Tað tykist sum um politikarar okkara fullkomiliga hava mist tamarhaldið á álvarsligu viðurskiftunum í sambandi við partabrævahandilin viðvíkjandi Den Danske Bank og Føroya Banka, eftir at bankakanningarnevndin [...] áðharrin, ið ikki er føroyavinur, kann smílast og fegn-ast, meðan føroyskir politikarar keglast. Jógvan við Keldu
Árni Dam, Norðskála Maria Jacobsen, Glyvrar Steintór Jacobsen, Gøtu Kjartan Joensen, Leirvík Jógvan á Lakjuni, Fuglafjørður Niels Jacob Nielsen, Saltangará Sveinbjørn Poulsen, Strendur oddmar Tausen, Toftir
Leygardagin var føroyameistarakapping í judo fyri einstaklingar hildin á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Luttakararnir vóru úr teimum trimum judofeløgunum úr Havn, Klaksvík og Sundalagnum. Serliga hjá teimum [...] kappast í einum bólki, og har gjørdist úrslitið: 1. Hans Jákup Jacobsen, HJF 2. Jákup Sumberg, SJF 3. Jógvan Páll Kristiansen, SJF Dreingir -48 kg Í bólkinum dreingir undir 48 kg varð eisini kappast í einum [...] Dávur Restorff Hansen, HJF Unglingar Hjá unglingum vóru tað harafturímóti klaksvíkingar, ið settu dám á kappingina, og har gjørdist úrslitið: 1. Oddur Olsen, KJF 2. Gunnar Hansen, HJF 3. Jan Petersen, KJF
til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svínoy og Fugloy, stendur aftur á skránni. Ætlanin er at brúka 300.000 krónur at kanna møguleikarnar á farleiðini. Másin, ið varð bygdur í 1959 og sum hevur røkt farleiðina [...] venja fólk av við at ferðast. Heldur ikki manningin umborð heldur hana at vera egnaða, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy. Svínoyingar og fugloyingar eru ónøgdir við, at so fáir túrar [...] tosa okkara søk og so er bert at vóna, at politikararnir lofta tí og gera nakað við tað, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy, at enda í viðtali.
Jógvan Telling Joensen, tónleikari, fekk eitt gott hugskot ein dagin til ein sang. Íblásturin fekk hann frá nummarplátunum á bilinum hjá sær og vinmanninum Kára Mouritsen, SJ 479 og PK 818. Tað bleiv til [...] Kári og Sjarmu Jógvan. Sangurin er spældur inn í Útvarpinum og tað eru tær tólv genturnar í kvøldskúlakórinum hjá Jógvani, sum syngja. Genturnar eru í aldrinum 6 til 14 ár. Lagið hevur Jógvan eisini gjørt [...] gjørt. Jógvan Telling Joensen, sum vit kenna serliga frá Harkaliðnum, hevur havt barnakór í nógv ár. Tá ið kvøldskúlaárið byrjar møta børnini væl upp, eini 25 at byrja við, men so hvørt tað líður út á árið
tað verður ómetaliga trupult at leggja at á Drelnesi upplýsir Signar Heinesen, leiðari á havnadeildini hjá Landsverkfrøðingsstovninum. -Norrøna sleppur bert at á Drelnesi í besta veðri og í flóð. Ein trupulleiki [...] longdin av skipinum í mun til longdina á bryggjuni. Haraftrat er pullartskipanin eisini ein trupulleiki. Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, sum er sera staðkendur á hesi leiðini, bíðaði í gjár eftir upplýsingum [...] játta 1,7 mill. kr. til at lata Norrønu sigla á Suðuroyarleiðini í 20 dagar frá 3. páskadegi fyri Smyril, so er enn óvissa um siglingina. Kanningar eru gjørdar á Drelnesi, og tekniska niðurstøðan er, at tað
vísti á, at eingir alternativir møguleikar vóru til støðuna, sum hon nú varð vorðin, við tað at Blikur fekk maskinskaða, og tí noyðast vit at liva við hesum í ein dag, segði hann. Hann vísti eisini á, at [...] hansara Bjørn á Heygum tosaði um, ikki kostar skattagjaldaranum nakað. ? Alternativið er Dúgvan. Men hon hóskar ikki, tí tá tørvurin er størstur, er sjálvt Smyril ov lítil, segði løgmaður, sum vísti á, at tað [...] typiskt dømi um, hvussu klossut landsstýrið hevur arbeitt á samferðsluøkinum við Teistasøluni, segði Henrik Old, sum eisini harðliga fanst at, at løgmaður á henda hátt forðar vinnuni at arbeiða. ? Hvussu kann
gekk javnt allan dystin, og at tað vóru fáir málmøguleikar. KÍ legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið Heðin á Lakjuni bleiv leysur í vinstru og spældi flatt inn til Olgar Danielsen, ið hevði [...] Tað var ikki lætt at síggja, at tað var eitt lið úr 2. deild og eitt yrkislið úr 1. deild, ið hittust á vøllinum í Miðvági í góðveðrinum sunnudagin. Treyðugt so, tað vóru havnarmenninir, ið høvdu bóltin mest [...] ov galið, og at Lassin ikki gav sama leikara hjá FSV reyða kortið, eftir eitt sjúkligt karatespark á Jan Dam, var púrasta burturvið. Tað skal tó eisini viðmerkjast, at HB-arnir fingu nøkur rættiliga bílig
bygdin hevur mist á sjónum, sigur Jógvan Fríðriksson. ? Tað er sjálvsagt at vit øll eru merkt av hesum skaðatilburði, eisini vit sokallaðu »professionellu«, sigur prestur og peikar á seg sjálvan, sum ein [...] Tað er ikki so langt síðani, at strandingar mistu fólk á sjónum. Fyri nøkrum árum síðani doyðu tveir ungir strandingar tá báturin teir vóru við rendi á land í Scrabster. Eisini ta ferðina æt skipið Sjóborgin [...] sum var skipari á Sjóborg, fórst við einum útróðrarbáti fyri 25 árum síðani saman við einum skilmanni. Tonny kallaði sonin upp eftir teimum báðum, og nú fórust Tonny og tann sonurin eisini á sjónum. ? Í øðrum
sambandi við GÍ, men burtursæð frá Bárðuri á Lakjuni, so er hetta ikki vorðið til meiri enn prát. Bárður á Lakjuni vandi við Gí í fleiri vikur í vetur, og tað var upp á tal, at hann skuldi gera sáttmála við [...] Umborð á flogfarinum í gjár var ein danskur fótbóltsspælari, sum á páskum skal royna at sannføra leiðsluna og venjaran í GÍ um, at hann er so mikið góður, at hann er førur fyri at styrkja um liðið hjá [...] hjá teimum. Jógvan Gregersen er formaður í GÍ, og hann sigur, at nýggi maðurin skal spæla tríggjar dystir komandi dagarnar: ? Hann eitur Søren Skov Jørgensen, og hann er føddur í 1973. Hann spælir við Helsingør