Taka eitt tak fyri føroyskari list – í París
Evnið í framsýningini er ljósið
Í januar letur ein stór føroysk listaframsýning upp í Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni. Framsýningin verður í hølunum, Le Bicolore í La Maison du Danemark, á Champs-Élysées.
Framsýningin ber heitið ”Un éclat de soleil”, ið er bygt á sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól".
Sólarljósið í útnorðri hevur ein serstakan og týðandi leiklut í føroyskari myndlist. Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskum málningum, ið bæði eru figurativir og abstraktir. Samstundis lýsa verkini og framsýningin eina gongd gjøgnum føroyska myndlistasøgu í 20. og 21. øld.
Kinna Poulsen er kurator fyri framsýningini, ið er hin fyrsta serføroyska listaframsýningin í Paris. Tey, sum skipa fyri framsýningini eru Uttanríkis- og mentamálaráðið, danska sendistovan í Paris, og La Maison du Danemark, í samstarvi við Listasavn Føroya.
Framsýningin letur upp 13. januar og er opin fram til 13. mars 2022.
Uttanríkisráðið sigur í einum tíðindaskrivi, at Listaframsýningin er partur av einum føroyskum mentanarátaki í Paris, ið Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar fyri í samstarvi við Sendistovu Føroya í ES, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.
Umframt listaframsýningina fevnir átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið verða í Paris frá í januar til í mars. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.