Er skúlamálaráðharrin vorðin í ørviti

Fekk nøkur brot við í Útvarpssendingini hetta kvøldið um málið um klassastødd í føroyskum skúlum.

Vil tí koma við viðmerkingum hesum viðvíkjandi. Tá eg fyri skjótt 30 árum síðani gekk í Real-skúla í Hoydølum, var eg í einum flokki, har vit vóru 13 næmingar, og er tað besti flokkur eg nakrantíð havi gingið í. Sambandið ímillum lærara og næmingar var fyrimyndarligt og sjálvandi bleiv tað eisini soleiðis næminganna ímillum - sosiala samanhaldið var perfekt, og so tað at lærarin hevði dupultan møguleika fyri at stimbra tey í flokkinum ið høvdu tað fyri neyðini.

Eitt ið var serliga sigandi, haldi eg var, at flestu av teimum ið komu av smábygd, og harvið úr smáum skúlaflokkum, vóru so nógv fremri í flestu greinum, enn vit sum høvdu verið úti fyri tí vanlukku, at ganga í »konsentratións-legunum« í Kommunuskúlanum og á Venjingarskúlanum.

Vil bert við hesum gera vart við, at eg taki undir við yrkislærarunum og havi mín allar størsta sympati fyri teim næmingum, sum í dag ivast í hvussu tey skulu fáa dagin at ganga, tí tað eru vit nokk av teim arbeiðsleysu sum fáa okkara dag at ganga við!

Hvat er so haldi um »Ministarin«, er ein serlig søga, sum eg ikki haldi verða hóskandi á prenti.


Vinarliga

ein nøgdur real-

skúlingur