Við Norrønu til Oslo til EM í hondbólti

Smyril Line umhugsar at senda Norrønu til EM endaspælið í Oslo í januar

– Vit eru ikki komin so langt enn, latið okkum fyrst vinna pláss í endaspælinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, tá vit spyrja, um hann kann vátta tíðindini um, at ætlanin er, at Norrøna fer at sigla til Oslo til EM endaspælið í hondbólti í januar.

– Eg kann siga so mikið, at um vit vinna okkum í endaspælið, so fara vit at umhugsa møguleikan, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Akkurát januarmánaði er ein hin lakasti hjá Norrønu í millumlandasiglingini. Tann tíðin plagar eisini at verða brúkt til at senda skipið í dokk til eftirlit og umvælingar. Tað verður helst eisini gjørt næsta ár.

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað hevði verið møguligt at sent skipið avstað við eini 1.200 ferðafólkum, sum so kundu siglt aftur og fram og gist umborð, meðan dystirnir eru.

Jens Meinhard Rasmussen vil ikki lova nakað enn. Men sigur bara, at um so verður, at føroyska hondbóltslandsliði hjá monnum vinnur seg í endaspælið, so fara tey á Smyril Line at umhugsa møguleikan.

– Men tað er eitt stórt puslispæl at leggja, fyri at fáa tað heila at ganga upp, sigur Jens Meinhard Rasmussen.