Korona: Eg vænti at kreppan er av um ein mánað

– Men treytin er, at liva eitt sindur keðiligt lív í november

Hetta er avgjørt eitt stig á rættari leið – men eg hevði farið eitt sindur longri. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, nú landsstýrið er komin við nýggjum tilráðingum til føroyingar um, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at basa koronu.

 

Les meiri um tað her: Her eru býggju koronu-tilmælini hjá landsstýrinum

 

Pál Weihe sigur, staðfestir, at í Føroyum byggir koronapolitikkurin á tilmæli og álit og hann heldur, at tiltøkini hjá landsstýrinum eru tey røttu. Hinvegin hevur farsóttarnevndin sett sum krav, at øll, sum koma til Føroya, skulu hava koronu-pass og øll, sum ikki hava tað, skulu kannast. Pál Weihe sigur, at her hevði hann verið meiri konsekventur, tí stóð tað til hann, skulu øll, sum koma til landið, kannast fyri koronu.

 

– Tað er ein sannroynd, at fólk kunnu bera smittuna, hóast tey eru koppsett, og tey kunnu eisini smitta frá sær. Sostatt hevði eg kannað øll, sum koma inn, tí tað er ikki tann stóri munurin á, at kanna koronupass, og at kanna summi, - og so at kanna øll, heldur hann.

 

Hann heldur, at skal tað eydnast okkum at berja smittuna niður eina ferð afturat, er tað rættiliga avgerandi at vit forða fyri, at smittan kemur uttaneftir. Fáa vit forða fyri tí, er nógv betri møguleiki fyri at berja smittuna niður, sigur hann.

 

Samstundis hevur hann góðar vónir um, at tá ið november mánaði er farin aftur bak, hava vit eisibi bast hesi bylgjuni av korona. Men hann leggur dent á, at treytin fyri tí er, at vit halda vit tey tilmæli, sum vit nú hava fingið, og at tað samstundis eydnast okkum at forða fyri, at fólk kemur uttanífrá við smittu.

 

Tað merkir, at tað fer at vera eitt sindur keðiligt at vera føroyingur nú november mánað, tí tilmælið er at, at tað sosiala sambandið ímillum fólk verður avmarkað mest møguligt. Men er tað neyðugt, at vit vera nøkur fólk saman, eiga vit at verða passaliga langt frá hvørjum øðrum, kanska hálvan annan metur - ella tað, at fólk sita á øðrumhvørjum stóli. Vit skulu heldur ikki trokast rundan um kaffiborðið og veitslur mælir hann frá at halda.

 

Pál Weihe sigur, at tað merkir, at skúlabørn skulu ikki ganga til ítriv eftir skúlatíð og tað er best, at tey vaksnu halda seg heima eftir arbeiðstíð.

 

– Tað er eitt keðiligt lív, men tað er tað rætta at gera fyri at basa smittuni. Vit eiga øll at fyrireika okkum upp á ein keðiligan november mánað, tí gera vit tað, og eydnast tað so at forða fyri, at smittan kemur uttanedtir, vænti eg, at tað eydnast at berja hesa bylgjuna niður, og so kunnu vit taka tað inn aftur í jólamánaðinum, heldur Pál Weihe.

 

Annars fegnast hann um at farsóttarnevndin tekur undir við, at vit skulu brúka koronapass innanlands í Føroyum. Tað merkir, at fólk skulu hava koronupass fyri at fara á matstovu, á gistingarhús, og kanska eisini til at fara til hárfríðkara, og annað.

 

Tað noktar landsstýrið fyri, men Pál Weihe sigur, at í roynd og veru stendur tað til matstovueigarar, hárfríðkarar, og onnur, sjálvi at gera av, hvør sleppur inn til tey. So hóast landsstýrið ikki vil, ber tað væl til hjá teimum at krevja at fólk hava koronupass fyri at koma inn. Vit eru í eini kreppustøðu, og vit kunnu ikki krevja, at hárfríðkarar, matstovueigarar, og onnur, skulu lata øll sleppa inn, eisini tey, sum ikki hava koronupass, sigur koronuráðgevarin.

 

– Vit hava eina «galloperandi« smittu í landinum, og fyrsta avbjóðingin er at fáa smittutølini at fella og so skulu vit royna at koma niður á slætt – og eg havi eina vón um, at halda vit øll tilmælini, bæði børn og vaksin, og fáa vit forða fyri smittu uttanífrá, kunnu vit basa smittuni hendan mánaðin, sigur Pál Weihe.