Vit eru væl fyrireikað til at drepa grind í Havn

Grind skal haldast til, hóast Sea Shepherd verður her

- Vónandi fáa vit eina grind í ár.

Tað sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at nú eru tað yvir trý ár síðani, at grind legði beinini í Havn, og tí hevði ein grind verið kærkomin í summar.

 

Og í hansara hugaheimi er eingin ivi um, at kemur ein grind, skal hon eisini haldast til.

 

Hann sigur, at í Tórshavnar kommunu eru tey sera væl fyrireikað upp á at avgreiða eitt grindadráp.

 

Við hava fastar grindarmenn og vaktarfólk í eyðkennisbúna, so vit vita, hvør hevur samband við drápið og ikki.

 

 

Les eisini: Nokta Sea Shepherd at koma til Havnar

 

 

Samstundis hava vit fyrireikað okkum væl til at avbyrgja alt grindaøkið, bæði Sandágerð, har grindin verður hildin til og kaiøkið á Vestaruvág, har grindin verður skorin upp, og skift.