part, og tá hann so eina ferð fær møguleikan, so er han so óður, at hann missir tamarhaldið á sær sjálvum og taklar ein mótstøðuleikarar sera ófantaligt. Hann fær gult kort og Ebbe tekur hann út aftur. [...] tveir venjingardystir, meðan hann er í landinum. – Eg spurdi so Jens Erik, hvar vit skuldu spæla, og peikaði á grasvøllin á Tórsvølli. Hann segði nei og peikaði so á graslíki á ovara vølli. Tá hugsaði eg [...] ikki, hvussu hann fekk fatur á mínum telefonnumari, men segði, at hann hevði eitt lið úr Týsklandi, sum manglaði ein vinstra bakk. So fór hann at tosa um pengar. Tá spurdi eg hann, um hann ætlaði, at eg
Hon haltar og til tíðir vinglar hon eins og ein drukkin persónur ger, tá hann roynir at ganga. Men Petrina drekkur ikki, og munurin á henni og einum ávirkaðum persóni er, at hon kann ikki sova tað av sær [...] visti yvirhøvur ikki, hvat tað var, og túsund tankar fóru ígjøgnum høvdið á henni. Læknarnir greiddu henni frá, so frætt sum til bar. Men sannleikin er tann, at hóast áralanga gransking, so vita læknar enn [...] í dag, so liggur tað fjart í huganum. Serliga hendan dagin, tá Sosialurin er á vitjan er hon væl fyri. Tað sást næstan ikki á henni, at tað feilar nakað. Men hon sigur, at dagarnir eru ójavnir. Onkrir verri
hvørjum útvarpslurti í landinum, og seinnu árini hevur hann í sínum sendingum hugleitt um tilveruna, samfelagið og innara friðin. Í hesi samrøðuni fara vit á uppdagingarferð í hugaheiminum hjá Jákupi Magnussen [...] broyta ein illfýsisdag til summardag. Kortini kann eg ikki hava alt upp á pláss í so máta, tí tá mars mánaði er hálvrunnin, kenni eg á mær, at eg lýsni og verði meira nærverandi. Hevur tú nakrantíð ætlað [...] gevur pláss fyri øðrum. Um tær ikki dámar mjørkan, er kanska best ikki at identifisera seg við hann. Hann er ikki partur av tær ella mær, men eitt fyribrigdi, sum gongur yvir. Eru skiftandi árstíðirnar
hevði ættarstevnu á Kambsdali, var hesin sangur, sum samstundis kann vera ein føðingardagsheilsa til Onnu Sofíu Jacobsen á 100 ára degnum, yrktur og sungin á stevnuni: Til ættina Lag: Vit hoyrdu várið [...] góð,« sigur hon á ramligum eiðismáli, sum ikki fornoktar upprunan. Anna Sofía varð fødd á Eiði tann 16. mars ár 1900. Foreldrini vóru Marin Súsanna -Marsanna- og Jógvan Joensen í Skorini á Eiði. Tey vóru [...] sjey systkin, sum hon ramsar nøvnini á, meðan hon telur á fingrunum. Og eingin fer burtur ímillum. Øll verða nevnd í raðfylgju eftir aldri. Sum onnur livdu tá Lívið á Eiði fyrst í farnu øld var sum bygdarlív
Poulsen. Seinni gjørdist hann feriuavloysari á lurtarasendingini Lurtararnir og vit, og síðani hevur hann ikki verið til at steðga. Hann hevur gjørt vælumtóktar sendingar sum Máltráðin, Á Tónatingi, Frívaktina [...] Frívaktina, Millum Fjals og Fjøru, Hvat nú?, Upp Á Tá og aðrar. Hann hevur eisini verið íðin at dekka summarstevnur, og hann hevur verið fastur reportari á ólavsøku í nógv ár. Duga at fóta sær Ein felagsnevnari [...] fingið fótin inn um í Útvarpinum. Hann gjørdi eina leygarkvøldssending, har hann spældi blandaðan tónleik, og nakað seinni var brúk fyri honum til at dekka ein sangleik á Strondum. - Eingin var at fara til
ballada. Stuttligt er, at Leivur Thomsen hevur gjørt orð og lag til eina lagið, so hóast hann ikki leikar við hesaferð, so setir hann tó dám á, sigur Terji. - Um talan er um modernaðan tónleik ella ikki [...] sigur Terji. Hann er samdur við t.d. Eyðuni Nolsøe, sum segði, at hóast nýggjar royndir, so er tað hann sjálvur ið skrivar sangirnar, og at ongin roynd verður gjørd at fjala tað, tí tað ikki letur seg gera [...] kenna tey flestu sum samstarvsfelagar og frændur á og av palli. Felags fyri báðar júst nú er, at báðir noyna seg í Prix Føroyar kappingini. Men í hvør sínum lag. Væl gekk hjá Eyðuni Nolsøe, ið kom víðari síðsta
men hetta havi eg verið øgiliga ill við hann um, sigur hon. Eisini hevur hon verið ill um mannagongdina við at salta vegirnar. Hon fýlist á, at tað ikki varð saltað á vegnum við SMS hetta kvøldið. Tað var [...] Rósan Lag: Sóljugentan Ein lítil rósa í hava liggur hon blomstrað hevur í tíggju ár við tárum væta vit hesa rósu tí djúpt í hjarta har eru sár. Í heimi blomstraðu fýra rósur ein mamma bar allar við á ferð [...] hóast tað var hált. Hon koyrdi býbussin, sum koyrir niðan millum Gilja og á Løgmannabreyt og so oman í Steinatún. Allastaðni uppi á Løgmannabreyt og millum Gilja vóru vegirnir saltaðir, so har var ikki hált
tónleikur at siga fyri teg? - Hann hevur havt og hevur ómetaliga nógv at siga. Fyri alla kreativa hugsan. Fyri hugsanarliga menning. Fyri sosiala samveru. Fyri kærleika og sál. Á øllum stigum í mínum lívi [...] amerikanskan gospeltónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? - Týskur dans-topp-tónleikur og tyrolarasangir. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? - Nú eri eg ein elendigur dansari. Men ABBA, Beatles [...] Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Sangurin "Rura, rura" á fløguni "Havið" hjá Anniku Hoydal og sangurin "Landið eg bar við mær". Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? - Havi
sum fór at henda í fiskiskapinum - at tað bar næstan ikki til at tosa um tær. Hann helt, at tilmælini frá fiskifrøðingunum vóru so óálítandi og at tey bygdu á eitt so tunt grundarlag, at tey vóru beinleiðis [...] er skeivt at byggja ein heilan landsbúskap á eitt tilmæli, sum byggir á so tunt grundarlag. Ikki hol í høvdið Hesum er Jákup Reinert púrasta ósamdur í. Hann sigur, at tað er beinleiðis skeivt, at tilmælini [...] hava vit so tær royndirnar eisini at byggja á Tann skeiva metingin av toskinum var ein avleiðing av hesum sama. ? Ongin toskur var á grunninum, men so kom hann brádliga aftur. Vit høvdu varhugan av, at
nýtt hjarta. Hann sigur, at hóast hann var doyptur í Betesda, gongur hann eisini í Kelduna, og hann hevur eisini staðið gubbi. - Eg gangi ikki so høgt upp í, hvar eg eri á møti, leggur hann afturat. Nú [...] november 2010 varð hann føddur fyri aðru ferð. Henda dagin fekk hann eitt nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Longu tá ið hann var 13 ára gamalur, orkaði hjartað, hann var føddur við, ikki [...] at hann fekk eitt nýtt hjarta. Tað fekk hann hendan heystardagin fyri tveimum árum síðani. - Tá ið eg var ringast fyri, gekk eg ikki trappurnar upp á loft, sigur hann. Níggju mánaðir eftir, at hann hevði