í strandakvinnum. Tvær ferðir vóru tær nær við at taka Neistan aftur, og bert eitt mál var á muni, men tað gekk ikki, og í longdini vóru tað royndirnar hjá Neistaliðnum, sum vórðu avgerandi. Men við einum [...] at vera tvey tey bestu kvinnuliðini í føroyskum hondbólti, var syndarliga vánaligur. Einki skil var á spælinum hjá hvørgum av liðunum, men um dysturin skuldi hava nakran vinnara, so var tað eftir spælinum [...] ivaleyst rokna við eini spennandi finalu. elj Neistin-StÍF 16-14 (8-5) Neistin: Rúna Wardum 5, Kára á Dunga 4, Inga Danberg 2, Mildrið Jacobsen 2, Lovisa Jørgensen 2, Susan Brockie 1. StÍF: Signhild Petersen
Hann heldur, at frágreiðingin er úttømandi, og sigur frá hvussu alt gekk fyri seg. Í hesum sambandi leggur forsætisráðharrin ábyrgdina á Fíggjareftirlitið, og ikki minst formannin í Fíggingargrunninum, Richard [...] fer at geva landsstýrinum tað hjálp teimum tørvar. Orsøkin til hetta er, at frágreiðingin leggur dent á at Den Danske Bank hevur givið føroyingum skeivar upplýsingar um kapitalviðurskiftini í Føroya Banka [...] Richard Mikkelsen. Forsætisráðharrin hevur bitið merki í, at frágreiðingin vísir á veikleikar í føroysku umsitingini. Eisini hetta fer stjórnin at taka upp við landsstýrið. Forsætisráðharrin sigur at enda
og Mogens Lykketoft fíggjarmálaráðharri hava fingið av at vita í fjølmiðlunum fyri at leggja trýst á føroyingar. Frágreiðingin staðfestir, at bankin hevur framskundað arbeiði við útkastinum til avtaluna [...] var, og er enn, at málið hevði sera stóran skund. Føroyski búskapurin versnaði fyri hvønn dag sum gekk, og kundi bert rættast uppaftur um báðir bankarnir vórðu samanlagdir. Niðurstøðan hjá Den Danske Bank
úrslitum á Makedonia, men tá var 2-0 á heimavølli og 2-1 á útivølli. Ímóti Rumenia taptu teir 1-0 heima og 3-0 í Bukarest. Bosnia Ivan Moskalenko undirstrikar landsliðsstyrkina við at vísa á, at Bosnia á heimavølli [...] javnleiki á heimavølli, tá Skotland, Litava, Bosnia-Hersegovina og Kekkia koma á Svangaskarð. Jens Martin Knudsen, mest royndi føroyski spælarin, er samdur við venjaranum: ? Dreymarnar um at spæla á Wembley [...] síðsta dystinum høvdu vunnið á heimavølli ímóti Írlandi, so høvdu teir endað á øðrum plássi, men teir taptu 2-1 ímóti Írlandi, sum seinni mátti lúta fyri Belgia. Litava vann 2-0 á Íslandi heima og spældi 0-0
tepra sigrinum í Vági upp á 10 stig, og tað sama hevur StÍF nú, eftir at tær sunnudagin vunnu 23-18 á Kyndli, sum sostatt verður standandi á átta. Eisini í botninum leikar javnt á. Áðrenn vikuskiftið høvdu [...] og tað gekk ikki friðarliga fyri seg. Sum skilst var lítið skil í, serliga tá venjarin hjá VB varð burturvístur, men varð sitandi á bonkinum allan dystin. Dysturin var næstan liðugur, tá tað stóð á jøvnum [...] Kyndil hevði verið á odda 12-10 í hálvleikssteðginum. Teir vóru enntá framman fyri 9-1, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, men so steðgaðu teir upp, og StÍF át seg so líðandi inn á aftur Kyndil og tók
bólk B og TB gjørdist nummar tvey. Í hálvfinalunum vann NSÍ 7-6 á B36, sum annars var á odda 4-0 einu løtuna. Hina hálvfinaluna vann B68 7-3 á TB. Í finaluna komu sostatt grannafeløgini NSÍ og B68, og her [...] Leygardagin varð árliga innandurakappingin Atlantic Cup spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta var annað árið á rað, at skipað varð fyri kappingini, og øll tey tíggju 1. deildarliðini luttóku. Tey [...] spælir í ár við B68. Í Atlantic Cup gekk væl hjá honum. Hann fekk sjey mál og gjørdist besti málskjútti í kappingini. B36 hevði fyrrverandi VB-aran Poul Thorsteinsson á liðnum, meðan Óli Johannesen, sum
føroyingar. Signar Heinesen skrivaði á donskum 9.1.98 í Sosialinum, at áðrenn danir løgdu upp í skyldaðu føroyingar 3,8 milliardir, aftan á teirra hjálp var skuldin komin upp á 6,4 milliardir til eina av heimsins [...] ógvast um okkara skipamál, og so hevði hon gjørt tað sama, men har legði man bara ok á? Hvør føroyingur troystar sær at fara á eitt komandi fólkatingsval? 18.1.98 Steinbjørn B. Jacobsen P.S. Annars er nú komin [...] »Skyd en færing og spar i skat«, brúkast bara eina ferð, men onkur hevur aftur sæð hesi orð klistrað á bilarnar. Uppskot um at flyta allar føroyingar til eina oyggj í Danmark eru aftur at síggja. Einaferð
vit løgdu dent á ikki bara at hava siðvenju (sum mær vitandi altíð var hægst 24 í studentaskúlanum), men eisini eina skrivliga avtalu. Annars høvdu vit ikki tikið við fríviku uttan løn, tá á sinni. 3. Tvætl [...] ivaleyst fyri at seta okkum knívin á barkan til jóla. At hann longu í august 97 visti av, at hann eisini fór at bróta sína egnu kunngerð, grein 12, virkar heilt óskiljandi. YF gekk sjálvandi út frá, at ein sa [...] nakað serligt ímóti 1.S-matematikarunum á Kambsdali árini 97-98? Hetta er rein diskriminatión ? ella sigur hann ikki sannleikan?! Kanska ætlar hann sær, um »gíslatøkan« á Kambsdali gongur væl, at royna seg
Vil tí koma við viðmerkingum hesum viðvíkjandi. Tá eg fyri skjótt 30 árum síðani gekk í Real-skúla í Hoydølum, var eg í einum flokki, har vit vóru 13 næmingar, og er tað besti flokkur eg nakrantíð havi [...] vit sum høvdu verið úti fyri tí vanlukku, at ganga í »konsentratións-legunum« í Kommunuskúlanum og á Venjingarskúlanum. Vil bert við hesum gera vart við, at eg taki undir við yrkislærarunum og havi mín [...] at ganga við! Hvat er so haldi um »Ministarin«, er ein serlig søga, sum eg ikki haldi verða hóskandi á prenti. Vinarliga ein nøgdur real- skúlingur
hartil høvdu atgongd til telefon, má tað á ein ella annan hátt vera teirra egna skuld, er onkur komin illa fyri, vísir Sommer Joensen á og avvísir avgjørdur, at politiið á Tvøroyri hoyrdi eitt einasta orð aftur [...] onkrum á Tvøroyri. Politiið orðnaði hesum ungu úr lastini, og tað var gaman í. Tey ungu hildu so, at politibilurin so kundi koyra fleiri ferðir til Hvalbiar og aftur inntil øll vóru heima, men tað gekk jú [...] at handan søgan er heilt burturvið! So avgjørdur er Sommer Joensen um hendingina, ið er umrødd her á síðuni. ? Veruleikin er tann, at politiið, sum tey siga, steðgaði pick-upp'inum. Í lastini var ein rúgva