meistaraheitið í fjør, og silvur í 2023. Óli verður ein av níggju leikarum, ið ikki vera at finna í Sävehof komandi kappingarár.
tingfundur, og fyrsta mál á skránni í dag er munnligir spurningar, sum tingfólk kunnu seta landsstýrisfólki. Tað kann ganga drúgv tíð við slíkum spurningum, og tí er skráin ikki so long. Men eftir munnligu s [...] viðgerðin er uppskot til broyting í løgtingslóg um el og fjarhita, tað er elveitingarlógin. Tað snýr seg um framleiðslu og sølu av el og fjarhita. Her hevur rættarnevndini býtt seg í tvey, samgonga móti andstøðu [...] eisini eitt uppskot, sum fellir á tingfundinum í dag. Á skránni hjá Løgtinginum eru 15 tingfundir settir á skrá fram til 2. mai, tá ætlanin er at Løgtingið fer í summarfrí til á ólavsøku, tá nýggja tingárið
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, millum annað í samrøðu í Sosialinum hesaferð. – Sum tað sær út nú, fer 2025 at gerast eitt gott ferðavinnuár. Hetta er eisini sera umráðandi [...] ferðafólkatalinum hevur ikki verið tilsvarandi. Hon sigur, at ferðavinnan faktiskt hevur verið stagnerað seinastu árini eftir koronu. – Vit eru komin aftur á 2019 støðið, men ikki nógv meira enn tað. [...] so at síggja, um 2025 fer at hildnast betri, sigur ferðavinnustjórin millum annað í samrøðuni við Sosialin, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo
og skynsama lendisnýtslu, stendur í uppskotinum til byggisamtyktina. Økið liggur í umráðisparti A2 og A3, sum sambært almennu byggisamtyktini er ætlað ávikavist húsum í fleiri hæddum og blandaða bústaðar- [...] bústaðar- og miðstaðarbygging. Fyri viðurskifti, sum ikki eru reguleraði í serstøku byggisamtyktini, eru ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu galdandi. Víðari stendur, at økið skal [...] 2025 uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1357b, 1356, 1355, 1354a og 1354b í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa høga og fjølbroytta bústaðarbygging og samstundis tryggja útsýni
kvinnulandsliðið í fótbólti hevur ikki vunnið seg í eina EM-fjórðingsfinalu síðani 2013, og tað verður heldur ikki á hesum sinni. Ísland mátti hava stig móti vertstjóðini, Sveis í dysti í bólki A á Wankdorf [...] Wankdorf leikvøllinum í Bern í kvøld. Men tað miseydnaðist. Sveis vann 2-0 við tveimum málum, ið vóru skotin síðsta korterið av dystinum. Fyrr í dag vann Noreg 2-1 á Finnlandi. Tað merkir, at Noreg hevur seks [...] spæla fyri í seinasta bólkadystinum móti Noregi, ið verður leiktur á Stockhorn leikvøllinum í Thun komandi hóskvøld klokkan 20. Somu klokkutíð spæla Sveis og Finnland á Stadé de Genéve leikvøllinum í Genéve
manning umborð á Hvessingi í ár sum í fjør. Í Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag høvdu tey vónað at havt fleiri manningar við, men tað er hørð kapping um fólki í Sundalagnum. – Í økinum eru trý feløg til [...] samanberingar eru í Havn trý feløg til 20.000 fólk, sigur Ásbjørn Andrassarson Midjord formaður. Hetta merkir kortini ikki, at feløgini ætla at leggja saman, tí tað er eingin áhugaður í. Góðar umstøður Ásbjørn [...] Ásbjørn Andrassarson Midjord er kortini bjartskygdur um, at fleiri fólk fara at koma í felagið. Nógv orka hevur verið løgd í at gera umstøðurnar góðar, eitt nú hevur Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag fingið