Talið á børnum of ungum undir 18 ár, sum fáa heilivág fyri ADHD, er meiri enn trífaldað hesi seinastu árini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv hava fingið staðfest ADHD hesi seinastu árini, men landsstýrismaðurin sigur, at tað ber ikki til at fáa eftirfarandi tøl fyri, hvussu nógv fólk eru útgreinað fyri ADHD hesi seinastu fimm árini. Tað krevur eitt størri granskingararbeiði og tí ber tað ikki til at fáa greiði á við stuttum skotbrái.
Sjúkrahúsverkið kann tó við vissu siga, at higartil í ár, ella. frá 1. januar til og við 31. august, eru 59 fólk komin framat til útgreiningar fyri ADHD í vaksin-psykiatriini.
Apoteksverkið sigur, at tað ber ikki til at siga, hvussu nógvan heilivág, psykiatriin sum heild, hevur útskrivað síðani 2016. Tað eru læknarnir, sum útskriva heilivágin, og frá 2016 til 2020 eru tað umleið 235 ymiskir læknar, ið hava útskrivað ADHD heilivág í Føroyum. Fyri at fáa upplýst hvussu nógvan ADHD heilivág psykiatriin hevur útskrivað, verður neyðugt at finna fram allar læknar, sum hava arbeitt í psykiatriini síðani 2016, og vita nær teir vóru í starvi.
Og so skal sjúkrahúsverkið spyrja Apotekið, hvussu nógvan ADHD heilivág, hvør einstakur lækni hevur útskrivað ímeðan teir vóru í starvi. Talan er um sera nógvar læknar, og tí ber ikki til at svara spurninginum við stuttum skotbráið.
Hinvegin hevur barna- og ungdómspsykiatriin tøl fyri, hvussu nógv børn og ung eru útgreinað fyri ADHD, og sjúkrahúsverkið hevur eisini fingið tøl frá Apoteksverkinum, fyri, hvussu nógvur heilivágur er útskrivaður av teimum fýra læknunum, sum hava verið knýttir barna- og ungdómspsykiatriini seinastu fimm árini.
Tølini skulu takast við fyrivarni, tí tey eru neyvan fullfíggjaði. Orsøkin er, at tað kunnu verða læknar, sum hava starvast í vaksin-psykiatriini, sum eisini hava útskrivað ADHD-heilivág til børn og ung.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur eisini dent á, at allir læknar kunnu útskriva ADHD-heilivág, ikki bert læknar sum arbeiða í psykiatriini. Talan kann eisini vera um, at kommunulæknar endurnýggja reseptir hjá børnum og ungum ella vaksnum, har barnapsykiatriin ella vaksinpsykiatriin hevur sett viðgerðina í verk. Tí skulu tølini takast við størsta fyrivarni.
Tølini vísa annars, at talan er um eitt økt tal av ungum, sum byrja í viðgerð við ADHD-heilivági í barna- og ungdómspsykiatriini. Somuleiðis økjast nøgdirnar av heilivági, sum verða útskrivaðar, hvørt ár. Í løtuni eru 218 børn og ung í medisinskari viðgerð fyri ADHD í barna- og ungdómspsykiatriini.
Sí talvuna niðanfyri
##med2##