Endaspælið í hondbólti kom rættiliga í gongd um vikuskiftið, og fleiri staðni spældi tað ikki friðarliga av. Leygardagin spældu H71 og VÍF í Havn. Hesi bæði liðini hava longu spælt tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum bara síðani ársskiftið. Í steypakappingini vann VÍF í Vestmanna, men hoyvíkingar vendu støðuni til sín fyrimun í seinnu hálvfinaluni í Havn.
Leygardagin ráddi tað so um landskappingina. Og her endaðu vestmenningar omaná 29-26 eftir at hava verið eina tonn framman fyri so at siga allan dystin. Tey flestu vóru samd um, at dómararnir høvdu ein óhepnan leiklut í hesum dystinum, serliga í fyrra hálvleiki. Men eftir dystin kundu Náttarravnavinnarin Áki Olsen og hinir VÍF-ararnir so fegnast um, at teir fingu hevnd fyri ósigurin í steypakappingini.
Eisini Kyndil og StÍF hava spælt ofta móti hvørjum øðrum í seinastuni, og eisini her hava úrslitini verið báðar vegir. Hesa ferð vunnu strandingar 25-22, eftir at Kyndil hevði verið á odda 12-10 í hálvleikssteðginum. Teir vóru enntá framman fyri 9-1, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, men so steðgaðu teir upp, og StÍF át seg so líðandi inn á aftur Kyndil og tók seg í seinna hálvleiki framum. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri VÍF.
Neistakvinnur spældu móti VB í Vági, og tað gekk ikki friðarliga fyri seg. Sum skilst var lítið skil í, serliga tá venjarin hjá VB varð burturvístur, men varð sitandi á bonkinum allan dystin. Dysturin var næstan liðugur, tá tað stóð á jøvnum 18-18, men so fekk Neistin sigursmálið.
Áðrenn endaspælið hjá kvinnum byrjaði, stóðu trý lið jøvn við átta stigum. Neistin kom við tepra sigrinum í Vági upp á 10 stig, og tað sama hevur StÍF nú, eftir at tær sunnudagin vunnu 23-18 á Kyndli, sum sostatt verður standandi á átta.
Eisini í botninum leikar javnt á. Áðrenn vikuskiftið høvdu GÍ, Stjørnan og VB øll fýra stig. VB fekk einki stig móti Neistanum, meðan GÍ vann 22-16 á Stjørnuni í Klaksvík. Tveir GÍ-spælarar fingu reytt kort, annar fyri tríggjar útvísingar og hin beinleiðis reytt kort.