Mín góða, elskaða mamma, ikki hevði eg væntað, at eg skuldi missa teg í tínum bestu árum, og júst sum eg siti her og skrivi, flúgva túsundtals tankar og minnir í høvdinum um lívið, vit hava havt saman.
Serliga hevði tú stóran týdning í ungdómsárunum, tú vart altíð tann, ið uppmuntraði. Næstan hvønn leygardag vart tú við, tá ið ítróttur var, eins og tú gjørdi saman við Allan, tá ið hann var yngri. Tú vart altíð við okkum.
Sum vit blivu eldri og broyttust, vart tú altíð tann sama uggandi og stuðlandi mamma, og klár at geva eina hjálpandi hond, tá vit høvdu brúk fyri tí. Tá tú fyri trimum árum síðan fekst at vita, at tú skuldi verða omma, var tú so spent og glað og tá ið ommusonurin bleiv føddur, bleiv hann títt eitt og alt, og gleðin var stór.
Men bara ein mánað seinni fekst tú eini keðilig boð um, at tú hevði fingið krabbamein. Men hóast hesa tungu lagnu, royndi tú at berjast ímóti og hevði tvey sera góð ár, inntil títt ljós slóknaði. Her sita vit eftir og sakurin er ómetaliga stórur, men vit kunnu ugga okkum við, at minnini um teg, mín elskaða mamma, eiga vit í frið og troystarorð, sum prestur segði í kirkjuni: Deyðin hevur tikið Hedvig vekk frá okkum, men hann hevur ikki vunnið á henni, tí hon livir víðari í børnum og ommubarni.
Eg sakni teg sera nógv, mamma, men eri eisini glað fyri ta tíðina, tú og Lukas høvdu saman, og fyri tey ár, eg hevði teg her hjá mær. Eg elski teg, mamma, og við sanginum, sum tær dámdi so sera væl, vil eg hervið siga takk fyri alt.
So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
tað tykist, sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond,
enn síggja tað vakra, sum er í nánd.
Tær tykir at lívið er keðiligt, grátt,
hvønn er tað tú saknar - hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnar tær hvíld ella frið,
fæst einki at grógva við tína lið.
Far innar í stovuna um hon er trong,
og lurta - hon syngur ein stillan song.
Hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í,
har vantar bert tað, at tú varnast tí.
Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur, hon finst ei í heima høll.
Tú átti ei friðleysur leitað so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.
Hvíl í friði, elskaða mamma.
-----
Jónfríð