Nýggi sleipi- og loðsbáturin hjá Faroe Agency »Maria« kom til landið í morgun. Í sambandi við at báturin verður tikin í nýtslu, verður almenn móttøka á Bursatanga mikudagin 12. februar frá klokkan 16-18.
Ámóttøkuni verður høvi at síggja nýggja bátin, Árni Dam, nevndarlimur og fyrrverandi stjóri íFaroe Agency navngevur bátin, eins og Heðin Mortensen, borgarstjóri flytir fram røðu.
Manningin, iðhevur siglt bátin úr Belgia til Føroyar, verður eisini har, og høvi verður at spyrja teir, um hvussu báturin hevur roynst áferðini.