Grindin, sum fyrr í dag bleiv funnin sunnanfyri Borðoyarnes, hevur nú lagt beinini. Zakaris Jacobsen, ið er ein av grindaformonnunum í Gøtu, upplýsir at teir eru mitt í drápinum nú. - Her eru nógv fólk [...] men her eru fleiri hvalir enn vit fyrst hildu, sigur Zakaris Jacobsen, sum áður í dag metti at grindin var um 100 hval. Í morgun boðaðu bátar frá, at teir høvdu sæð eina grind sunnan fyri Borðoyarnes
Í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Vági. Grindin var funnin á Víkarfirði um átta tíðina í gjárkvøldið. Tá var ein bólkur av springarum uppi í, men teir vórðu skildir burtur úr og so varð roynt at [...] at fáa rakstur á grindina. Tað gekk strilti í fyrstuni, men so kom gongd á, og grindin varð rikin til Vágs, har hon varð hildin til klokkan 22.30. Drápið gekk skjótt og væl. Mett var, at hon var um eini
Hovsfirði. Men tá vóru líkindini so mikið vánalig, at avgjørt varð ikki at halda henni til. Nú liggur grindin beint út fyri sandin Nesi í Hvalba - har sum ein onnur grind var hildin til fyri knøppum tveimum [...] nninar, og teir eru samdir um at lata hana fáa frið. Fyrst og fremst er tað ókyrt í sjónum, men grindin verður eisini mett at vera so mikið lítil, at tað ikki er tað vert - serliga nú tá ein onnur grind
Tað vísti seg kortini, at grindin og springararnir gekk í fleiri bólkum. Og tá samanum kom løgdu tveir bólkar beinini annar í Klaksvík og hin á Gøtusandi. Tað gekk skjótt við sjálvum drápinum. Í Gøtu løgdu [...] løgdu 28 hvalir og sjey springarar beinini. Frá løgregluni í Klaksvík verður upplýst, at grindin sum legði beinini har var 24 hval. Tá alt var skorið upp og nýtt sundur vóru íalt 471 drápspartar av hesum
Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið, haðani hon var komin. Men síðan vendi hon aftur móti Føroyum. Komin norður á Bankaryggin [...] stutt á Bankanum, og er síðan farin suðureftir, tvørtur um Rosemarybankan, og suður móti Rockall. Grindin, ið var merkt á Klaksvík fyri trimum vikum síðan, hevur ferðast støðugt suðureftir, fyrst í ein útsynning
Tað sigur Kári Thorsteinsson, sýslumaður. Grindin legði beinini klokkan gott 18, men av tí at tað vóru so nógvir hval, so fingu allir ikki gjørt landgongd. Fleiri lógu tí eftir undir Argjalandinum, og [...] virkandi sýslumaður. Hann sigur, at øll náttin fer við at sleipa hvalirnar heim á Vestaru Bryggju, har grindin so skal merkjast, og hann væntar, at seðlarnir koma út einaferð í morgin.
tilsamans 438 í tali. Yvirlitið hjá Náttúrugrindasavninum vísur, at størsta grindin í fjør var eisini tann fyrsta. Tað var grindin í Hvalba, har 251 grindahvalir uppa tilsamans 1.248 og 1/2 skinn løgdu beinini [...] beinini. Størsta gdindin við springarum var eisini í Suðuroy. Tað var grindin tann 22. september, tá ið 219 hvítskjórutir springarar løgdu beinini. Talvan vísir annars, hvar grindirnar doyu, nær og, hvussu
Nú hevur grindin, sum varð funnin eystanfyri Nólsoy í morgun, lagt beinini. Drápið gekk skjótt og tað var ikki meiri enn 15-20 minuttir, so var drápið liðugt, og metingin er framvegis, at grindin er einar
fólk, ið vóru á veg av Gomlurætt í bussinum í morgun, sum sóu grindina og boðaðu frá. Sum skilst lá grindin og grindaðist millum Gomlurætt og Hest, tá fólk bóru eyga við hana. Sýslumaðurin upplýsir, at grindaboð [...] bátar, ið hoyra heima har á leiðum, nú á veg út til grindina. Tað er tó enn ov tíðliga at siga, hvar grindin verður rikin, men nevnir sýslumaðurin Havnina og Leynar sum møguligar hvalvágir. Um talan er um
fyrireikað okkum væl til at avbyrgja alt grindaøkið, bæði Sandágerð, har grindin verður hildin til og kaiøkið á Vestaruvág, har grindin verður skorin upp, og skift.