Skulu byggja íbúðir við Vill­ing­a­dals­vegin í Havn

Nýggj serstøk byggisamtykt við Villingadalsvegin skal skipa høga og fjølbroytta bústaðarbygging og samstundis tryggja útsýni og skynsama lendisnýtslu

 

 

 

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1357b, 1356, 1355, 1354a og 1354b í Tórshavn.

 

Uppskotið snýr seg um at skipa høga og fjølbroytta bústaðarbygging og samstundis tryggja útsýni og skynsama lendisnýtslu.

 

Talan er um fimm træðir, sum Tórshavnar kommuna eigur ovast á Villingadaglsvegnum beint uppi yvir tunnilsmunnanum til Húsareynstunnilin.

 

– Endamálið við hesi serstøku byggisamtyktini er at skipa høga og fjølbroytta bústaðar- og miðstaðarbygging, og at tryggja útsýni og skynsama lendisnýtslu, stendur í uppskotinum til byggisamtyktina.

Økið liggur í umráðisparti A2 og A3, sum sambært almennu byggisamtyktini er ætlað ávikavist húsum í fleiri hæddum og blandaða bústaðar- og miðstaðarbygging.

Fyri viðurskifti, sum ikki eru reguleraði í serstøku byggisamtyktini, eru ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu galdandi.

 

Víðari stendur, at økið skal nýtast til blandaða bústaðar- miðstaðarbygging, umframt hóskandi fríøki og felags hentleikar til íbúgvar.

Byggivaldið kann geva serloyvi til annað virksemi sum handlar, smærri vinnuvirki og stovnar, ið natúrliga hoyra býlinginum til, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir

dámin á økinum.

 

 

 

Byggisamtyktina sært tú her:

 

 

##med2##

##med3##

##med4##