Herfølge vann ein knúsandi 4-0 sigur á AB í gjárkvøldið, og tað fegnaðust tey um í Silkeborg. Úrslitið ber nevnliga við sær, at felagið hjá Christian Lamhauge Holst nú er til reiðar at spæla í SAS-liguni komandi kappingarár. Christian Lamhauge Holst hevur ikki fingið heilt so nógva spælitíð í ár, sum hann fekk hjá Lyngby í fjør, men tað er lítil ivi um, at evni hansara sum kontraspælari er nakað, sum kann koma heilt væl við hjá Silkeborg, nú felagið aftur skal royna seg millum tey bestu í Danmark.