landið í morgun. Í sambandi við at báturin verður tikin í nýtslu, verður almenn móttøka á Bursatanga mikudagin 12. februar frá klokkan 16-18. Á móttøkuni verður høvi at síggja nýggja bátin, Árni Dam, [...] fram røðu. Manningin, ið hevur siglt bátin úr Belgia til Føroyar, verður eisini har, og høvi verður at spyrja teir, um hvussu báturin hevur roynst á ferðini.
samstundis arbeiðir Lena við einum enskmæltum yrkingasavni, ið hon vónar at geva út samstundis, sum fløgan kemur í handlarnar. Umframt at skriva tekstir til egnar útgávur hevur Lena í nógv ár virkað sum te [...] teksthøvundur fyri aðrar føroyskar tónleikarar, so stigið, til at geva út eitt yrkingasavn, er kanska ikki so langt. Eins og nýggja fløgan viðger yrkingasavnið eitt nú barndómin hjá Lenu.
Venjingin snýr seg um, at Smyril Line hevur fingið eina hóttan um, at ein bumba skal vera umborð á Norrønu. Eisini er eisini eldur komin í cafeteria á dekki 5. Av MRCC verður sagt, at venjingin væntandi verður
er ein av teimum, sum skrivaðu bókina, Exit Føroyar, at halda røðu um sama evni. Annars fer Eiðis Ljómfelag at syngja og Poul Johannes Poulsen fer at siga frá um bygdina.
blankt noktaði fyri at selja spælaran. Nú liggur kongaliga spanska felagið aftur framvið, og hesa ferð hevur Manchester Untied sagt ja. Á heimasíðuni hjá felagnum verður skrivað, at tey hava góðtikið eitt [...] eitt boð upp á £80.000.000, og at handilin væntandi er veruleiki seinast í hesum mánaðinum. Fyrr í vikuni keypti Real Madrid brasilska Kaká fyri hálva milliard krónur.
sigur á AB í kvøld, og tað fegnaðust tey um í Silkeborg. Úrslitið ber nevnliga við sær, at Silkeborg nú er til reiðar at spæla í SAS-liguni komandi kappingarár. Christian Lamhauge Holst hevur ikki fingið heilt [...] heilt so nógva spælitíð í ár, sum hann fekk hjá Lyngby í fjør, men tað er lítil ivi um, at evni hansara sum kontraspælari er nakað, sum kann koma heilt væl við hjá Silkeborg, nú felagið aftur skal royna
vístu, at miðdepilin í skjálvtanum var 150 fjórðingar í útsynning úr Longuerbýnum og einar 450 fjórðingar í útnyrðing úr Tromsø. Jarðfrøðingurin Jan Fyren sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at skjálvtin [...] skjálvtin var so mikið harður, at fólk í Longyerbýnum mundu merkja hann. Hetta er annar jarðskjálvtin við Svalbard seinastu mánaðarnar. Í mars var ein jarðskjálvti í útnyrðing úr oyggjunum. Hann var 6,4 á R
Landsvegirnir eru dýrastir at reka í Eysturoynni. Tað vísa tøl í ársfrágreiðingini hjá Landsverk Hvør kilometur av landsvegi í Eysturoynni kostar 205.451 krónur at reka, meðan teir næst dýrastu vegirnir [...] vegirnir eru í Norðuroyggjum, har hvør kilometur kostar 182.251 krónur at reka. Bíligastu vegirnir í landinum eru í Suðuroy. Har kostar hvør kilometur 99.325 krónur í rakstri um árið. Í Streymoy kostar hvør
settir fyri inngongdina, so at teir skuldu svølta í hel. 200 ella 300 ár seinni vórðu steinarnir av tilvild veltir frá munnanum, og teir sjey vaknaðu við sítt fríska lív uttan at vita, hvussu leingi teir [...] 27. juni. Sjey sovarar. Halgisøgan sigur frá, at tá ið keisarin Decius legði eftir teimum kristnu, leitaðu sjey ungir menn sær skjól í einum helli í fjøllunum. Hellið, teir krógvaðu seg í, varð funnið
Tað eydnaðist ikki spanska fótbóltslandsliðnum at seta nýtt heimsmet fyri flestar dystir á rað uttan at tapa. Í gjár spældi Spania móti USA í hálvfinaluni í Confederations Cup, og púra óvæntað vann USA [...] einum máli frá Jozy Altidore eftir 26 minuttum, og framúr gott verjuspæl helt síðani spaniólum frá at skora. Og tá Clint Dempsey eftir gott kontra-álop økti til 2-0 eftir 74 minuttum, var dysturin avgjørdur