avbjóðing at reisa bygdina á føtur aftur. Tað var í juni mánaði í 2017, at fólk vórðu tvungin at flyta úr Illorsuit. Sjálvt um tað ikki er ólógligt at vera í bygdini, verður frárátt fólki at flyta aftur til [...] at loyva fólki aftur at búgva í Illorsuit. - Men, útlitini eru vánalig, skrivar Sermitsiaq. Forkvinnan í felagnum Illorsuarmiut, Dorthe Qvist Jerimiassen, sum í dag býr í Ikerasak, hevur seinnu árini roynt [...] flóðaldu, sum stóðst av stórum skriðjulopi í Karratfjørðinum, nærindis Uummannaq. Í Nuugaatsiaq lótu fólk lív, men tíbetur kravdi náttúruvanlukkan ikki mannalív í Illorsuit, og her vóru heldur eingir skaðar
løgmann. Tað var í januar í 1993. Erna Solberg er onnur kvinna í forsætismálaráðnum í Norge. Gro Harlem Brundtland var forsætisráðfrú í trimum stjórnum, fyrstu ferð í 1981 og síðstu ferð í 1996. Í Finnlandi er [...] við borðendan í forsætismálaráðnum í Helsinki. Í 2010 gjørdist Mari Kiviniemi forsætisráðfrú, og í 2003, tók Anneli Jäätteenmäki við sum fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðari í Finnlandi. Í Íslandi er Katrín [...] stjórn hennara taptu valið í Noreg. Hon hevði tá sitið í sessinum í tvey valsekið. Helle Thorning-Schmidt skipaði stjórn í Danmark saman við Radikala flokkinum og SF tann 3. oktober í 2011. Hóast Helle Tho
hægsta talið skrásett í eitt samdøgur í landinum Alla vikuna hava annars arbeiðspláss verið stongd í stórum parti av landinum, fyri at fáa smittuna niður. * Noreg: Tvær ferðir í eina viku eru skrásett [...] fleiri enn 2000 nýggir smittutilburðir í eitt samdøgður. Tað er met nógv í landinum, sum higartil er sloppið lutvíst lætt í gjøgnum farsóttina. Nú fáa øll yvir 18 ára í boðið triðju koppsetingina. Øll hei [...] verður samtykt í morgin. * Týskland: Í dag eru staðfest 45.081 nýggir smittutilburðir. Talið, sum vísir, hvussu nógv eru smittað fyri hvørji 100.000, er uppi á 277,4. Tað er tað hægsta higartil í Týsklandi
Taka eitt tak fyri føroyskari list – í París Evnið í framsýningini er ljósið Í januar letur ein stór føroysk listaframsýning upp í Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen [...] føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið verða í Paris frá í januar til í mars. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk [...] skíggja, kemur fram hin gylta sól". Sólarljósið í útnorðri hevur ein serstakan og týðandi leiklut í føroyskari myndlist. Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskum málningum, ið bæði eru figurativir og
Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, í fráboðanini í dag. – Tað eru tey, sum ikki eru koppsett, sum eru miðdepilin fyri smittuspjaðingini. Tað vísa kanningar í londunum rundan um okkum, og [...] støðuni. Aftur í gjár, eru fleiri tilburðir staðfestir, og hett er triði dagurin upp í slag, at talið á koronutilburðum, hækkar Les meisi um tað her: Aftur fleiri tilburðir ígjár – Men í koppsetingarbólkinum [...] at fólk í vandabólkum verða smittað, hóast tey eru koppsett. Tí hevur tað so stóran týdning, at tey fáa ta eyka verjuna, sum tann triðja sproytan gevur. Í fyrsta lagi verja tey seg sjálvi, men í øðrum lagi
lat upp í januar. Longu nú er trot á vøggustovuplássum í barnagarðinum, og tí hevur Tvøroyrar kommuna gjørt av, í samráð við leiðara og starvsfólk í barnagarðinum, at flyta útibarnagarðin oman í hølini [...] enn størri pláss at spæla í, bæði úti og inni og neyðugt verður ikki at ansa eftir teimum smáu børnunum, tá tey t.d. eru úti og súkkla. 18 børn ganga í løtuni í útibarnagarði í barnagarðinum Mýrifípan. [...] hølini í kjallaranum í Trongisvágs skúla, frá 1. januar 2022. Hølini eru tey somu, ið vórðu nýtt áðrenn barnagarðurin bleiv útbygdur. Børn og starvsfólk vóru sera glað fyri hølini tá og vónandi fer tað eisini
2016, og vita nær teir vóru í starvi. Og so skal sjúkrahúsverkið spyrja Apotekið, hvussu nógvan ADHD heilivág, hvør einstakur lækni hevur útskrivað ímeðan teir vóru í starvi. Talan er um sera nógvar [...] ADHD, er meiri enn trífaldað hesi seinastu árini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv hava [...] við stuttum skotbrái. Sjúkrahúsverkið kann tó við vissu siga, at higartil í ár, ella. frá 1. januar til og við 31. august, eru 59 fólk komin framat til útgreiningar fyri ADHD í vaksin-psykiatriini
18. desember í fjør, og ókeypis var at koyra fram til hin 10. januar, minkaði bilaferðslan nógv í Sundalagnum. Men, tá gjaldast skuldi fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, vaks ferðslan aftur í Sundalagnum [...] ítróttarhøll, nýggjum møguleikum við Margáir, dagstovnum í Hósvík, Hvalvík og Oyrarbakka og ellisheimi í Streymnesi. - Vit hava ungdómstilboð í gamla skúla á Oyrarbakka og eitt ungdómstilboð við Margáir [...] rin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse. Hann stúrir ikki fyri, at ein møgulig lækking av tunnilsgjøldum fer at leiða enn meira ferðslu úr Sundalagnum. - Nei, tvørturímóti. Tann friður, sum minkingin í ferðsluni
so kunnu vit taka tað inn aftur í jólamánaðinum, heldur Pál Weihe. Annars fegnast hann um at farsóttarnevndin tekur undir við, at vit skulu brúka koronapass innanlands í Føroyum. Tað merkir, at fólk skulu [...] avgjørt eitt stig á rættari leið – men eg hevði farið eitt sindur longri. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, nú landsstýrið er komin við nýggjum tilráðingum til føroyingar um, hvussu vit skulu bera okkum [...] meiri um tað her: Her eru býggju koronu-tilmælini hjá landsstýrinum Pál Weihe sigur, staðfestir, at í Føroyum byggir koronapolitikkurin á tilmæli og álit og hann heldur, at tiltøkini hjá landsstýrinum eru
vikuna í Føroyum. Eisini hevur U18-landsliðið tveir venjingardystir í Høllini á Hálsi. A-landsliðið fyrireikar seg til komandi HM-undankappingina, sum verður í Føroyum í døgunum 14. – 16. januar. Mótss [...] seinasta samlingin áðrenn liðið møtist aftur í januar og verður nógv lagt fyri. Vikan endar við einum innanhýsis venjingardysti leygardagin 6. nov kl. 15.30 í Høllini á Hálsi, har tvey lið samansett av [...] fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august 2022. Liðið skal spæla tveir venjingardystir móti U18-landsliðnum hjá Noreg ávikavist hós- og leygardagin í Høllini á Hálsi. A-landsliðsvenjararnir