sum hevur gjørt, at nærum øll fara á val. Stemningurin er har, tá tað er val í Føroyum. Eg havi sjálvur upplivað val í fleiri øðrum londum, og tað er ikki tað sama. Føroyingar sita við sjónvarpið og útvarpið [...] skrásetta parlagið og rættartrygd er fyri tað mesta ein flýggjan frá politikki. Sera nógv er at gera, tá ræður um rættartrygd, arv, pensjón, foreldramyndugleika og annað, tá talan er um annað samlív enn hjúnalagið [...] vanligar búskaparlógir síðani. Nærum full semja er um, at rakstarstudningur er av tí ónda. Alíkavæl hoyra vit graml um stuðul til rækjur og mjólk. Tað er løgið, at vit ikki grundað á royndirnar við fiskivinnuni
fyri fimm árum síðani. Eg eri sannførd um, at eg eri fødd sjúkrasystur. Sjúk fólk, tablettir, sproytir o.s.fr hevur verið mítt lív. Hvørja ferð eg síggi ein hvitan kittul, droymi eg meg aftur í mítt gamla [...] hevur verið mín drívmegi alt mítt lív, og dreiv meg eisini á skúlabonk aftur. Eg havi altíð havt áhuga fyri sosiologi, so fyri meg var tað upplagt at fara á universiteti. So gjørdi tað minni, at eg skuldi [...] í nýggja umhvørvinum. - Eg veit ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, men bygdin vísti seg at liggja á eini rættiliga avbyrgdari oyggj, har tey als ikki vóru von við fremmand fólk. Eg hevði allatíðina eina kenslu
Ástjörn, hevur verið rættuliga góð! Tað er altíð hugaligt at rógva aftur á aftur tað, sum er gamalt og gott. Millum starvsfólkini er ein, sum eisini var har fyri tredivu árum síðani. Hon er næsta skyldkona [...] p-gjald. Her er einki sovorðið. Heldur ikki í Ásbyrgi verður ferðamaðurin undirdýktur í krøvum og gjaldum. Her er rokan í fjørðinum, og tað er torført at sleppa av við bilin. Her hevði tað verið kærkomið við [...] meiri enn túsund árum síðani. Íslandsrossið er eyðkent. Styrkin er stór, og treystleikin er óførur. Miðalhæddin sigst vera trettan hándsbreiddir, so talan er avgjørt ikki um mest elegantu kríatúrini. Men
Friis. ? Skal eg peika á nakað, sum eg kundi hugsað mær var øðrvísi, so er tað, at ein sera stórur partur av bólkunum, sum eg havi hoyrt til Prix Føroyar, hava verið so illir og daprir. Eg kundi hugsa mær [...] teir vitja hendan vegin. ? Eg visti so at siga einki um føroyskan tónleik, tá eg kom til Føroya. Eg visti bara, at tit dansa ein serliga dans. Tí var eg tikin á bóli, tá ið eg sá, hvussu umfatandi føroyska [...] eitt hitt kring allan heimin. ? Tað, sum eg havi hoyrt av føroyskum tónleiki seinastu árini, vísir, at hann er við at gerast meira originalur og serligur, og tað er eitt gott grundarlag fyri altjóða gjøgnumbroti
kanska er tað gott, sum tað er vorðið, tí um ikki, hevði vandi verði fyri onkrum verri. Sum er, liggur leikvøllurin har til gleði fyri ungdómin og er granni til Oyruna við Breiðagrasinum, sum er til enn [...] í nevndini hesi 100 árini. Bókin er serliga vend móti teimum, sum hava ein veruligan áhuga í fótbólti og hondbólti, og sum kenna fólkini. Myndatilfarið, sum bæði er svart/hvítt og í litum, er sera stórt [...] sangir er Jónvør Joensen, kona Esbern, ið er annar av høvundunum. Hetta eru alt sangir, sum hava við SÍ at gera , og sum helst allir hava verið sungnir á 100 ára degnum. Miðleingjan í bókini er sjálv søgan
gav henni bert tríggjar mánaðir í bransjuni. Broyttar blómutíðir Hesi 25 árini Brynhild hevur havt blómuhandil er nógv broytt. Til dømis er tað púra vanligt í dag, at ungir menn í 30unum koma inn og keypa [...] og alt hitt er perfekt hendan størsta dagin í lívinum, sigur Brynhild. Eisini í blómuheiminum er tað mótin, sum ger av, hvat er inn tær ávísu árstíðirnar og høgtíðirnar. Seinastu mongu árini hevði tað einfalda [...] smølum vasa hevur verið at sæð á konfirmatiónsborðunum í eini tíggju ár, og tað er faktiskt nokkso keðiligt. So eg rokni við, at vit fara at gera eitt sindur meira burturúr komandi árini, greiðir Brynhild
Bátaferð - Eg haldi, at hetta er fyrstu ferð, eg havi verið í Bergen, at sólin hevur skinið. Oftast hevur verið regn, grátt og keðiligt veður. Tað er neyvan av ongum, at býurin hevur verið róptur "paraplyernes [...] hava verið nógvar, og eg vænti, at fleiri upplivingar bíða eftir okkum á hesi ferðini, sum júst er byrjað, sigur hon. Hegnismaður Kristian Glerfoss, sum er 66 ára gamal, er hegnismaður. Hann er sonur [...] gingið. - Tað er langt síðan, at eg fekk staðfest slitgikt. Tá ið tíðin kemur, ætli eg mær at skifta hitt knæið eisini, sigur hon. Góðir túrar Margit sigur, at hon og maðurin hava verið ógvuliga glað fyri
høgum støði, er so sjálvsagt tann, at tú eisini ert tøkur til dyst. Sjálvandi eri eg eisini bitin av spælinum. Tað er ein gift, sum eg havi fingið í kroppin, og sum ikki vil fara út. Nú sigi eg við meg sjálvan [...] ógvusligt, at hav verið við somikið nógvum feløgum, men hann leggur dent á, at hann hevur trivist sera væl, har hann hevur verið, og at talan sum so ongantíð hevur verið um nakra ónøgd: - Tá eg havi skift felag [...] at eg eri rýmdur úr einum felag, og tað haldi eg eisini sæst aftur í, at eg í fleiri umførum havi vitjað aftur til somu feløg. Kann ikki lata vera 25 ár á hægsta føroyska støðið, er helst væl meira, enn
nýggjan kassagittar til workshopina um kvøldið. Øll hesi árini, eg havi ferðast kring heimin, minnist eg ongantíð áður, at nakað ferðagóðs hjá mær hevur verið seinkað, so hetta var eisini nakað nýtt. Smalir [...] avbyrgdar, og tað er trupult fyri meg at ímynda mær, at eg kundi búð har, men eg hevði fegin vilja sloppið aftur og kanska sloppið at gingið meira í fjøllunum og notið lívið har. Klaksvík er ein fiskivinnubýur [...] hátt, og tað verði eg aftur noyddur at gera, tá eg skal hava mína fyrstu veruligu solokonsert í St. Petersborg í næstu viku. Eg vóni, at tiltakið í Klaksvík hevur sett gongd í nakað, tí eg vil fegin endurtaka
Strub hevur verið heima í nakrar mánaðar. Fer skiparin ikki tá aftur at kenna longsul út á hav? - Eg veit ikki. Nú havi eg verið burtur ógvuliga leingi, og tað er eisini ein spurningur um pengar. Eg trúgvi [...] hvat tað er við lívinum á sjónum og umborð á einum seglbáti, ið er so dragandi, sigur Toni Strub: - Tað er ilt at siga. Tað er í hvussu so er ikki so romantiskt, sum nógv fólk halda. Mangan er tað rættuliga [...] hitta vit tveir ungar mans. Annar er Ben, sum kemur úr Onglandi, og hin er danin Lars, ið er ættaður úr Aalestrup í Miðjútlandi. Tað er ikki so langt síðani, at Toni var heima í Avstralia. Báturin hevur ligið