Leygardagin var føroyameistarakapping í judo fyri einstaklingar hildin á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Luttakararnir vóru úr teimum trimum judofeløgunum úr Havn, Klaksvík og Sundalagnum.
Serliga hjá teimum ungu vóru nógvir luttakarar, og kappingin var mangan sera hørð og jøvn.
Dreingir -35 kg
Teir yngstu dreingirnir, sum viga undir 35 kg, vórðu býttir upp í tveir bólkar í innleiðandi kappingini. Úr bólki A komu Regin við Streym, SJF, og Áki Davidsen, HJF, víðari, og úr bólki B David Nilssen og Bjørn Nolsøe Reinert, báðir úr HJF.
Endaliga úrslitið í bólkinum gjørdist:
1. David Nilssen, HJF
2. Bjørn Nolsøe Reinert, HJF
3. Áki Davidsen, HJF
4. Regin við Streym, SJF
Dreingir -42 kg
Í næsta bólkinum, sum var dreingir undir 42 kg, varð kappast í einum bólki, og har gjørdist úrslitið:
1. Hans Jákup Jacobsen, HJF
2. Jákup Sumberg, SJF
3. Jógvan Páll Kristiansen, SJF
Dreingir -48 kg
Í bólkinum dreingir undir 48 kg varð eisini kappast í einum bólki, og har gjørdist úrslitið:
1. Rókur M. Nolsøe, HJF
2. Hjalmar Johannesen, SJF
3. Rólant Høgnesen, SJF
Dreingir 54 kg
Bólkarnir dreingir undir 54 kg og yvir 54 kg vórðu lagdir saman, og har gjørdist úrslitið:
1. Petur Sigurð Johannesen, SJF
2. Christoffer Olsen, HJF
3. Jákup Andreas Thomsen, HJF
Dreingir opin bólkur
At enda kappaðust dreingirnir eisini í opnum bólki, t.e. at eingi vektmørk vóru. Har nýttu nógvir dreingir úr flest øllum vektbólkum høvi at royna seg.
Av tí at luttakararnir vóru so nógvir, varð kappingin skipað sum cup-kapping, t.e. at vinnarin fór víðari, men tann sum tapti fór úr kappingini.
Úrslitið av hesari kappingini gjørdist:
1. Petur Sigurð Johannesen, SJF
2. Hjalmar Johannesen, SJF
3. Jákup Andreas Thomsen, HJF
3. Dávur Restorff Hansen, HJF
Unglingar
Hjá unglingum vóru tað harafturímóti klaksvíkingar, ið settu dám á kappingina, og har gjørdist úrslitið:
1. Oddur Olsen, KJF
2. Gunnar Hansen, HJF
3. Jan Petersen, KJF
Menn
Í mansdeildini vóru luttakarar úr Klaksvík og úr Havn, og har gjørdist úrslitið:
1. Niels Jákup Dalabrúgv, KJF
2. Kim Borum Hansson, HJF
3. Oddur Olsen, KJF
Fighter-steypið
Fyrst í áttatiárunum læt vinarfelagið hjá Havnar Judofelag í Aalborg eitt steyp til føroyskar judoleikarar at kappast um.
Hetta steyp verður latið til tann, sum í kappingini við størst kampond, teknikki, vilja og áræði setir sín dám á kappingina.
Seinastu nógvu árini hevur steypið verið latið einum av teimum yngru leikarunum í varðveitslu, og í ár fór tað so til David Nilssen úr Havnar Judofelag.
Sosialurin ynskir David og øllum hinum vinnarunum tillukku við kappingini.