Lena Anderssen hevur saman við manni sínum Niclas Johannesen givið fýra fløgur út, og eftir ætlan kemur fimta útgávan í mai í ár. Men samstundis arbeiðir Lena við einum enskmæltum yrkingasavni, ið hon vónar at geva út samstundis, sum fløgan kemur í handlarnar.
Umframt at skriva tekstir til egnar útgávur hevur Lena í nógv ár virkað sum teksthøvundur fyri aðrar føroyskar tónleikarar, so stigið, til at geva út eitt yrkingasavn, er kanska ikki so langt. Eins og nýggja fløgan viðger yrkingasavnið eitt nú barndómin hjá Lenu.










