parturin í hesum skuldi uppvigast. Og í viðmerkingunum til lógina varð víst á, at tað í grannalondum er púrasta van-ligt, at er talan um Public Service stovnar, so verða hesir avmarkaðir í fíggjargru [...] at geva privatu miðlunum møguleika at hava eitt fíggjarligt grundarlag. Breiða og greiða semjan í hesum var sjálvandi við í okkara roknistykki, tá Miðla-varpið í fjør gjørdi av at keypa Rás2, men higar [...] hana at javnviga, kundu vit sagt. Hava økt útreiðslurnar Eitt er, at búskaparligi veruleikin í mest sum øllum førum ger tað neyðugt at vera meira pírin við pengunum. Annað er eisini veruleikin, sum sigur
fótbóltsspælarar eru farnir í hi, og teir fara ikki út aftur á graslíkisvallirnar fyrr enn síðst í januar ella fyrst í februar. Men hetta er ikki tað sama sum at alt lív í føroyska fótbóltsheiminum er [...] góðkenning av uppskotum til sáttmálar, sum feløgini høvdu sent inn. Í sáttmálanevndini eru Torleif Sigurdsson, formaður í FSF, sum er formaður í sáttmálanevndini, Jógvan Amonsson, grannskoðar, og Christian Andreasen [...] Torleif Sigurdsson sigur, at teir hava gjørt av, at viðurskiftini millum spælararnar og feløgini, sum standa í sáttmálunum, skal nevndin ikki fara út við: ? Partarnir, sum hava gjørt sáttmála, mugu um tað,
burturvið. Við at hyggja í gerðabókina frá býráðsfundinum 25. juni í ár sæst, at Marin Katrina Frýdal atkvøddi ímóti málinum um Skansabryggjuna. Tað er ikki ókent fyri mær at vera einsamøll í býráðnum um at finnast [...] meðan kommunan liggur í fakligum stjórnarloysi, á býarskipanarøkinum og tekniska økinum, nú hesi týðandi størvini, sum ávikavist býararkitektur og tekniskur stjóri, hava verið ósett í longri tíð. Samstarv [...] skotskeinum og eirdum goturstykkjum. Tað er skansin. Í gomlum døgum ein ræðslunnar staður í útryðjuni á tí prúða danska hjálandaveldinum, ballaður inn í krútroyk og buldur. Síðani bara ein tilgrógvin gras-
Universitetsklinikkini við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Anna Elisabeth bleiv útbúgvin cand.psych. í 2006. Hon læs fyrstu fýra árini í Edinburgh og tók síðani yvirbygnaðin í Keypmannahavn. Hon hevur roynt ymiskt [...] ymiskt innan sálarfrøðiliga økið – millum annað arbeitt í vaksin psykiatri í Føroyum, granskað og arbeitt við børnum og ungum á universitetsklinikkini í Keypmannahavn. Seinastu tvey árini hevur hon arbeitt [...] atri á Bisbebjerg sjúkrahúsinum í Keypmannahavn. - Sálarfrøðiligi evnini, ið hava upptikið meg síðani lestrartíðina, hava verið ymisk. Á universitetinum granskaði eg í og skrivaði høvuðsritgerð um kynsligan
Bogasini og Edvard Nyholm Debess á Listastevnuni í fjørð. Andras gongur í løtuni á solistlinjuni á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og hevur eisini verður í London á The Royal Academy of Music og nomið [...] Tíðindaskriv Føroyar 4: Aftur í ár er ein frumframførsla við á skránni. Atli Petersen hevur skrivað eina horntrio, sum verður framførd á fyrsta sinni og hartil verður frramført eitt annað verk eftir Atla Petersen [...] nomið sær lærdóm. Dávur Juul Magnussen gongur í løtuni í 2. g á Hoydølum og nemur sær undirvísing á Musikkskúlanum og spælir annars við í Føroya Symfoniorkestri, Havnar Hornorkestri og ungdómsorkestri og hevur
broytt í Havnini, síðani blikkinsláarin gamli teknaði tað so væl kenda kortið av býnum, sum hann sá út í 1867. Um vit bara taka Gongina - høvuðsgøtuna í Havn, so búðu í teimum 24 húsunum kring gøtuna í 1867 [...] 1600 fólk í Havn. Síðani tók býarmenningin dik á seg Men vit fara at dvølja eina stund niðri í Gongini og har um leiðir - í tí partinum av Havnini, sum tey gomlu róptu »heima í Havn«. Tríva vit í tann me [...] syrgjandi vinfólkunum í bygdini.« Bókin hjá Edward Mitens kom út í 1916 – bara sjey ár eftir, at V. U. Hammershaimb doyði. Um lívið í Havn skrivar Mitens, at tað var nakað annað enn á Steig, har ikki treyt
eitt søgusavn, sum skuldi brúkast í fólkaskúlanum. Eg setti meg niður at skriva um nøkur vinfólk í 6.D, har eg brúkti tilfar frá mínum egnu upplivingum í kommunuskúlanum í Havn. Men áðrenn eg visti av, so [...] hvørjum, tað kom ávegis. Í fyrstani hevði eg eisini ætlað, at bókin skuldi vera realistisk, men tað bleiv slept rættiliga skjótt, tí hugflogið vildi hava sítt. Í løtuni eri eg í ferð við eina sjeyndu bók [...] skrivaði í 1968, at kjansurin fyri at kunna liva av at vera rithøvundur í Frankaríkið var nógv minni, enn kjansurin fyri at vinna tann stóra vinningin í happadráttinum. Og hetta er enn meira galdandi í Føroyum
lærari í bygdini í fleiri ár. Annað av foreldrunum hjá Jeffri var eisni úr Gásadali, og meira kann lesast um hetta í samrøðuni við Karl Mikkelsen, sum eisini er í blaðnum í dag. - Tá eg gekk í skúla í Gásadali [...] skúla í Gásadali, gingu tey í skúla í eina viku og høvdu so frí í eina, meðan lærarin var í Bø. Millum lærararnar, hon hevði í Gásadali, var Jeffri Henriksen, sum skifti millum Gásadal og Bø, og hann var [...] altíð búð í Gásadali. Hon býr einsamøll í húsunum, sum pápi hennara bygdi í 1940-unum. Húsini standa beint við Heygsá, og Heygsá er eisini eftirnavnið hjá onkrum í familjuni. Mamman var bóndadóttir í Heimistovu
flokkur í Gula Skúla, har yngsta barnið nú gongur, skuldi flyta oman í Kongagøtu í 2. fl., flyta í Brúna Skúla í 3. fl., flyta í Venjingarskúlan í 4. fl. fyri síðani at flyta í nýggja Vesturskúlan í 5. fl [...] undir teimum eldru. Eitt annað, sum børn læra serliga nógv av í felagskapi við eldri børn, er tað málsliga. Hesi børnini, sum nú ganga í 2. fl í Gula Skúla, skulu ganga í Brúna Skúla í 3. og 4. fl., á Venj [...] børn nú kundu ganga tvey ár í Kongagøtu. Hetta, at ganga burtur frá upprunaætlanini og bjóða okkara børnum tvey ár í Kongagøtu, fær bara ymiskar aðrar avleiðingar fyri onnur í skipanini, og ein avleiðing
neyðugt at hava í huga, at tøknilig nýskipan og materiellur vøkstur hava onki virði í sjálvum sær, um vit ikki byggja á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennir seg aftur í og kennir seg hava ávirkan [...] æviskeið í veruleikanum er. Men okkum tørvar framhaldandi eitt samfelag, har menniskju kunnu liva eitt gott og ríkt lív við virðum, íð røkka longur aftur enn dagin í gjár og longur fram enn dagin í morgin [...] framtíð í. Har tað eru menniskjalig virðir, har tað er fólkaræði, har tað er samhaldsfasti, og har tað er kærleiki, sum eru drívmegin. Har vit læra at liva av náttúruni uttan at oyða og dálka hana í jagstranini