Fylla 19 flogfør til endaspælið í EM

Yvir 3.000 hava teknað seg til endaspælið í EM. Hjá ferðaskrivstovuni 62N hava tey úr at gera við at skráseta fólk, sum tekna seg til ferð til Noregs

Áhugin at fara til endaspælið í EM í hondbólti í januarmánaði komandi er ovurhonds stórur. Serliga eftir góða úrslitið ímóti Hollandi í gjár.

Leivur Samuelsen, stjóri á ferðaskrivstovuni 62Norður sigur, at tey hava fingið oman fyri 3.000 tilmeldingar higartil.

– Og tað er ikki liðugt enn, tað tikka framvegis tilmeldingar inn, sigur hann.

– Vit fara nú at fyrireika okkum til, hvussu vit gera, sigur hann.

Tað er eitt samstarv millum 62Norður og Atlantsflog um at flyta fólk til Noregs, har Føroyar skulu spæla sínar dystir, um so verður, at Føroyar spæla seg til endaspælið. EM endaspælið er annars í Noreg, Svøríki og í Danmark.

Í pakkanum, sum keypast kann frá 62Norður er millum annað ferðin aftur og fram, uppihald í Noreg, atgongumerki til dystir og flutningur í Noreg.

– Vit vistu, at áhugin fór at vera stórur, sigur Leivur Samuelsen, sum tó vísir á, talan er um tilmeldingar og ikki um seldar pakkar, men tað vísir, at áhugin er sera stórur, og tí kunnu tey nú fyrireika seg út frá tí, sigur hann.

Hvørt flogfar hjá Atlantsflog tekur 174 ferðafólk, so við tilmeldingunum, sum nú eru komnar, so nærkast tað upp í 20 flogfør.