gav víðari til okkum, fyrst til síni børn - og síðan til okkum - ommubørnini. Í Sumba varð hon fødd, og har búði hon alt sítt lív. Hon fann sína eyðnu í Sumba, og giftust hon abbanum, Poul á Ólafløtti. Saman [...] Vit hava mist Ommuna, og vit syrgja. Men vit minnast eisini. Vit minnast ein persón sum hevur verið við okkum alt okkara lív. Ein persón sum hevur verið ein savnandi megi - og eitt stórt menniskja. Omman [...] tosa um alt við. Omman var tíðarleys - prestur segði tað so vakurt til jarðarferðina, har hann segði frá um hana, at hon var persónurin, sum kundi seta seg niður og lurta eftir nýmótans tónleiki - ella seta
mátti tú spæla prestur og halda talu, meðan vit stóðu framman fyri tær, og meðan tú koyrdi teir uppá segði tú: “Minst til, at ringurin er rundur og ongan enda hevur”. Tað var 7/1-1987 og 24 ár eftir, 7/1-2011 [...] okkara lívi. Hann vitsti av royndum hvat hann tosaði um. Jákup og tú fingu 28 ár saman og 4 børn. Góðu Jákup og børn, tit hava mist eina góða konu og mammu; tað dýrabærasta tit áttu. Paulus skrivar í 2.Tess [...] bróður doyði 6 ára gamal. Heima hjá okkum var nógv barnagleði og áttu vit eitt sera gott og trygt heim. Tað vóru 4 ár ímillum okkum báðar, og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari. Tú vart bara 18 ár, tá
ítróttur var, eins og tú gjørdi saman við Allan, tá ið hann var yngri. Tú vart altíð við okkum. Sum vit blivu eldri og broyttust, vart tú altíð tann sama uggandi og stuðlandi mamma, og klár at geva eina [...] árum síðan fekst at vita, at tú skuldi verða omma, var tú so spent og glað og tá ið ommusonurin bleiv føddur, bleiv hann títt eitt og alt, og gleðin var stór. Men bara ein mánað seinni fekst tú eini keðilig [...] mamma, ikki hevði eg væntað, at eg skuldi missa teg í tínum bestu árum, og júst sum eg siti her og skrivi, flúgva túsundtals tankar og minnir í høvdinum um lívið, vit hava havt saman. Serliga hevði tú stóran
hevur borið so nógv sum tú og hóast tað megna at kempa og yvurvunnið so nógv og samstundis haft yvirskot og orku til at ugga og troysta okkum onnur. Saknurin er stórur eftur teg, og eitt tómrúm er nú eftir [...] ert komin heim til tín einglaflokk, og tú vekir yvur okkum, eins og tú gjørdi her á fold. Saknurin er eisini stórur hjá Niels og Karl, nú teir hava mist ommu sína, og tað er ikki lætt. Nógvir spurningar [...] spurningar koma um hvar Nain-omma er, og um hon kemur aftur og hjá lítlum børnum er tað ikki lætt at skilja, eins og vit vaksnu ikki heldur skilja alt. Tú vart ein góð og kærleiksfull omma, sum altíð hevði tíð
Tá tit innar til Hann stíga, og vit samlast øll har glað. Vit fara allar at sakna teg Turið, men størstur er saknurin hjá tykkum Sonja og Jonhard, Pidda og Oddny, Rebekku og Tóru. Má Harrin styrkja tykkum [...] títt stutta lív var tú bundin av tínum koyristóli og tí tørvaði tær hjálp alt samdøgurði. Fyri at lætta um hjá foreldrum tínum, fekk tú stuðulshjálp og á hendan hátt fingu vit tað gleði at kenna teg. Eftir [...] tær tann seinasta heiður, Turið. Orð eru fátøk í slíkari støðu, men prestur segði alt so væl. Hóast stutt skoðsbráð, megnaðu Jens Marni og Kim við vakra sanginum, sum var yrktur til Turið, saman við Vox,
fyrsta fødda og eg til tína fyrstu føddu. Tú og Tim hittust, meðan tit bæði lósu sálarfrøði í Århus og skjótt rann saman millum tykkum, og tað var vakurt at síggja, hvussu góð tit vóru, og hvussu familja [...] á bókasavninum og lósu bøkur. Vit spældu lið um lið á fótbólts- og hondbóltsliðnum hjá NSÍ og á hondbóltslandsliðnum. Vit svóvu lið um lið í telti í haganum, í Skálabotni ella hjá ommu og abba tínum á Nesi [...] í Århus vóru eg og okkara felags vinkona, Durita Brattaberg, bodnar við, og betri brúdleyp hava vit neyvan verið til. Árini gingu skjótt og tit fingu fyrst tríggjar døtur, Sara, Fia og Maria við tvey ára
tí óhjálpna. Mong og góð hava vit minnini, bæði á Eirargarði og hesi seinnu árini á Virkni, saman við bú- og starvsfólki, familju og vinum. Nakrar minniligar, bæði innan og uttanlandatúrar, upplivdu vit [...] mangan hátt so líkur, og síðani tú Trúgvi. Tit báðir vóru við at leggja grundarstøðið og megnaðu at ríka lívið og geva okkum nógv her í bólkinum. ”Eyguni eru spegil hjá sálini” tók prestur til undir tíni jarðarferð [...] segði ”ja” og niðureftir, tá tú segði ”nei”. Sat í koyristóli, avbera spastiskur, mátti stríðast við ótrúligar kropsligar spenningar, annars tengdur at hjálp til alt. Men vit fingu annað at síggja og uppliva
men tá bæði Tordis og Heini settu búgv í Fuglafirði og Johan á Kambsdali, so var ikki løgi, at tey bygdu sær hús í bygdini og seldu suðuri á Smillabø. Meðan Torkil var virkin prestur, og familjan búði í [...] sonur Ingiborg og Poul Johannes Beder í Vági. Hann var borin í heim 27. februar 1924 og var næstelstur av fimm systkjum. Eftir lokna skúlagongd fór Torkil at lesa guðfrøði og gjørdist prestur í Ónagerði í [...] í sambandi við prestaembæti og røkti hann eisini grannabygdirnar. Hann var væl dámdur, bæði sum prestur og menniskja. Tá barnaheimið hjá Torkili varð selt, keyptu Inga og hann húsini. Kanska høvdu tey
tung og svár. Fylgið var so stórt, at ikki øll sluppu inn at sita í kirkjuna, har Emil prestur hevði gravartaluna og við vælvaldum og uggandi orðum segði um Sonna og hansara lív. Síðani legði prestur hann [...] “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og alt lívið. Hann var av raskastu unglingum og hartil sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt sá [...] veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani settur í dialysuviðger her og niðri. Tað
Petur. Friðsælur og fyrikomandi. Hevði virkað ósjálvsøkið í tænastu fyri síni medmenniskju. Hansara lutur lá ikki eftir. Petur var sonur Viggo og navnframu Katrinu Christiansen bæði úr Havn og var Petur elstur [...] Bæði á løgtingi og býráðnum vóru skotsmálini tey somu Petur var stillførur, álítandi og hugskotsríkur maður. Tað var í seinnu helvt í sjeytiárunum, at eg fyrstu ferð koma á gátt hjá Peturi og Onnu. Tað er [...] Trapputrøðin við SMS gjørdist veruleiki og nýggjar útstykkingingar vóru framdar til stóra gleði fyri ungar vónarríkar familjur. Og ikki at gloyma skúlabyggingar og útbyggingar á ítróttarøkinum, har Petur