Jarðskjálvti við Svalbard

Fyrrapartin í gjár skalv havbotnurin við Svalbard av einum jarðskjálvta, sum sambært norska jarðfrøðistovninum var 5,1 á Richterstiganum Mátingar vístu, at miðdepilin í skjálvtanum var 150 fjórðingar í útsynning úr Longuerbýnum og einar 450 fjórðingar í útnyrðing úr Tromsø.

Jarðfrøðingurin Jan Fyren sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at skjálvtin var so mikið harður, at fólk í Longyerbýnum mundu merkja hann.

Hetta er annar jarðskjálvtin við Svalbard seinastu mánaðarnar. Í mars var ein jarðskjálvti í útnyrðing úr oyggjunum. Hann var 6,4 á Richterstiganum, skrivar NTB.