Nú er drápið liðugt

Drápið í Sandágerði gekkst væl

Nú hevur grindin, sum varð funnin eystanfyri Nólsoy í morgun, lagt beinini.

 

Drápið gekk skjótt og tað var ikki meiri enn 15-20 minuttir, so var drápið liðugt, og metingin er framvegis, at grindin er einar 150 hvalir.

 

Tað gekk ill at reka grindina í fyrstuni, og tað vóru heldur ikki so nógvir bátar hjá henni. Men tá ið fleiri bátar komu, fekst ferð á grindina og fór við sjógv á bak heilt inn í Sandágerð, har hon varð hildin til.

 

Har er nógv fólk í Sandágerði, eisini nógv fremmandafólk, tí tað eru nógv ymisk tungumál at hoyra. Tað verður eisini dúgliga tikið myndir, men útlendingarnir síggjar meir bergtiknir út av drápinum enn teir síggja forfardir út. 

 

Vit hava meiri seinni.