enn verri. Men lukkutíð, - eina løtu seinni frættust tíðindi av Smyrli, at har umborð gekk ein drongur, sum eingin tyktist hava ábyrgdina av. Og so var gleði í landi. Serliga fyri ommuna var hetta ein [...] nyttaði at slappa heilt av, tí sonurin var ikki enn afturkomin í favn hennara. Hon mátti bíða eina heila og langa nátt, til Smyril kom aftur á Havnina í morgun kl. 9. - Tað er so gott við Jónasi. Hann er so [...] høvuðspersónurin ella høvuðsferðafólkið í teirra eygum: Ein lítil og smílandi smádrongur, - púra ómerktur av øllum hurlivasanum hesar seinastu 14 tímarnar. Í hondini hevur hann tvær stórar bamsur, sum hann hevur
seinastu fyrireikingarnar. - Eg havi ongantíð verið so væl fyri sum nú, og eg havi tað eisini heilt gott við hitanum, so samanumtikið hava fyrireikingarnar gingið væl, sigur Guðmundur Joensen, sum skal kappast [...] 30 ára gamli havnarmaðurin og leggur afturat: - Størsta avbjóðingin hjá mær verður at fáa nóg mikið av vætu og orku í hesum ekstrema hitanum. Tað kann verða munurin millum success og fiasko, sigur Guðmundur
sum lastar eini 670 tons av rækjum – ella eini 1000 tons av svartkalva. Hann sigur, at skipið í ár hevur havt loyvi at fiskað 7.000 tons av rækjum og stívliga 2.000 tons av svartkalva – alt í kanadiskum [...] er á beding. - Eg fylgdi við rækjutrolaranum Fame í sínari tíð, tá hann endaði í Kanada. Helmingurin av manningini skuldi vera kanadisk og helmingurin føroyingar. Martin sigur, at í eitt ella hálvt annað [...] føroyingum í Kanada, eitt nú við Hvítanesi og Hvilvtenni. Honum dámdi væl føroyingarnar, og teir hildu nógv av honum. Verfaðir kennur soleiðis nógvar føroyingar, sum framvegis vitja hann, tá teir eru í landi. Ein
árini havi eg týtt yrkingar av og á, hevði savnað eitt stórt úrval, og helt tað vera eina roynd vert at halda fram. Eg fann út av, at tað lá væl fyri. Vit hava átt ov lítið av klassiskum bókmentum á føroyskum [...] kemst av, at hann er so ópoetiskur. Av teim gomlu er John Keats tann besti poeturin. Hann fær form og innihald at renna saman í eina hægri eind. - Nógvir yrkjarar siga, at bara innihaldið er gott, er yrkingin [...] føroysku yrkjararnar, ið komu fram í fimti- og sekstiárunum. Alexandur Kristiansen er partur av ættarliðnum av yrkjarum, ið fyrstu ferð gjørdi vart við seg og gav út yrkingar, í seksti árunum. Talan var
Vit ætla at framleiða øll sløg av øli, pilsnara, gulløl og myrkt øl. Eisini fara vit at leggja dent á at framleiða ymisk sløg av serøli, so vit røkka einum so breiðum skara av kundum sum gjørligt, sigur Wilhelm [...] Harumframt var tað ein fyrimunur, at hann var útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevði tikið fyrsta part av HD og kundi kalla seg doktara í framleiðslutøkni. - Eg varð uppringdur í desember í fjør. Á fyrsta [...] Wilhelm Petersen, sum tó ikki vil avdúka, hvussu stóran part av marknaðinum nýggja bryggjaríið ætlar sær at vinna. Sótu við blonkum arki Fyri fráfarna oljustjóran er tað spennandi at standa á odda fyri
góður vinur av húsinum var inni á gólvinum seinasta gamlaárskvøld og heilsaði upp á okkum, sum hann hevur gjørt í morg ár. Tá hann fór út aftur, tók hann í hondina á mær og konuni og ynskti gott nýggjár. [...] tað var av elli. Sanna, vermóðir mín, hevur eisini altíð verið heima hjá okkum gamlaárskvøld, men nú eru hennara spor tung, so tað er ikki meira, enn hon kemur niðan í ár. Men, tíbetur setur til av yngra [...] harðast rakt av fiskivinnunýskipanini. - So, samanumtikið kann sigast, at eg havi tvey serlig mál fyri 2019. Tey eru, at stríðast fyri familjuna og fyri THOR-samtakinum. At enda vil eg nýta høvi at ynskja
tí soleiðis kundi hann framvegis halda fram við at eta ein heilan tallerk av mati til hvørja máltíð. Í sínari roynd at sleppa av við eyka kiloini hevur Rúni verið virkin á Facebook, og hevur soleiðis havt [...] okkurt líknandi, sigur Rúni Thomsen. Tá Rúni verður spurdur um hann hevur nakað gott ráð til onnur, sum vilja sleppa av við kiloini, ivast hann. Hann staðfestir tó, at tað er tíverri eingin annar, sum
javnstøðuni innan títt øki? - Sjúkrarrøktarfrøði er kvinnufak burturav í Føroyum, tó við einstøkum monnum. Gott hevði verið fyri arbeiðsumhvørvið at fingið fleiri mannligir starvsfelagar, sum í mongum førum síggja [...] Fyrst og fremst vil eg uppala míni børn eins uttan mun til kyn. Dreingir skulu eins væl og gentur taka av borðinum, og gentur eins væl og dreingir fáa møguleika at fara út við báti. Mín vón er, at sami hugburður
eisini ein góðan landsstýrismann í olju-og umhvørvismálum. Eyðun Eltør er av tí gamla og góða skúlanum. Vit báðir hava eitt ógvuliga gott samstarv, og eg kann siga, at øvut orð er ikki fallið okkara millum. [...] ði fyrst, væl og virðiliga í samráð við tey, sum varða av. Tað týdningarmesta er at fáa gjørt tað, sum gerast skal, eins og vit mugu finna út av, hvussu kirkjan skal verða framyvir. Breið undirtøka Kári [...] enda, sigur Kári. Hann sigur, at politisku flokkarnir skulu taka sær av tí politiska partinum, meðan juristar hóskandi kundu tikið sær av tí løgfrøðisliga partinum. - Verða spælireglurnar fylgdar, er breið
hús og familju og følir, at hon ger eitt gott arbeiði eiga vit at virða. Tað er upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu tey velja. Viðhvørt hevur ein varhugan av, at konufólk kenna seg trýst at fara út [...] stuttari tíð síðani birti nýtt lív í kjakið um, hvør eigur at bera útreiðslurnar av ferjuleguni í Vestmanna. Eitt kjak, ið er frammi av og á og sum vísir, hvussu trupult tað er at reka eina kommunu, ið er so hart [...] seinni fulla tíð á skrivstovuni hjá Fiskavirking í Vestmanna - og har er hon framvegis. Av tilvild Í grundini var tað av tilvild, at Gunn Joensen kom uppí bygdaráðsarbeiði. Hon stillaði upp til valið í 1984