farið, er farið, og vit skulu hyggja frameftir. Tí at viðtøkubroyt-ingarnar ganga júst út upp á, at undantaksreglan í viðtøkunum er burtur, og tí fer tað, sum hent er við Fiskasøluni og Fiskavirking, ikki [...] sítt mál. ? Við øðrum orðum, so sleppa vit ikki eftir málinum handan vegin, og tí mugu vit uppgeva tað, og loysa hetta málið fyrst. Tá tað er gjørt, kunnu vit fara eftir hinum málinum onkran annan vegin, [...] saman við Maritu Petersen og Henrik Old, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, sum tey bæði søgdu við Sosialin í gjár. ? Við hesum førningi fór eg aftur í fíggjarnevndina og ávirkaði álitið. ? Tað
r, kvæðaútsetsetingar, negro spirituals og sálmar, er kórið eisini nýhugsandi og torir at gloppa hurðini fyri nýggjum tilfari, eins og teir ?gomlu? gjørdu fyrst í øldini við at syngja verk hjá samtíða [...] sangir eru tiknir við og sungið verður bæði á føroyskum og útlendskum. Umframt at syngja sum kór burturav, sleppa eisini solistar framat, og manskórinum vant, er javnvág millum tað nýggja og tað gamla. Fleiri [...] manskórsangur hoyrdist í Havnini. Í sekstiárunum og fram til áttatiárini vóru bert tvey almenn kór í høvuðsstaðnum, og vóru tey bæði blandað. Talið ferfaldaðist Fyrst í 80?unum kom ein nýggj frítíðarskipan í gildi
fyri eina danska fyritøku og tosaði tí væl týskt. Eina ferðina fyrst í fimtiárunum var Jákup saman við brórðuri sínum Páll ein túr í Týsklandi og vitjaði, og tá vóru teir og vitjaðu okkurt av reiðarínum [...] seks dagar, og har kom einki telegramm. So sigldu teir heim til Týsklands at landa. - Og tá vit so løgdu at, stóð Maria har so fitt og rund og tók ímóti. Skiparin noyddist so at geva bæði Mariu og manninum [...] fisk. Fisk lótu vit teir fáa og fingu afturfyri spik, sum vit so turkaðu og ótu umborð um náttina. - Men so eina náttina kom ein týskari og vildi smakka. Spikið dámdi honum, og hann at fortelja hinum. Áðrenn
Borg bjóðaði seks býráðslimum í Havn, og býráðsskrivarunum til Reykjavíkar at vitja. Henda vitjanin var fyrst í oktober. Íslendingar vóru ónatúrligur blíðir og bóru okkum á lógvunum Mentanarligt samstarv [...] báðum býunum, `Torshavn og Nuuk. Samstarvið ímillum Tórshavn og Reykjavík fær sama endamál, men í yvirlýsingini verður nevnt at talan er um samstarv á mentanarliga - ítróttarliga og á skúlaøkinum Leivur Hansen [...] ímillum Tórshavn og íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík, mennast. Regluligt samstarv hevur verið ímillum høvuðsstaðirnar báðar, men av einhvørjari orsøk datt tað niðurfyri í 1991, og síðani tá hevur onki
stýra skjótt alt og øllum her í landinum, eins og prestarnir gjørdu tað í Gabels-tíðini. Men hevur tú nakrantíð frætt um, at hesir frøðingar sjálvir hava havt eitt nýtiligt vinnuhugskot og harafturat kanska [...] Kortini verður latið upp í júst teirra hendur at meta um og avgera okkara framtíð ? avgera um hugskot og verkætlanir hjá okkara royndu kvinnum og monnum skulu verða lív lagað ella ikki! Aftur til patentini: [...] londunum uttan fyri Danmark, og hvat ein uppfinning kostar at patentera í øðrum londum. Tað eg her fremst vil fram til er, at tað í flest øllum førum er fullkomuliga óneyðugt og alt ov dýrt at leita sær
stigið var longri. Aftur í tíð og umvegis Ongland til Amerika, og nú kom futtur í við rútmiskum negro spirituals og solistum. Mansrøddin hjá Andreasi Reinert hóskaði væl fremst í ljóðmyndini til kenda lagið [...] »Vit eru føroyingar serstøk tjóð«, og skapað hana um til tónleik. Modulasjónir og kakafoniskár ritubergseffektir fingu áhoyrarar til bæði at frøðast og flenna, og tað gjørdi ikki skemtið verri, at Bjarni [...] Manskórinum í nógv ár. Nýtt og nógv gamalt Manskórið gjørdi rættiliga vart við, at tað hevði meira í hyggju enn bara at syngja aftur við hátíðarhaldum og tilvildarligum tiltøkum her og har, tá ið teir skipaðu
havnafeløgini dag um dag ímóti uppflytarunum úr VB, og bæði Kyndil og Neistin vunnu greiðan sigur. Neistin slapp fyrst at royna seg, tað var leygardagin, og meistaraliðið vann 23-16 eftir hálvleiksstøðuna [...] seinna hálvleiki gekk serliga væl hjá Neistanum, og frá 11. minutti til 20. minutt fór tær frá 13-10 og upp í 20-10. VB-liðið formáddi sær einki hesa løtuna, og tá tær móti endanum av dystinum kláraðu at fáa [...] Neistin-VB 23-16 (10-7) Kyndil-VB 24-18 (10-7) Bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli stevna við fullari ferð ímóti hvørjum øðrum, og mikudagin um eina góða viku verður frontali samanstoyturin veruleiki, tá
Eg umboði alt ríkið, men sjálvandi fyrst og fremst í viðurskiftum millum londini bæði. Tað merkir, at eg skal kunna um og greiða frá sjónarmiðunum í londunum báðum, og rudda møguligar misskiljingar burtur [...] um tað, sum stendur í bløðunum og fjølmiðlunum. Donsk embætisfólk vitja her í arbeiðsørindum, og hitta sínar starvsfelagar, eins og ráðgevandi nevndin vitjar, og tosar við vinnulívsfólk o.o. í samfelagnum [...] hendavegin - bæði av samfelagsligum og politiskum týdningi fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Virði at kenna sín søguliga uppruna - Hvat virði er í felagsskapinum, og hvussu fremur tú tað í tínum arbeiði
veðhaldsgrunnurin verður til kommunalan lánigrunn og mentur, so hann í framtíðini verðuyr førir fyri at fíggja allan láni- og fíggjartørv hjá kommununum. Og verður greitt eitt sindur nágreiniligari frá, verður [...] verður mentur so við og við til hann at enda kann nøkta allan lánitørvin hjá kommununum. Sofus Johannesen sigur, at ætlanin er at kommunurnar framyvir sostatt koma at lána frá sær sjálvum, og í minni mun frá [...] landinum, har í fólk rýma úr teimum ringast staddu kommununum við høgum skatti og vánaligum tænastum, í kommunur við lægri skatti og betri tænastu. Hann nevndi t.d. at Tvøroyrar kommuna hevur eina rentubyrðu
byggir ein sína teldu við at velja millum tey ymsu hardware?ini, ið fyritøkan selur. Fyrst velur ein húsan og eitt botnkort, og síðani kemur heimasíðan sjálv við einum uppskoti um, hvussu lidna teldan skal síggja [...] komponentin, og beinanvegin kemur upp ein listi yvir tað, ið fyritøkan kann levera. Harfrá ber so til at klikkja víðari og fáa meiri at vita um einstøku evnini. Tá ein so er nøgdur, velur ein tað, og hetta verður [...] teldu, ið samsvarar við krøvini og pengapungin. Ikki fyri tey kræsnu Síðan virkar væl og aðrar treytir eru eisini lovandi. Fyritøkan leverar ókeypis innan fyri 48 tímar og kemur á staðið eftir telduni, gongur