Koronusmittan herjar í Evropa

Í øllum Evropa veksur smittan, og fleiri lond gera seg til reiðar at seta í verk avmarkingar og stongsul.

 

Seinastu vikurnar er talið av smittaðum nógv vaksið heima hjá okkum. Sama skil sæst aðrastaðni í Evropa.

 

* Holland: Hósdagin var staðfest nýtt smittumet, tá umleið 16.300 fólk vóru staðfest positiv við koronuvirusi.

Fríggjadagin boðaði Mark Rutte, forsætisráðharri, frá, at landið partvís verður stongt næstu tríggjar dagarnar. Tað merkir, at veitingarstøð og handlar frá í dag skulu lata aftur klokkan 18.

Samstundis verður mælt fólkinum til ikki at hava fleiri gestir á vitjan og at arbeiða heimanífrá so væl sum tað ber til.

Øll ítróttartiltøk skulu vera uttan áskoðarar.

* Eysturríki: Stjórnin fer at steingja landið fyri teimum, sum ikki eru koppsett.

Tað merkir, at tey bara mugu fara av húsum fyri at fara til arbeiðis, handla ella út at venja.

Roknað verður við, at hetta verður samtykt í morgin.

* Týskland: Í dag eru staðfest 45.081 nýggir smittutilburðir.

Talið, sum vísir, hvussu nógv eru smittað fyri hvørji 100.000, er uppi á 277,4.

Tað er tað hægsta higartil í Týsklandi. Fyri einum mánaði síðani var talið 65,4.

Koronukanningar verða aftur ókeypis fyri øll, eftir at stjórnin í oktober samtykti, at ikki koppsettir borgarar skulu sjálvir gjalda fyri koronukanning.

* Russland: Seinasta samdøgrið eru skrásettrti 1241 andlát við koronu. Tað er tað hægsta talið skrásett í eitt samdøgur í landinum

Alla vikuna hava annars arbeiðspláss verið stongd í stórum parti av landinum, fyri at fáa smittuna niður.

* Noreg: Tvær ferðir í eina viku eru skrásett fleiri enn 2000 nýggir smittutilburðir í eitt samdøgður. Tað er met nógv í landinum, sum higartil er sloppið lutvíst lætt í gjøgnum farsóttina.

Nú fáa øll yvir 18 ára í boðið triðju koppsetingina. Øll heilsustarvsfólk, sum ikki eru koppsett, verða biðin um at kanna seg tvær ferðir um vikuna, og krav til tey nærmastu, sum ikki eru koppsett, verður hert.

* Sambært evropisku miðstøðini fyri smittu og sjúkum (ECDC) eru serliga tíggju lond í Evropa, sum tey hava »serligan ótta fyri«.

Tað snýr seg um Belgia, Bulgaria, Estland, Grikkaland, Holland, Kroatia, Kekkia, Ungarn, Pólland og Slovenia.

Sambært ECDC eru lond, har talið av koppsetum er lutvíst lágt, enn harðast rakt.

/ritzau/