Drápið er byrjað

Fyrstu hvalirnir, av bólkinum, ið varð funnin norðanfyri Viðoy fyrr í dag, hevur nú lagt beinini í Hvannasundi. Tað upplýsa fólk á staðnum fyri in.fo.


Grindin hevur annars deilt seg upp í fleiri bólkar, og sum in.fo skilur, so verður nú roynt at fáa teir síðstu hvalirnar upp á land.


Tað eru einir fýra tímar síðan, at løgreglan fekk fyrstu fráboðanina um, at fjallmenn í Viðareiði høvdu sæð eina grind. Mett hevur verið, at grindin er um einar 200 hval.